mikudagur 23. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2008
29
Nýggja løgtingið hevur
enn einaferð víst, at Føroy
ar hava eitt støðufast demo
krati. Í hesi grein verður
roynt at geva eitt boð uppá
nøkur rák í søguni hjá
føroyskum fólkaræði.
Eitt valdømi – fjølbroytt
umboðan
Eingin veit, hvussu skipan
in við einum valdømi
kemur at virka í longdini.
Tað veldst um, hvussu
Føroya fólk røkir skipan
ina. Lítil ivi er um, at
fyrsta royndin hepnaðist
væl. Tingið umboðar land
ið bæði við atliti at
ymsu økjunum í
landinum og eisini á
annan hátt.
Men veruliga upp
gávan liggur fyri
framman – tá ið eitt
nýtt ættarlið um nøkur
ár skal taka við og tá ið
valevnini ikki, sum
hesuferð, eru kend
andlit kring landið.
Strategiska støðið hjá
Føroya Løgtingi
Løgtingið – eins og
aðrir stovnar – hava eitt
strategiskt støði, harav
søguligu røturnar eru tær
mest týðandi. Søgu
leysur stovnur er eitt
strategiskt pinkubarn.
Føroya Løgting er helst
ellisforseti í demokratiska
heiminum við síni 1000
ára gomlu søgu heilt aftur
til 900talið. Hetta var
skipan, sum helst aftur
hevur sínar røtur í gomlu
germansku urdemo
kratisku skipanunum í
fyrsta ártúsundi eftir
okkara tíðarrokning.
Hetta rótfesta føroyska
fólkaræðið livdi seg
ígjøgnum eina einaræðis
bylgju, sum floymdi um
Europa í miðjuni av næsta
ártúsundinum. Við konga
lógini frá 1665 gjørdist
Danmark eitt av mest
víðgongdu einaveldum í
Europa. Føroyska løgting
ið, føroyska tjóðin, var
eins og danska tjóðin
undir støðugum trýsti tey
næstu tvey hundrað árini,
til løgtingið í 1816 varð
avtikið. Leiðsla føroyinga,
løgmansembætið, var við
hesum burtur.
Hendan “endaliga”
royndin at avtaka føroyska
fólkaræðið varð gjørd
umleið somu tíð, sum
demokratisku átøkini í
Europa festu rót. Fyrsta
royndin at demokratisera
danska ríkið hesa tíðina
varð gjørd við sonevndum
stættartingum. Roynt var
eisini at gera eina skipan
til teir 7.781 føroyingarnar
(fólkateljing í 1845), men
uttan stættir í vanligari
merking vóru teknisku
trupulleikarnir ikki til at
vinna á. Harafturat høvdu
føroyingar ikki umboðan í
nøkrum stættartingi fyri
neyðini.
Hesi árini vóru tvey
skriv send niður til Dan
markar við ynski um at
endurreisa løgtingið. Á
øðrum skrivinum var ein
undirskrift og á hinum
vóru 28. Rokna vit í mun
til fólkatalið telja hesi 28
fólkini 0,36% av føroya
fólki. Har fólkaræði hevði
fest røtur, eitt nú í Bret
landi, høvdu um 35% av
fólkinum valrætt. Tær 28
undirskriftirnar í Føroyum
umboða sostatt 510% av
samlaðu veljarafjøldini í
Føroyum eftir tátíðar við
urskiftum – um annars
føroyska tjóðin hevði
fólkaræðisskipanir sam
bærligar við tær frægastu í
heiminum tá.
Úrslitið kenna vit í dag,
at løgtingið varð endur
stovnað í 1852.
Tá ið tað í okkara søgu
bókum stendur so sjálv
sagt, at føroyingar vóru
politiskt óbúnir, er tað
neyvan allur veruleikin.
Kanska er tað øvugt, at
føroyska tjóðin var ser
stakliga politiskt búgvin –
og realistisk.
