Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 17 - 24. januar 2008 Seinasta sildin Í vetur hava íslendsk skip havt loyvi at veiða 153.000 tons av summargýtandi sild, og nú eru tey liðug við kvotuna. Tað seinasta skipið var Vilhelm Þorsteinsson. Teir hava sum fleiri onnur skip roynt inni á Grundarfirði á Vesturlandinum og kastaðu har fyri seinastu ferð í gjár. Skipini hava fingið óvanliga nógva sild inni á Grundarfirði í vetur. Summi skip hava fryst sildina umborð, meðan hini hava landað í Vestmannaoyggjunum og á Eysturlandinum. Vilhelm Þorsteinsson var seinasta skipið á sildaveiði hesaferð Mynd: Vísir Áðrenn fleiri komm­ unur leggja saman við Havnini, kann tað koma upp á tal at hava fólkaatkvøðu í Havn fyri at vita, um havnarfólk yvirhøvur vilja hava Havnina størri, enn hon longu er, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Kommumusaman­ legging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skal Tórshavnar Kommuna verða størri enn hon longu er? Tað er ein spurningur, sum kanska verður lagdur út til fólkaatkvøðugreiðslu í Havnini í næstu framtíð. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, ásannar, at Tórshavnar Kommuna er longu ein ógvu­ liga víðfør kommuna sum er. Tí heldur hann, at tað er ein spurningur, um tað er rætt at leggja fleiri kommun­ ur afturat Havnini, uttan fyrst at spyrja borgaran, um teir yvirhøvur vilja hava, at fleiri kommunur sleppa at leggja afturat Havnini. Hann staðfestir kortini, at hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í býráðn­ um, men sjálvur heldur hann, at tað er rætt at umhugsa spurningin. Kann raka høvuðsstaðin Hetta sigur hann, nú ein stór­ ur meiriluti av vestmenning­ um hevur gjørt av, at Vest­ manna Kommuna skal sam­ starva við Streymoyarøkið í framtíðini. Í veruleikanum vil tað siga, at vestmenningar vilja samstarva við Havnina, tí tað er hon, sum er tann stóra magnetin. Tað merkir so eisini, at Kvívíkar kommuna skal samstarva við Streymoy, tí Løgtingið hevur ásett, at Vestmanna og Kvívík skulu hava sama samstarvsøki. Hinvegin hava vestmenn­ ingar fyribils ikki tosað um beinleiðis samanlegging, men einans um samstarv. Borgarstjórin í Havnini hevur ikki so nógvar við­ merkingar til fólkaatkvøð­ una í Vestmanna, tí tað hev­ ur Býráðið í Havn onga ávirkan havt á. Men hann heldur ikki, at nakað skuldi verið í vegin fyri einum samstarvi við Vestmanna og Kvívík, so at kommunurnar sleppa frá óneyðugum íløgum. Hinvegin er hann meiri ivingarsamur, skuldi spurn­ ingurin um beinleiðis kommunusamanlegging komið upp á tal seinni. ­ Havnin er ein ógvuliga víðfør kommuna og hesi seinastu árini eru bæði Kollafjørður, Velbastaður og Kirkjubøur, Hestur, Kolt­ ur og Nólsoy komin uppí Tórshavnar Kommunu Umframt at fevna um allan syðra partin í Suður­ streymoy, fevnir Tórshavnar Kommuna sostatt um tríggjar, smáar oyggjar. ­ Tað er eitt stórt øki at røkja, sum hevur kravt nógva fíggjarorku og tað er ein spurningur, um tað er ráðiligt at gera økið enn størri við at fáa Vestmanna og Kvívík upp í afturat, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at vandi er fyri, at, verður hildið fram at gera Tórshavnar Komm­ unu størri, kann hon verða so umfatandi at røkja, at tað fer at raka sjálvan høvuðs­ staðin. Hann fer tí ikki at góð­ taka, at vit ikki fáa framt neyðugar útbyggingar í Havn og havt neyðugu tæn­ astur í Havn á einum nøkt­ andi støði, tí Kommunan er blivin so víðfør, at “útjað­ arin” skal drena kommununa fyri fíggjarliga orku. ­ Eitt nú er tørvur á Ellis­ og røktarheimi í Vestmanna, men vit mugu ikki gloyma, at tað er øgiliga stórt trot á ellis­ og røktarheimspláss­ um í høvuðsstaðnum og vit mugu ansa eftir, at vit forsøma sjálva Havnina tí at ov nógvar kommunur koma afturat. Í øllum førum heldur hann sostatt, at tað kundi verið eitt gott hugskot at havt fólkaatkvøðu í Havnini, fyri at vita, um havnarfólk yvirhøvur vilja hava fleiri kommunur upp í. ­ Tað er ein spurningur, sum eg haldi, at vit eiga at taka upp nú, sigur Heðin Mortensen. Hin møguleikin verður, at Tórshavnar Býráð sjálvt tekur eina greiða støðu til, at nú skal Havnin ikki verða størri. Sjálvur er tað tann greiða støðan hjá borgarstjóranum, at nú skal Havnin ikki vera størri, tí so er vandi fyri, at sjálvur høvuðsstaðurin fer at vera forsømdur. ­ Kemur tað upp á tal at fáa Vestmanna og Kvívík upp í Havnina, er talan um tvær stórar og víðførar kommunur, sum verða lagd­ ar afturat Havnini og tað kann gerast ein trupulleiki. Hann heldur hinvegin, at leggja Vestmanna og Kvívík saman, er talan um eina stóra kommunu og tað heldur hann hevði verið ein meiri hóskilig samanlegging. Hann staðfestir eisini, at í løtuni eru ongir fyrispurn­ ingar eru um at leggja saman við Havnini. Fólkaatkvøða í Havnini um at leggja kommunur saman Tórshavnar Kommuna er ógvuliva víðfør sum, er og tað er ikki rætt at gera hana enn størri, uttan at havnarborgarar eru slopnir at siga sína meining á eini fólkaatkvøðu, heldur borgarstjórin