Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 16 - 23. januar 2008 ] Tottenham knústi Arsenal Tottenham læt ongantíð Arsenal koma til orðanna í seinnu liga-cup hálvfinaluni á White Hart Lane í kvøld. Fyrra hálvfinalan á Emirates Stadium endaði við javnleiki 1-1. Tottenham legði út sum eitt óløgið. Longu eftir tríggar minuttir hevði Jermain Jenas lagt Spurs á odda 1-0. Í 27 minutti var danski Niklas Bendtner so óheppin at gera sjálvmál, so Spurs vóru á odda 2-0 í hálvleikssteðginum. Stutt eftir temunnin í hálvleikinum økti Robbie Keane til 3-0, og eftir 60 minuttir var alt avgjørt, tá Lennon skoraði til 4-0. Adebayor pyntaði til 4-1, men í síðsta minutti skoraði Stead Melbranque til endaliga úrslitið 5-1. So Tottenham vann samanlagt 6-2. Í morgin leika Everton og Chelsea hina hálvfinaluna á Goodison Park í Liverpool. Fyrri dysturin teirra millum endaði 1-1. Tvær hálvfinalur í kvøld Bæði hjá monnum og kvinnum er hálvfinala í Coca-Cola kappingini í hondbólti á skránni í dag. Hjá kvinnum skal Stjørnan royna seg á útivølli í Vági, har tær bert hava vunnið eina ferð seinastu trý kappingarárini. Hjá monnum verður hálvfinalan í kvøld millum StÍF og rutineraða aðrudeildarliðið hjá Kyndli. Til dystin má Kyndil standa seg uttan Jakob Jónsson, sum hevur gjørt av at flyta tvær deildir upp. Í morgin eru eisini tvær hálvfinalur á skránni. Tá spæla Tjaldur og Kyndil hjá kvinnum og H71 og Kyndil hjá monnum. unum í útjaðaranum – okk- urt felag má sigla í tveir tímar við ferju til sínar úti- dystir – ikki dáma tann veruleikan, at teirra bestu leikarar fáa sáttmála við HB og B36. Men feløgini í høvuðsstaðnum eru altíð tey best stuðlaðu, og tey við teimum bestu úrslitunum. Stovnað í 1904 er HB tað eldra av hesum báðum. B36 kom á pallin 31 ár seinni. B36 bleiv stovnað av arbeið- arastættini, sum hildu HB verða blivið ov snobbut. Teir burdu verið nevndir »B35« eftir stovningarári- num. Men »6« er eitt nógv meiri máttmikið tal í Føroy- um. Og so siga viðhalds- fólkini, at »B36« ljóðar nógv betri. HB vunnið mest HB er tað mest vinnandi lið- ið í oyggjunum við 18 meis- taraheitum (í 2006 red.). KÍ, sum er frá næststørsta býnum, Klaksvík, hevur vunnið 17. Men B36 eru verandi meistarar, og vóru saman við KÍ fyrsta føroys- ka liðið, sum leikti Evropa Cup-dystir í 1992. Feløgini klára sum oftast væl upp, men harða kappingin merk- ist onkuntíð. Í august 1991 førdi B36 føroysku liguna við 7 stigum, tá teir skuldu leika ímóti HB. Nøkur kvøld áðrenn dystin fóru HB-arnir í býin at fáa sær nakrar øl. Eingin var skakk- ur, tá B36 legði seg á odda 1-0, men HB kom afturíaftur og vunnu dystin 8-2. Eftir hendan ósigurin skramblaði B36 saman, og endaðu við at missa meistaraheitið við einum málmuni, sum mangl- aði trý mál. Um teir bara høvdu tapt 5-2 ímóti HB høvdu teir verið meistarar. Og tað pínur enn. Derby´ið henda dagin er í sama viku- skifti, sum HM-fjórðings- finalurnar verða leiktir í Týsklandi. Troyggjurnar hjá HM-luttakaranum er at síggja í einum handilsglugga í Tórshavn. Men eingin keypir troyggina hjá Ghana. Meistarar í oktober Kappingarárið plagdi at verða frá apríl til september, men tað er nú longt, so leik- ararnir eru betri fyri til teir týdningarmiklu landsdystir- nar, sum kunnu fella í mars og apríl. Tey 10 liðini í bes- tu deild spæla nú tríggar ferðir ímóti hvørjum øðrum í einum kappingarári, sum strekkir seg yvir 27 umfør. Hvør fær tann 14. heima- dystin verður mett í mun til kappingarárið í 2005. Før- oyska ligan fylgir ikki flestu ligum í Evropa. Feløgini, ið leika seg í Champions Lea- gue ella í UEFA-kappingina, eru í tí bizarru støðuni at verða krýndir meistarar í oktober, og skulu ikki spæla í tí evropeisku kappingini fyrr enn 9 mánaðir seinni. Broytingar koma kanska, fyri at kunna fylgja øðrum londum. Men ikki øllum lík- ar tankan um at leika vetrar- fótbólt. Sjálvt í dag, á hásumri, vætir sirmið hend- an staðin frá morgni til myrkurs, men her skal