Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 17 - 24. januar 2008 Um kllokkan 10.30- tíðina í morgun hildu samgongusam- ráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sam- bandsflokkin og Javn- aðarflokkin í løgting- inum. Men teir halda enn kortini tætt at kroppinum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Teir tríggir flokkarnir í ABC-samgonguni tykjast í hvussu er samdur um eitt: Stemningurin er góður. Men teir rokna eisini við, at tað hendir neyvan nakað ítøkiligt fyrr enn einaferð í næstu viku. Og at flokkarnir ikki tykj- ast hava serligan hast við samráðingunum sást í morg- un, tí hóast fundurin var ásett- ur at byrja klokkan tíggju, var hon hálvgum ellivu, áðr- enn delegatiónin hjá Javnað- arflokkinum møtti upp. Løgmaður sjálvur var ógvuliga fámæltur, tá vit royndu at fritta hann um støðuna. Heldur enn at tosa um politiskt illveður, vísti hann til veðurtíðindini sum í kvøld lova storm. Formaður Sambandsfloks- ins, Kaj Leo Johannesen, var eitt sindur meiri tíðinda- fróður. - Tað er so stutt síðani vit byrjaðu, og slíkar samráð- ingar taka jú tíð. Tað er nógv um at fara, og í gjár fingu vit tosað um eitt nú vinnumál, almanna- og heilsumál, fíggjarmál og viðurskiftini við Europa, segði Kaj Leo Johannesen. Eisini hann vísir á, at stemningurin er góður, og tá næsta vika fer at halla munnu samráðingarnar verða komnar munandi longur. Góðar vónir Samráðingarnar í dag fara fram uttan luttøku av for- manninum í Fólkaflokkin- um, Jørgen Niclasen. Hann liggur sjúkur í seingini vest- uri í Sørvági, og fært í ikki verið við. Tá fundurin byrjaði var flokkurin umboðaður av Jacob Vestergaard, Anniku Olsen og Jákup Mikkelsen. Anfinn Kallsberg var á veg suður, tá vit fingu fatur í honum. Men heldur ikki hann hevði hug at siga ov nógv. - Tað er ilt at siga, hvussu tað gongur enn, tað dugi eg illa at meta um. Men tónin er góður, sigur Anfinn Kallsberg. Tá var Hans Pauli Strøm meiri snakksaligur. Hann møtti til fundin við nøkrum skjølum, sum viðgjørdu almanna- og heilsupolitikk, ið sum kunnugt eru tey málsøki, ið hann umsat í nú undanfarnu samgongu. - Verður restin av máls- økjunum líka væl gjøgnum- arbeidd, sum hesi skjølini, so verður talan um eitt gott samgonguskjal, sigur Hans Pauli Strøm. Beint áðrenn evstamark fingu vit eisini orðið á for- kølaða Fólkafloksformann- in, Jørgen Niclasen, og hann segði seg hava rímiliga góðar vónir um eina ABC- samgongu. - Eg havi verið við í fleiri samráðingum fyrr, og summar hava gingið væl, aðrar minni væl. Men eg havi altíð góðar vónir, tá eg samráðist. Einaferð hevði eg góðar vónir í tveir mán- aðir, áðrenn alt skrædnaði, sigur Jørgen Niclasen. Tey, vit hava tosað við í morgun, vænta, at størri ferð nú fer at koma á sam- ráðingarnar, sum altso ganga fyri seg í einum fund- arhøli í løgtinginum. Gongur seint men trygt Umboð fyri Javnaðarflokkin við løgmanni á odda, møta til samgongusamráðingar í morgun Mynd: Jens kristian Vang Snýtari kostar 36 mia Eitt risastórt tap upp á 4,9 milliardir evrur hjá franska stórbankanum Societe Generale kemst av, at ein einstakur handlari framdi svikafullar handlar. Svikið er eitt av teimum størstu í fíggjarheiminum nakrantíð. Handil við partabrøvum hjá bankanum varð steðgaður á børsinum í París, tá almenningurin fekk trevulin av málinum í sambandi við eina fráboðan um tap upp á tvær milliardir evrur á amerikanska subprime lánimarknaðinum. Bankin sigur, at tapið merkir eina minking í avlopinum fyri 2007 upp á millum 600 og 800 milliónir evrur. Í 2006 hevði bankin eitt avlop upp á 5,2 milliardir evrur. Pia atkvøddi blankt Herfyri segði hon endaligt farvæl við Konservativa, í gjár mundi hon koppa stjórnini og í dag vildi hon ikki atkvøða fyri einum dagsordan, sum skuldi vísa stjórnini álit. Men tað merkir ikki, at hon ikki hevur álit á stjórnini, bedýrar Pia Christmas-Møller. – Eg eri partur av parlamentariska grundarlagnnum hjá stjórnini. Hetta snýr seg um at útvega ein meiriluta fyri asylavtaluni, og hvat tað merkir, veldst um, hvønn tú spyr, sigur hon og vísir til Ny Alliance og Dansk Folkeparti, sum tulka avtaluna heilt á hvør sín hátt. Nevndirnar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hava gjørt av at velja Una Danielsen til formann fyri nevndirnar báðar. Hann tekur við starvinum 1. februar STJÓRASTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Uni Danielsen eitur nýggi stjórin fyri undirsjóvar- tunlarnar báðar, Vágatunn- ilin og Norðoyatunnilin. Tað hava nevndirnar fyri tunlarnar báðar gjørt av. Eftir lokið students- prógv fór Uni Danielsen til Danmarkar í bankalæru og varð útlærdur frá Handelsbanken, nú Danske Bank. Hann flutti heim aftur í 1987 og var eitt stutt stíðarskeið umboðsmaður fyri Kreditforeningen Dan- mark, áðrenn hann fór í Sjóvinnubankan at starvast. Í 1994 fór hann upp í Flogfelag Føroya, har hann starvaðist fram til fjør summar, tá fyritøkan varð seld. Tá fataði hon um ferðaskrivstovur, Hot- el Vágar, Hertz bilaleigu og Rio Bravo. Einasta, ið Uni enn hevur eftir, er Tax-Free Shopping. Síðani Uni Danielsen seldi fyritøkurnar, hevur hann undirvíst í sølubúð- skapi á Fiskivinnuskúlan- um í Vestmanna. Starvið sum stjóri fyri undirsjóvartunlunum báð- um er hálvtíðarstarv. Tunl- arnir hava hvør sína nevnd, men eru savnaðir í eitt rakstrarstað. Uni for­ maður fyri tunlunum Uni Danielsen tekur við starvinum sum stjóri fyri Vágatunlinum og Norðoyatunlinum 1. februar Mynd: Jens Kristian Vang