Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 23. januar 2008 MIÐvIkaN 27 Hjá okkum við Arizonu var hetta eitt hendingarríkt samdøgur. Vit fingu høvi til at síggja vitan á Reykjanesi. Á hesi leið er sera vandamikið, og nógv skip eru farin her, serliga í samband við várfiskaríið. Frá Reykjanesi til Vestmannaoyggjarnar komu vit framvið nógvum føroyskum skipum, og vit kendu ikki so fá av teimum. Nøkur teirra heilsaðu við tokuhorninum, og Lyra svaraði aftur við dampfloytuni. Ein skuldi trú, at hesar heilsanir vóru lív­ gandi fyri okkum. Men tað var øvugt. Vit høvdu eina sorgblíða kenslu, eins og tá ið vit fara heimani frá. Tað var eitt sindur hugtungt at síggja kendu støðini framvið landi. Vit sóu eisini týðiliga Herdisarvík í morgunroðanum. Samrøðan okkara millum snúði seg um illveðursnáttina, tá ið vit misti okkara skip. Meðan vit sigldu frá flotanum ynsktu vit teimum hepni við fiskarínum og eina góða heimreisu, tá ið tann tíðin kom. Umframt Arizonu vóru tað eisini tvær aðrar føroyskar sluppir, sum gingu burtur á hesum leiðum í apríl hetta ár. Hetta vóru Laura og Immanuel hvør við 19 monnum. Hvussu tær gingu burtur varð ikki uppklárað, men vit vita bert, at tær vóru sæddar 8. apríl, men ikki eftir tað. Tí verður hildið, at skipini eru farin í kavaódnini náttina til 9. apríl, sama dag sum vit gingu burtur. Tað var henda dapra óvissan, sum fólkið heima mátti liva við. Tað er nógv føroysk fiskiskip forlist undir Íslandi. Har manning­ in varð bjargað, eru teir flestu fiskimenn farnir avstað aftur. Tað var jú neyðugt at forvinna inntøku. Tá ið vit vóru á miðari leið millum Ísland og Føroyar gjørdist mótvindur og kavastormur av landsynningi. Norski veðurberatn­ ingurin hevði boðað frá hesum dagin fyri. Barometurstandurin var lágur, so vit stúrdu eitt sindur fyri hesum. Endin á heimtúrinum varð eisini merktur av illveðri. Á 1. og 2. plássi var nógvur sjóverkur, sum eisini sást á tóma matsalinum. Á 3. klassa var so eingin, sum fekk sjóverk, og vit fingu so nógvan mat av 1. klassa, sum vit vildu hava. Koma til Havnar Triðja dagin koma vit við nakað av seinkan á Havnina. Tá var nakað minni av vindi. Tað var upphaldsveður, men tað var pálandsvindur og tí nógv alda framvið molanum. Kaiin var tættpakkað av fólki frá býnum, ið sum vanligt var møtt upp, tá ið rutubátarnir úr útlandinum komu og fóru. Millum hesi vóru eisini nøkur av okkara skyldfólkum. Reiðarin Jóannes stóð eisini við landgongdina og bjóðaði okkum vælkomnar heim. Pápi mín var komin nærum eina dagsferð úr Oyndarfirði til Havnar at taka ímóti mær. Hjá øðrum vóru tað annars ættarfólk, sum tók ímóti. Sjóforhoyr Síðan var sjóforhoyr. Reiðarin vildi beinanvegin hava at vita, hvat ið var hent. Hetta sjóforhoyr var sum sjóforhoyr plagdu at vera. Vit gistu ein nátt í Havn, og longu klokkan sjey á morgni fór vit við rutubátinum inn á Toftir. Hiðani fóru vit við einum rutubili eftir einum holutum vegi til Fuglafjarðar. Tað gekk seint, men tíðin varð ikki gjørd upp í minuttir og peningi. Síðan fóru eg og pápi hálvan annan tíma um fjallið til Oyndar­ fjarðar. Vit vóru ikki heima fyrr enn tað dimti, men tá høvdu vit vitjað