Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 17 - 24. januar 2008 Birgir Kruse ritstjóri á Føroya Skúlabokagrunni og Jens Redmer stjóri í Google Book Search Mynd: Niels Petersen Leiðslan í fastheldur, at tað ikki var orsakað av graviditet, at Óluva Hansen úr Nólsoy var uppsøgd sum lærlingur á bakarafyritøkuni. Mistak okkara var, at vit ikki góvu henni skrivliga ávaring, sigur Regin Nielsen, stjóri í p/f Grón ArbeiðstrætA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo »Vantandi uppmøting, tvørr­ andi samskifti við meistara og ov langar roykipausur«. Hetta vóru grundgevingar­ nar hjá leiðsluni í p/f Grón at siga nú 21 ára gomlu Ólu­ vu Hansen úr Nólsoy upp úr hennara lærlingasáttmála við bakarafyritøkuna. ­ Eg skal viðganga, at tað var eitt mistak ikki at geva henni eina skrivliga ávaring, áðrenn vit søgdu henni upp. Hetta sigur Regin Nielsen, sum er stjóri í p/f Grón. Hann heldur fast við, at tað onki hevði við graviditet at gera, at lærlingurin varð uppsagdur. Stjórin vísir á, at tilsamans níggju fólk – fýra kvinnur og fimm menn – síðani august í 2006 hava fingið barsilsfarloyvi frá Grón. Fyritøkan ætlar sær ikki at gjalda tær 143.000 krón­ urnar, sum Javstøðunevndin er komin fram til, at kvinnan skal hava í endurgjaldi. Stjórin vísir á, at sáttmála­ nevndin, sum allir brotnir lærlingasáttmálar skulu leggjast fyri, hevur roknað seg fram til eitt endurgjald upp á góðar 40.000 krónur. ­ Hesa upphæddina ætla vit okkum at gjalda, sigur Regin Nielsen. Spurdur um hví kvinnan ikki kundi verða verandi í læru hjá Grón, sigur stjórin, at hann fekk at vita frá arbeiðsleiðaranum, at hon var óegnað í starvinum. ­ Um vit ikki søgdu henni upp, høvdu vit mist onnur fólk, ið vit ikki kunnu vera fyriuttan, sigur stjórin á p/f Grón. ­ Vit vildu skána hana fyri detaljur, tí hon skal eisi­ ni hava eina framtíð á arbeiðsmarknaðinum, sigur Regin Nielsen. Hann heldur tað vera vánaligt av fjølmiðlunum, at Grón ikki beinanvegin í gjár, tá Javnstøðunevndin kom við sínari niðurstøðu, slapp at gera viðmerking til málið. ­ Í eini slíkari sak eru altíð tvær síður, og tí átti eg at sleppa at svara beinanvegin. Eg vil bara undirstrika enn einaferð, at uppsøgnin einki hevði við gravidetet at gera, sigur Regin Nielsen. Vil gjalda góðar 40.000 krónur Stjórin í Grón, Regin Nielsen, var gestur á Rás 2 á middegi, har hann kom við síni grundgeving fyri, hví fyritøkan breyt lærlingasáttmálan og sendi nú 21 ára gomlu Óluva Hansen til hús Mynd: Jens Kristian Vang Nú verða eisini føroyskar bøkur at finna í nógv umrødda bókasøluátakinum hjá Google, har fólk hava høvi at lesa ein part av bóku­ num á netinum Føroya Skúlabókagrunn­ ur hevur í dag sent ikki færri enn 904 ymsar før­ oyskar skúlabøkur til Kali­ fornia, har Google Book Search fer at skanna tær inn, so tær kunnu síggjast í einum lesieggjandi sølu­ átaki á netinum. Til ber at lesa minst 20% av hvørjari bók. Øll leit­ orðini verða tó virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókunum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd, har tú býrt, hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu. Føroyskar bøkur á Google fyri mismun var tí sjúkrameldað í fýra vikur. Óluva fekk sjúkra­ váttan frá læknanum, sum hon vísti arbeiðsgevara­ num. ­ Eg sá beinanvegin, at teir vóru ikki glaðir fyri boðini, hóast tey ynsktu mær tillukku og tað heila. Beint áðrenn eg fór aftur til arbeiðis í mars, ringdu teir til mín og spurdu, um eg ætlaði mær at halda fram. Eg vildi gjarna halda fram, sjálvt um eg nú var blivin uppá vegin, sigur Óluva. Hon greiðir frá, at ein av leiðarunum á arbeiðspláss­ inum hevði sagt við seg undir fýra eygum, at henn­ ara graviditetur hevði givið bakarínum trupulleikar. ­ Eg vildi halda fram, tí eg trúði uppá, at tað bar til, hvis eg hevði nóg sterkan vilja, sigur Óluva úr telefon­ ini úr Nólsoy. Uppsøgnin kom dátt við Eina viku eftir at Óluva kom aftur til arbeiðis eftir drúgva sjúkralegu, fekk