Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 17 - 24. januar 2008 Vil sleppa í nevnd Formaðurin í Ny Alliance, Naser Khader, harmast um, at flokkur hansara ikki er umboðaður í donsku- grønlendsku sjálvsstýrisnevndini. Khader, sum hevur verið í Grønlandi og í Føroyum, sigur við KNR, at Ny Alliance hevur stóran áhuga í viðurkiftunum í Grønlandi og ríkisfelagsskapinum. Flokkurin vil tí fegin gera sína ávirkan galdandi í sjálvsstýrisnevndini, eitt nú í spurningum um korini hjá børnunum í Grønlandi. Ny Alliance vil sleppa í donsk-grønlendsku sjálvsstýrisnevndina (Savnsmynd) Kvotur skulu kosta Borgarstjórin í Tasiilaq, Vittus Mikaelsen, sum royndi seg á formansvalinum í Siumut-flokkinum í gjár, heldur, at allir grønlendingar eiga at fáa ágóða av fiskiríkidøminum. Við KNR sigur hann, at allir grønlendingar eiga fiskiríkidømið, og tí kundi tað verið eitt hugskot, at tey, sum hava kvoturnar, rinda10 oyru ella kanska eina krónu fyri hvørt kilo, sum tey avreiða. Pengarnir kundu millum annað farið til at lækka ferðakostnaðin, heldur hann. Nú samráðingar eru um nýggja samgongu, fer Javnaðarflokkurin at krevja, at mvg verður verður lækkað av grønmeti og frukt og helst øðrum húsarhaldsvørum við. Samstundis skal sjúkrakassin avtakast og leggjast undir vanliga skattin SamgonguSam­ ráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað gongur stilt og róligt. Tað er skoðsmálið, sum Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna-og heilsumálum og nývaldur tingmaður, gevur samráð- ingunum um nýggja sam- gongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Vit hittu hann, beint áðr- enn hann fór á samráðingar- fund í morgun. Tað hevur gingið strilti at fáa politikarar at siga nakað ítøkiligt um samráðingar og Hans Pauli Strøm er eisini rættiliga varin. Lægri mvg Hann staðfestir kortini, at Javnaðarflokkurin hevur sum eitt krav, at mvg og avgjøld á frukt og grønmeti skulu lækkast og helst avgjøldini á øðrum húsar- haldsvørum við. Hans Pauli Strøm heldur eisini, at tað er neyðugt, at ein nýggj samgonga tekur spurningin um tann stóra prísvøksturin á húsarhalds- vørum, upp. - Og at lækka mvg, kann undir ongum umstøðum standa einsamalt og tí er tað neyðugt, at vit eisini skipa eitt munagott príseftirlit, sum kann hava regluligar prískanningar. Sjúkrakasssin avtakast Hinvegin hevur Javnaðar- flokkurin tað eisini sum eitt týðandi mál, at sjúkrakassin verður avtikin og lagdur undir vanliga skattin. Harafturat er tað eitt ógvu- liga týðandi mál fyri Javn- aðarflokkin, at gjaldið til sjúkrakassan verður avtikin. - Hetta verður eitt mál, sum kostar 90 milliónir og tað sigur eitt sindur um, hvussu dýrur Sjúkrakassin í veru- leikanum er fyri vanlig fólk, sigur Hans Pauli Strøm. Hinvegin staðfestir hann, at tað er avgjørt ikki semja um at avtaka gjaldið til sjúkrakassan. - Tað er onkur í samráð- ingunum, sum heldur, at hetta er at økja um skatta- trýstið og sum vil hava skattatrýstið soleiðis, at van- ligi skatturin av inntøku skal lækka og vanligu brúk- aragjøldini skulu hækka. - Men hesum er Javnaðar- flokkurin grundleggjandi ósamdur í, tí