Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2008 5 tíðindi seta tingið haldi eg tó ikki, at tað var ein dag ov seint, at eg bjóðaði meg fram í lands­ politikki. Fyri at verða politikari, mást tú hava eina meining, og fyri at hava eina meining, mást tú hava vitan, og hana fært tú bara meir av, jú eldri tú verður, sigur Heini O. Heinesen. ­ Alt gott um, at nógv av hesum ungu, sum bjóða seg fram í politikki, hava høgar útbúgvingar. Men tú kanst ikki læra til politikara. Ta útbúgvingina fært tú bara við royndunum og aldrinum, sigur politiski veteranurin, sum veit, hvat hann tosar um. Eftir at verða valdur á ting fyrstu ferð, var hann sit­ andi sum tingmaður út í eitt í samfull 20 ár, til hann var feldur í 2004. Ein varði á longu politisku leiðini var, tá Heini O. Heinesen setti tingið sum aldursforseti í 2002, tá Føroya Løgting fylti 150 ár. Og nú, hann gjørdi politiskt ’comeback’ til løgtingsvalið, er heiðurin at seta løgtingið sum aldurs­ forseti aftur fallin honum í lut. ­ Jú, eg taki tað sum ein heiður at sleppa at seta tingið. Eg havi altíð havt sera stóra virðing fyri Før­ oya Løgtingi, sum jú er landsins hægsti mynduleiki, og sum sigst at verða elsta parlamentið í Europa. Tað átti at vakt virðing hjá øllum, heldur Heini O. Heinesen. Politiskur barnagarður Tí heldur Heini O. Heinesen tað eisini vera hugstoytt at uppliva, at orðaskiftið í ting­ salinum onkuntíð er mest at líkna við ein barnagarð. ­ Eg veit ikki, um tað hongur saman við, at ting­ fundirnir nú verða varpaðir út í sjónvarpinum. Men onkuntíð fært tú varhugan av, at summi tingfólk eru meir áhugaði í at føra seg fram enn at føra politikk, sigur hann. Hóast honum ikki dámar slíkar ’amerikanskar til­ standir’, sum hann speisk­ liga nevnir tað, so skilur Heini O. Heinesen á ein hátt, at tingfundirnir næstan eru vorðnir eitt slag av valfundum. ­ Nú á døgum er tað næstan neyðugt at vera kendur fyri at sleppa framat í politikki. Og sjónvarpið er jú ein ótrúliga sterkur miðil, so tað er kanska ikki so løgi, at onkur ger sær dælt av tí á tingfundunum, sigur hann og smílist eitt sindur við tankan um, hvussu tað var, fyrstu tíðina, hann sjálvur skuldi bjóða seg fram sum politikari. ­ Tá kundi eg ikki funnið uppá at stilla meg upp at agitera fyri mær sjálvum. Tá ráddi tað heldur um at savna fólk um hugsjónina hjá flokkinum um einar frælsar Føroyar og ein sjálv­ berandi búskap – at halda fast í dreyminum og fáa onnur at trúgva uppá, at hann kundi gerast veruleiki, sigur Heini O. Heinesen, sum heldur tað vera sera smátt við hugsjónum í før­ oyskum politikki í dag. ­ Bara tað, at fólk uttan himpr skifta politiskan flokk mitt í øllum er ófatiligt og sigur ikki so lítið. Politiski sjálvdrátturin vindur bara meir uppá seg og hevur kanska ongantíð verið sjónligari enn í hesum valstríðnum, heldur Heini. Ein politikari er ein politikari Sjálvt um hann er sann­ førdur um, at tað ikki er neyðugt at hava eina høga útbúgving fyri at vera ein góður politikari, heldur hann kortini, at teir væl­ útbúnu ungu politikararnir í dag onkran fyrimun. ­ Tey duga væl at skriva sær eitt handrit og tosa út frá tí. Tað havi eg ongantíð sjálvur dugað serliga væl. Mær dámar best at tosa beint frá hjartanum – ikki tí eg endiliga haldi meg tosa so nógv fyri tað, sigur Heini og viðgongur, at hann sera sjáldan tók orðið fyrstu tíðina, hann sat á tingi. Skal politiski aldursforset­ in geva teimum ungu politik­ ararnum nøkur góð ráð, má tað vera, at lurta væl, sam­ stundis sum tey skapa sær sína egnu meining. ­ Í øllum meldrinum av meiningum skulu tey royna at finna sín egna politiska samleika og halda fast við hann. Tað er fyrsta treytin fyri at gerast veruligur politikari. Tá er heldur ong­ in munur, um tú er kvinna ella maður, lærdur ella ólærdur. Ein politikari er ein politikari, slær Heini O. Heinesen fast. Tørvur á øðrvísi rødd Spurdur, hví hann heldur, at hann varð valdur inn aftur á ting hesuferð, ivast Heini O. Heinesen ikki ­ Tað má vera, tí tað er tørvur á eini øðrvísi rødd, ið torir at skera ígjøgnum og tí veljararnir ynska, at broyting kemur í førda politikkin í Føroyum. Sum flestum kunnugt hevur politiska hjarta hjá Heina O. Heinesen altíð bankað serliga títt fyri fiski­ vinnuni. Tí ørkymlar tað hann ómetaliga nógv at síggja, hvussu júst føroyski fiskivinnupolitikkurin er farin fullkomiliga av spori­ num, sum hann tekur til. ­ Tá tað eydnaðist at gera fiskiflotan skuldarfrían í 94, hevði tað millum annað við sær, at eisini útróðar­ menn kundu bjóða uppá og koma at eiga síni egnu skip. Øll vita eisini, at so seint sum í 96 forvann ein útróð­ rarmaður í Klaksvík líka nógv sum ein maður um­ borð á einum partrolara. Tí má tað sigast at vera ómetaliga illa arbeitt polit­ iskt, tá allur flotin nú aftur er skuldarbundin til langt upp um skorsteinin, stað­ festir Heini O. Heinesen. Hóast onkrir kamelar verða at slúka, hevur Heini O. Heinesen gott mót um at seta síni spor í fiskivinnu­ politikkinum komandi árini. ­ Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at samstarva við politikarar, sum hava aðrar meiningar enn eg sjálvur. So leingi, eg veit, at úrslitið kemur at gagna føroya fólki, gevi eg heldur enn fegin mítt íkast til, at fáa tað at bera til, sigur tjóðveldismaðurin og aldursforsetin í løgtinginum, Heini O. Heinesen. ” Alt gott um ungar politikarar við høgum útbúgvingum, men tú kanst ikki læra til politikara Heini O. Heinesen, løgtingsmaður ” Onkuntíð sær tað út til, at politikarar eru meir áhugaðir í at føra seg fram, enn í at føra politikk Heini O. Heinesen, løgtingsmaður Elsti maður á Føroya Løgtingi, Heini O. Heinesen, klárur við hamaranum