hon eina skrivliga uppsøgn, sum er dagfest tann 19. mars. Grundgevingarnar hjá Grón vóru “vantandi upp­ møting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur.” Hesar grund­ gevingarnar kennir Óluva tó als ikki aftur. ­ Hasar grundgevingarnar hava tey funnið uppá. Eg hevði ikki hoyrt nakað hetta áðrenn, og hvis hatta var eitt problem, so hevði eg hoyrt um tað áðrenn, sigur Óluva Hansen. Hon greiðir frá, at hon hevði hoyrt sum leysaprát, at bakaríið fór at søkja eftir nýggjum lærlingi, og tá hon so spurdi meistaran, fekk hon at vita, at tað var henn­ ara starv, sum bleiv lýst leyst. ­ Eg fekk at vita, at eg kundi fara upp á kontórið eftir uppsøgnini. Eg gjørdist sera kedd, tí hetta var eitt starv, sum eg tímdi væl og treivst væl í. Eg hevði held­ ur ikki væntað, at fingið hesa uppsøgnina, sigur Ólu­ va. Óluva fór til hús, men hon vendi sær síðani til Yrkisdepilin (fyrr Læruráð­ ið), og har fekk hon at vita, at hon kundi venda sær til Javnstøðunevndina. ­ Eg fortaldi Javnstøðu­ nevndini hvat og hvussu og vísti teimum uppsøgnina. Tey søgdu beinanvegin, at hatta var ikki nóg góð upp­ sagnargrund. Tey vóru vís í, at grundin til uppsøgnina var mín graviditetur, sigur Óluva. Hon gjørdist sjálvsagt fegin um boðini, sum hon fekk frá Javnstøðunevndini, og nú hevur løgfrøðiliga niðurstøðan hjá nevndini eisini givið Óluvu viðhald. Javnstøðunevndin er ókend Javnstøðunevndin sigur í sínari niðurstøðu, at bakarí­ ið Grón óivað ikki er tann einasti ella ringasti arbeiðs­ gevarin á hesum økinum. Hetta ber boð um, at hesin trupulleikin ikki er ókendur í Føroyum. Og Óluva kennir eisini til trupulleikan frá øðrum. ­ Nógvar kvinnur í Føroy­ um hava verið í líknandi støðu, men fleiri velja einki at gera við støðuna, sigur Óluva, sum eisini kennir til konkret dømir við kvinnum, sum verða uppsagdar orsak­ að av barnsburði. Hon heldur, at ein av grundgevingunum er, at fólk ikki kenna sín rætt sam­ bært lógini, og at fleiri als ikki vita, at Javnstøðunevnd­ in yvirhøvur er til. ­ Eg visti slet ikki, at Javn­ støðunevndin var til, ella at vit hava eina javnstøðulóg, sum tryggjar mær ávís rætt­ indi, sigur Óluva at enda. Men Óluva Hansen letur seg tó ikki taka av fótum, tí tann 1. mars í ár skal hon byrja í læru sum bakari hjá Mylnuni í Havn. Treiska nólsoyardaman hevur eftir øllum at døma sett í seg, at hon skal vera bakari. Hetta er samandrátturin av málinum, sum Javnstøðu­ nevndin hevur kunngjørt á heimasíðuni hjá sær: Javnstøðunevndin hevur álagt bakarínum P/F Grón at rinda einum lærlingi góðar 140.000 kr., svarandi til 35 vikulønir, vegna uppsøgn. Uppsøgnina metti nevndin vera grundaða á viðgongu/graviditet. Unga kvinnan byrjaði í læru hjá P/F Grón í oktober 2006. Uml. tveir mánaðir seinri varð hon við barn og boðaði arbeiðsgevaranum frá hesum í februar. Tá var 3 mánaða royndartíðin úti. Í mars varð hon uppsøgd við grund- gevingunum ”vantandi uppmøting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur”. Lærlingurin kærdi málið til javnstøðunevndina, og nevn- din metti, at uppsøgnin reelt var grundað á viðgongu/ graviditet og sostatt brot á javnstøðulógina. Nevndin hevur tí álagt P/F Grón at rinda lærlinginum 35 vikulønir, svarandi til 143.500 kr. Nevndin leggur dent á, at hesin einstaki arbeiðsgevarin neyvan er tann einasti ella ringasti, ið brotið hevur javn- støðulógina. Heldur er talan um, at bæði arbeiðsgevarar og løntakarar eru ókendir við arbeiðsmarknaðarreglurnar í lógini og tí ikki hugsa um lógina í starvsfólkamálum. Eisini var arbeiðsgevarin í truplari støðu vegna aðra lóggávu (lærlingalógina), ið gjørdi tað sera trupult hjá virkinum ikki at gera mismun. Nevndin metir, at brot er framt á § 6 í javnstøðulógini, at Óluva Hansen vegna uppsøgnina frá P/F Grón hevur verið fyri týðandi mismuni vegna viðgongu og eigur at fáa 35 vikur í løn sum samsýning, mettar til kr. 4.100, ella kr. 143.500 tilsamans. Les úrskurðin í fullari longd á www.javnratt.fo. ÚRSKURÐUR