ein hava í huga, at hesa tíðina er norðuratlantiska sólin leingi á hválvinum. Tað er altíð ljóst í Tórshavn á sum- ri. Kvirran er bara brotin við ferðamannaskipunum, sum eru á veg til Íslands, og sum legga at bryggju. Hesi senda sín gamla førning út í gøturnar í Tórshavn. Tjóðar- eyðkennini eru eyðsýnd. Amerikumenn, sum hoyrast í sølubúðunum. Koreanarar, sum flenna og taka myndir. Meðan ein trunki við spaniólum halda seg tætt saman og síggja eitt sindur óttafull út. Seyðirnir sláa grasið So rólig er nátúran í hesum oyggjunum, at fremmandu ferðafólkini eru vælkomin at vitja skrivstovuna hjá stjórnarleiðaranum. Eitt øki, har smáu húsini hava eina vanliga føroyska gras- tekju. (Tá grasið gerst ov langt, eru tað ofta seyðirnir, sum eru plenuklipparnir!). Inntil fyri ikki so mongum árum síðani kundu oyggja- búgvarnir støkka inn á gólv- ið og kjakast við stjórnar- leiðarin. Men nú mugu tey gjøgnum eina langa beuro- kratiska mylnu fyri at fáa eina avtalu við skrivaran hjá honum. »Tað kemst av, at summi av teimum vitj- andi ikki vóru í so góðum lag«, sigur ein av teimum lokalu varliga við meg. Ein bólkur av enskum ferðafólk- um frávelur møguleikan at vitja tann føroyska »Tony Blair«. Teir leita eftir einari barr, fyri at kunna hyggja eftir HM-dystinum millum Ongland og Portugal. Fyri 15 árum síðani høvdu teir havt stórar trupulleikar. Tá vóru ongar barrir. Og avmarkingar vóru fyri inn- flutninginum av rúsdrekka úr Danmark. Nú eru nátt- klubbar, sum hava opið inn- til kl. 5 um morgunin, og føroyingar bryggja sítt egna øl, men flestu vørurnar verða innfluttar. Bílig klæð- ir og kjøtpottar kunnu keyp- ast í Aberdeen, sum er tann stórbýurin, sum liggur nærmast Føroyum. Liverpool-fjeppari Manhattan er stúgvað við bæði ferðafólkum og lokal- um fólki. Teir flestu av teim- um lokalu hita upp til dystin í morgin, men Eivind Eyst- uroy hyggur eftir dystinum hjá Onglandi. Hann heldur við HB og Liverpool. »Liverpool er tað best umtókta, útlendska liðið í Føroyum. Teir einastu við einum fjepparafelagi. Hetta kemur lutvíst av teirra stór- liðum í 1970-unum og 1980-unum, og lutvíst av teimum donsku leikarunum, sum leiktu í Liverpool í 1980-unum sum Jan Møl- by.« Eysturoy gongur ímóti familjuni við at halda við HB. »Øll familjan hjá mær heldur við B36. Og mamma mín situr í nevndini hjá B36. Men eg eri HB-ari, uppreistrarmaðurin! B36 eru teir størstu rivalarnir hjá okkum, men tað er ong- antíð bardagi ímillum við- haldsfólkini. Vit eru ógvu- liga rólig her.« 12 leikarar uttanlands Jákup í Stórustovu er eisini har. Hann minnist hvussu hann bleiv fótbóltsumboðs- maður, aftaná at hava verið venjari í B36. »Feløg í Nor- egi og Danmark byrjaðu at ringja til leikarar, og góvu teimum lyfti, sum teir ikki hildu. So summir av leikar- unum spurdu, um eg ikki kundi umboða teir. Fólk hil- du meg verða svakan, at eingin kundi verða áhugað- ur í føroyskum leikarum. Nøkur ensk feløg flentu, og hildu, at eg gjørdi gjøldur við teimum, tá eg segði teimum, at eg var ein agent- ur úr Føroyum. Men seinni ringdi eitt av hesum feløg- unum um ein spælara.« Stórustovu hevur nú 12 leik- arar uttanlands, flestu teirra eru í Skandinavia. Men aðr- ir hava verið í Arsenal, Liverpool og Manchester City, men eingin av hesum er komin á besta liðið. Hann fær eisini spælarar til Før- oya frá fjarum londum, sum Brasilia, Nigeria og Fíla- beinsstrondini. Tað letur til, at hann selur oyggjarnar væl. »Vit hava ting, sum stórbýir hava, men so hava vit eisini nátúruna. Summi fólk hava ongantíð sæð hav- ið. Men vit liva mitt í sjón- um. Eg hevði ynskt, at tað hevði verið eitt sindur lýggj- ari. Men ein má seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum. Næstan ongar brotsgerðir verða framdar. Børnini spæ- la úti á gøtunum, og vit hava ein búskaparvøkstur.« »Einasta vinarliga grannauppgerðin, sum eg havi upplivað.« Tað eru orðini, sum Andy Mitten setir á uppgerðina millum HB og B36 (Framhald í morgin)