Politiskir
lágkonjunkturar í
Føroyum 1990-2008
Føroya Løgting hevur
upplivað skiftandi tíðir hesi
1000 árini. Frá einum
einføldum fólkaræði við
einum íkasti av høvdinga
dømi um fyrsta ártúsund
skiftið, yvir eina rættiliga
stabila skipan í gerandis
degnum fram til 1600talið
og síðani ein politiskan
lágkonjunktur fram til
1852. Hareftir gongst
spakuliga framá. Í tíðini
fram til heimastýrið í 1948
man aldarskiftið 1900 vera
tann mest týðandi politiski
hákonjunktururin. Hesi
árini stungu føroyingar
saman við dønum út í
kortið fysiska infrastrukt
urin, umframt føroyska
vinnu, føroyskt mál, før
oyska mentan o.a. Føroy
ingar røktu síni áhugamál
og danir síni.
Heimastýristíðin frá
1948 fram til 1990 er ein
menningartíð, har allir
tættir í nærsamfelagnum
verða mentir við atliti at
vinnu, mentan, umsiting
o.ø. Hesa tiðina setti før
oyska tjóðin føtur undir
egnan bygnað og skipaði
landið soleiðis, at tað bar
til at arbeiða í felag. Vit
kunnu eisini siga, at tjóðin
setti eina leiðsluskipan í
verk, bæði innan privata
partin og innan almenna
partin.
Størsta avbjóðingin hesi
árini mundi vera, tá ið
fiskimørk kring okkum
fluttu út á 200 fjórðingar í
sjeytiárunum, tá ið
fiskivinnan yvir eina nátt
at kalla skuldi flyta sítt
rakstrarstøði frá fjarleiðum
til føroyska landgrunnin.
At hetta hepnaðist er einki
minni enn eitt politiskt
roysni sæð við søguligum
fólkaræðisligum eygum.
Tíðin frá 1990 til og við
hetta valstríðið fram til
fríggjadagin tann 18. Jan
uar 2008 meti eg sum
djúpasta lágkonjunktur í
nýggjari føroyskari polit
iskari søgu. Eyðkennini
hava verið stuttskygni,
gandaorð, fiksar loysnir,
uppgávulyndi, sjálvdráttur
og ómegd. Vit hava sitið í
strategiskum kyksendi.
Fyrri parturin av hesi
tíðini frá 1990 til 2008 eru
eisini eyðkend við einum
stórum trýsti frá donsku
tjóðini, sum við væl skipað
um diplomatiskum amboð
um útspældi politisku og
vinnuligu leiðslu føroyinga
í nýtiárunum. Tað var eitt
diplomatiskt trýst, tá ið
danska stjórnin málaði
myndina av trøllakendu
áttatiárunum, sum nógvir
føroyingar tóku til sín og
summir gera tað enn. Tað
var diplomatiskt trýst – fyri
ikki at siga ótíðarhóskandi
valdsmisnýtsla – tá ið
danska stjórnin brúkti
bankaeftirlitið til at niður
skriva øll føroysk virði
niður í helvt at kalla. Tað
var diplomatiskt trýst, tá ið
danska stjórnin “hjálpti”
føroyingum at skipa landið
“betur” í almennu umsit
ingini, í fiskivinnufyri
sitingini, í kommunala
bygnaðinum og í Føroya
Fiskasølu. Har vit áður
høvdu leiðsluamboð, fingu
vit nú maktamboð.
Hvørki vanligi føroying
urin, føroyski politikarin,
politiski viðmerkjarin ella
fjølmiðlafólkið hevur enn
megnað at seta orð á hetta
diplomatiska trýst. Men
kjarnin er rættiliga einfald
ur. Føroyska tjóðin skal
røkja síni áhugamál, og
danska tjóðin røkir síni
áhugamál.