ættarfólk bæði á Toftum og Fuglafirði. Hiðani kom omma mín eisini. Í báðum støðum vóru køkur og kaffi í stórum mongdum. Í Fuglafirði fingu vit eisini døgurða hjá einum systkinabarni pápa. Gongutúrurin heim gekk væl uttan nakað viðføri. Vit høvdu gøtuna fyri okkum sjálvum. Lem­ bingin stundaði til, so pápi tosaði ikki um nakað annað. Manningin hendan túrin var: Úr Elduvík: Peter Ernst Hans Sofus Sámalson Peter Karl Hansen Jacob Olvhøj Frederik Davidsen Oliver Joensen Cornelius Olvhøj Alfred Sofus Haraldsen Hans Johan Haraldsen Frederik Bláhamar Úr Haldarsvík: Joen Davidsen Frá Norðtoftir Gunnar Olsen Johs Frode Olsen Úr Funningi Poul Johannes Thomsen Sigmund Peter Petersen Edvard Petersen Úr Oyndarfjørði Harald Anthoniussen Heini Hansen Úr Sandavági Ísak Petersen Úr Vestmanna Kristian Petersen Oskar Seloy Misti aftur skipið í 1933 Longu árið eftir, í 1933, var Harald aftur við at ganga burtur. Hesa ferð var tað við Phi­Phi. Hetta var ein av fronsku skonnartunum, sum komu til Føroyar í 1929. Tað vóru Jógvan Kjølbro, Dávur Joensen og Óli á Eiðinum, sum áttu hana. Óli var skipari. Hevði ætlað at fáa frágreiðing frá Haraldi um hesa hending, men hetta gjørdist ov seint. Tí er neyðugt við øðrum keldum. Dimmalætting hevði hesa frásøgn: Mandskabet på den ved Vest­ mannaøerne efter et sammestød med mk Nólsoy sunkne motor­ skonnert Phi­phi af Klaksvig ankom til Thorshavn med ”Island” i onsdags. Tidligt dagen efter blev der afgivet søforklaring på dommerkontoret. På grundlag af den forklaring Phip­hi’s fører Ole M. Joensen har afgivet, skal vi i det følg­ ende nævne nogen nærmere enkeltheder vedrørende det skete sammenstød. Motorskonnert Phi­Phi afsejl­ ede fra Klaksvig 25. februar og ankom den 28. til Vestmanna­ øerne. I en uges tid fiskede de ved Selvogsbanken og har siden opholdt sig ved Vestmnnaøerne. På det tidspunkt, da sammen­ stødet skete, havde skonnerten en samlet fangst af 24.000 torsk. Vinden var ved daggry lørdag 25. marts frisk fra sydøst, saa­ ledes, at det ikke var fiskevejr. Da det blev lyst befandt Phi­ Phi sig mellem Einadrang og Geirfuglasker. Det så ud til, at vinden vilde vokse, og for at have roligere sø sejlede skonnerten ind vestfor Vestmannaøerne. Ved middagstid kom den, ligg­ ende bidevind for styrbords halse, noget ind om Trídrangar. Vindstyrken var da omkring 10. (25­28 m/s) Paa grund af den stormagtige vind lå skibet for 2­rebet skonnert­ sejl, i storsejlet var der 2 reb. Desuden var stagssejlet rebet, og alle sejl i læ. Klyver og fok var til dæks. Kun motoren holdtes i gang. For at holde skibet støt, stod maskintelegrafen fast på ”Ganske langsomt frem”. Efter førerens skøn kunne denne fart i sådant vejr ikke anses for stor nok til, at skibet kunne betragtes som drevet med maskinkraft. Mens føreren spiste til middag, var han afløst af førstebedstemanden. Inden afløsningen fik de øje på et skib ca. fire streger om bagbord. Førstestyrmanden mente, at Skipari á Phi-Phi var Óli Joensen á Eiðinum. Í 1938 gekk hann burtur við Fossanes saman við fleiri av síni manning á Phi-Phi Í 1932 kemur Harald heim við Lyru…. … og í 1933 kemur hann heim við Island