brúkaragjøldini venda sosialt skeivt við tað, at tær lægru inntøkurnar betala lutfalsliga meir, sam- stundis sum tey vælbjargaðu betala lutfalsliga minni. - Tí heldur Javnaðarflokk- urin, at brúkaragjøldini skulu minka og sum mest av skatti skal takast inn við vanligum skatti av inntøk- um, tí tað er samhaldsfastari og vendir sosialt rættvísari. Hinvegin stendur tað rimmarfast, at tað verður ongin nýggjur skattalætti latin í hesum valskeiðnum, útyvir teir skattalættin, sum longu er samtyktur fyri í ár. Hóast samráðingarnar ganga stilt og róligt, metir Hans Pauli, at um hesi sam- gonguni er lív lagað, vil vísa seg, tá ið farið verður undir tað tyssi av málum, sum semja ikki er fingin um og endalig semja skal finnast um tey. Bíligari matur og lægri gjøld Hans Pauli Strøm, sigur, at tað gongur stilt og róligt og sjálvur vil hann hava lægri mvg á frukt og grønmeti, men hann vil eisini hava eitt munagott príseftirlit og at gjaldið til sjúkrakassan verður avtikið Fínteljingin broytti einki Bjarni Djurholm er við lutakasti vorðin fyrsti varamaður á fólkaflokslistanum. Heðin Zachariassen og Bjarni Djurholm fingu báðir 317 atkvøður – og fíntelj­ ingin broytti ikki hetta LØgTingSVaL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Týsdagin 22. januar 2008 var løgtingsvalnevndin, saman við hjálparfólki, lið- ug við fínteljingina av atkvøðum eftir løgtingsvalið 19. januar 2008. Fínteljingin vísti bert smávegis broyting- ar, sum hvørki ávirka býtið av løgtingslimum millum flokkarnar ella hvørjir løgtingslimir eru valdir, samanborið við úrslitið valkvøldið. Úrslitið gjørdist: Sí talvu Hesi valevni eru vald á ting: A. Fólkaflokkurin: Jacob Vestergaard (870), Jørgen Nicalsen (617), Ann- finn Kallsberg (550), Ann- ika Olsen (520), Jákup Mikkelsen (437), Jógvan á Lakjuni (417) og Poul Michelsen (341) B. Sambandsflokkurin: Magni Laksáfoss (979), Kaj Leo Johannesen (642), Bjørn Kalsø (557), Edmund Joensen (469), Alfred Olsen (417), Johan Dahl (377) og Rósa Samuelsen (314). C. Javnaðarflokkurin: Jó- annes Eidesgaard (1.094), Gerhard Lognberg (595), Helena Dam á Neystabø (577), Hans Pauli Strøm (383), John Johannessen (287) og Katrin Dahl Jakob- sen (283) D. Sjálvstýrisflokkurin: Kári á Rógvi (572) og Kári P. Højgaard (292) E. Tjóðveldi: Høgni Hoy- dal (1.262), Anita á Fríð- riksmørk (616), Bjørt Sam- uelsen (547), Bergtóra Høgnadóttir Joensen (481), Sjúrður Skaale (416), Heini O. Heinesen (415), Tórbjørn Jacobsen (356) og Hergeir Nielsen (352) H. Miðflokkurin: Karsten Hansen (808), Bill Justinus- sen (573) og Jenis av Rana (504) Fínteljingin broytti onki í atkvøðutalinum hjá Bjarna Djurholm og Heðini Zacha- riassen, sum eru nr. 8 og 9 á lista A við sama atkvøðutali 317. Nevndin gjørdi tí av 22. januar 2008 at kasta lut millum teir báðar, meðan hjálparfólkini vóru hjástødd. Úrslitið varð, at Bjarni Djurholm er fyrst valdi og Heðin Zachariassen næst valdi varalimur á lista A. – Úrslitið av fínteljingini av løgtingsvalinum 19. januar 2008 er at finna á heima- síðuni hjá Kringvarpi Før- oya, www.kringvarp.fo, sig- ur Leivur Harryson, for- maður í valnevndini.