At hetta diplomatiska
trýst hepnaðist so væl –
sæð frá einum donskum
sjónarmiði – er tí føroysku
tjóðini fyri at takka. Síðani
fyrst í áttatiárunum var
føroyski bygnaðurin fallin í
órøkt, serliga í sambandi
við ættarliðskifti á ymsum
stovnum, virkjum og
skipanunum. Í 1990 hevði
Føroyar ongan bygnað skilt
í strategiskum týdningi.
Summar funktiónir virkaðu
betur, aðrar verri. Saman
sjóvandi bygnað høvdu vit
ongan – og samansjóvandi
bygnað í strategiskum týdn
ingi hava vit ongan tann
dag í dag, skjótt 20 ár eftir.
Men spurningurin er, um
hetta ikki er vorðið søga nú.
2008 – ein nýggjur luktur
í bakaríðinum?
Við øllum teim fyrivarn
um, sum kunnu hugsast á
politiska leikvøllinum og í
sambandi við eina meting
um framtíðina, eru ørindini
við greinini tó hesi, at mær
tykir, at føroyska tjóðin
enn einaferð hevur megnað
at fáa Føroya Løgting á
kós aftur. Uttan mun til
hvør samgongan verður,
eru tekin um, at 2008
verður
byrjanin til ein
hákonjunktur, tá ið tað
aftur fer at bragda, og tað
aftur fer at bera til at savna
krefturnar til ymsu átøkini
og soleiðis mennast í
samljóði við umheimin.
Okkurt bendir á, at vit
hava rokkið á botn, og at
lukturin í bakaríðinum er
vorðin ein annar hetta
valskeiðið.
Nakrar uppgávur í
hesum valskeiðinum
Mítt boð uppá tær mest
týðandi uppgávurnar til
tess at stabilisera eina
positiva gongd er, at trý
høvuðsmál eiga at
avgreiðast – ella fáast
rættiliga væl áleiðis.
Í fyrsta lagi at fáa eina
floksskipan, sum kann
gjøgnumarbeiða kjakevni í
landinum so gjølliga, at
eitt veruligt kjak er møgu
ligt á einum slíkum støði,
at tað ber til at kóka polit
iska súpan uppá úrslitini.
Fyri samgonguna kann eitt
fyrsta átak vera at opna
almennu stovnarnar aftur,
soleiðis at vanligir tekn
iskir upplýsingar aftur eru
tøkir hjá almenninginum.
Fyri andstøðuna kann eitt
fyrsta átak vera at brúka
fíggjarlógina aktivt í
sambandi við eftirlitið við
samgonguni. Við tíðini ber
til at menna umsitingarnar
hjá flokkunum á tingi.
Í øðrum lagi at fáa ein
almennan bygnað, sum
megnar at savna krefturnar,
soleiðis at umsitingin
stendur mát við skjótt
vaksandi krøv. Eg vil í
hesum sambandi staðiliga
ávara ímóti at seta fleiri
fólk inn í somu skipan í
eini roynd at “styrkja um
sitingina”. Úrslitið kann
skjótt gerast tað øvugta,
at vit fáa alt vánaligari góð
sku fyri hvørt nýtt
starvsfólk, sum verður sett.
Í triðja lagi er neyðugt at
stabilisera kommunubygn
aðin. At skipa kommunalu
eindirnar og at finna eina
skipan, har uppgávurnar
vera soleiðis skipaðar, at
tað ber til í felag lyfta
hvørji einstakari uppgávu,
men at hvør partur hevur
sín leiklut í uppgávuni.
Hetta uttan at øll skulu
bíða eftir øllum, og uttan at
skipa seg við tilvildarligum
leikum, eitt nú har komm
unur leggja orku í ætlanir,
sum landsstýrismaður
síðani fær í bunka, fyri at
velja nakrar verkætlanir
burturúr og kasta hinar fyri
borð. At leggja heilar
almennar uppgávur út til
pinkukommunur við 2
5.000 íbúgvum hevur einki
samband við veruleikan
anno 2008.
Signar P.
HeineSen
Lukturin í bakaríðinum
viðmerkingar