hósdagur 24. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 17 - 24. januar 2008
Hann hevur
altíð havt størstu
virðing fyri Føroya
Løgtingi. Tí tekur
tjóðveldismaðurin
og politiski
veteranurin, Heini
O. Heinesen tað
eisini sum ein
heiður at sleppa
at seta tingið fyri
aðru ferð sum
aldursforseti
Vangamynd
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Sum ungur sat hann við
andakt og lurtaði, tá útvarp
ið sendi politiskt orðraskifti
á tingi. Í oyrunum á unga
Heina O. Heinesen vóru
menn sum Erlendur Paturs
son og Christian Djurhuus
onki minni enn politiskar
kempur.
Tað var ikki tí eg var
samdur við tí, sum Christian
Djurhuus í Sambandsflok
kinum førdi fram. Men
hann og Erlendur dugdu at
orða seg á ein so greiðan og
skilagóðan hátt, sum berg
tók meg fullkomiliga. Eg
havi ongantíð verið hugtikin
av politiskum buldri og
braki. Men hetta, at kunna
orða seg greitt og samstundis
halda fast um politisku
hugsjónina er ein gáva, tey
flestu bara kunnu droyma
um, sigur Heini O. Heine
sen, sum longu tá var sann
førdur tjóðveldismaður.
Kanst ikki læra
til politikara
Sjálvur tordi Heini O.
Heinesen heldur ikki av
álvara at droyma um at fáa
ein sess millum mætu
fyrimyndirnar á tingi, fyrr
enn hann var rættiliga
tilkomin. Tískil gjørdist
hann 46 ár, áðrenn hann
stillaði upp til løgtingsval í
1984 og varð valdur á ting á
fyrsta sinni.
Samanbera vit við í dag,
so ljóðar tað kanska sum
ein høgur aldur. Sjálvur
Ein heiður at
- Útbúgvingina sum politikari fært tú bara við royndunum og aldrinum, staðfestir 69 ára gamli tjóðveldismaðurin, Heini O. Heinesen, sum nú fyri aðri ferð skal
seta tingið sum aldursforseti á Føroya Løgtingi