hósdagur 24. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 17 - 24. januar 2008
Flogfar settist aftur
Tá rutuflogfarið hjá Iceland Espress skuldi fara á flog úr
Kastrup fyrrakvøldið, varnaðist flogskiparin, at eitt av
tólunum virkaði ikki, sum tað skuldi. Flogfarið var á veg við
75 míla ferð eftir breytini, tá flogskiparin varnaðist brekið,
men hann gjørdi av at taka ferðina av flogfarinum og at
steðga. Ein talsmaður hjá Iceland Express sigur, at flogfarið
skuldi upp á 120 míla ferð, áðrenn tað kundi lætta sær á, so
her var eingin vandi á ferð.
Rutuflogfarið hjá Iceland Express settist
aftur í Kastrup (Mynd: Vísir)
Ein øld við kvinnum
Í dag eru hundrað ár, síðani tær fyrstu kvinnurnar
vórðu valdar í býráðið í Reykjavík. Í 1908 skipaðu
kvinnur í Reykjavík ein serligan kvinnulista, sum
var tann fyrsti av sínum slagi í landinum. úrslitið
varð, at kvinnulistin vann stóran sigur og fekk heili
fýra umboð í býráðið. Í sambandi við 100 ára dagin
verður skipað fyri serligari framsýning um kvinnur í
býáðsarbeiði frá 1908 til 2008. Ætlanin er eisini at
skriva bók um kvinnurnar í býráðnum.
Tað er umráðandi at
fáa sum mest burtur
úr tilfeinginum, sum
svimur í havinum.
Kombineraða nóta-og
trolskipið Norðborg
í Klaksvík hevur
leingi virkað sild til
matna, og nú eru teir
eisini farnir at virka
svartkjaft til matna
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni liggur Norðborg í
Klaksvík. Teir hava verið á
leiðunum suður úr Føroyum,
har væl av svartkjafti hevur
staðið í seinastuni. Nøkur
skip, sum landa til ídnað,
hava fingið uppí í føroysk
um sjógvi, og í vikuni land
aðu bæði Fagraberg og
Charlton fullfermdir í Fugla
firði.
Vit eru komnir inn fyri
veður og fara væntandi út
aftur um middagsleitið í
morgin.
Tað sigur skiparin hendan
túrin, Kristian Martin Ras
mussen.
Spennandi roynd
Tað, sum er serligt við
royndini hjá Norðborg í
mun til royndini hjá hinum
føroysku svartkjaftaskipu
num, er, at Norðborg nú er
farin at virka svartkjaft til
matna umborð.
Vit vóru ein túr í før
oyskum sjógvi fyri jól, har
vit skóru og frystu umborð,
og nú eru vit so smátt farnir
í gongd aftur.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur, at marknaður er í
Ruslandi fyri heilfrystum
og skráskornum svartkjafti,
og tað er hesin marknaður,
teir í fyrsta lagi fara at dúva
uppá.
Vit vænta at fáa umleið
3 krónur fyri kilo fyri heil
frystan og umleið 5 krónur
fyri kilo fyri skráskornan
svartkjaft.
Skiparin vísir á, at teir
higartil
hava
heilfryst
meira, enn teir hava skrá
skorið, og heilfrysti fiskurin
fer í blokk, har hvør blokkur
vigar 20 kilo.
Spurdur, um prísmunurin
millum heilfryst og skrá
skorið upp á 2 krónur ikki
er heldur lítil, heldur Krist
ian Martin, at tað er hann
ivaleyst, men málið er at
fáa lyft prísin uppeftir.
Meira burturúr
Orsøkin til, at vit eru farn
ir undir at virka svartkjaft
til matna, er, at prísurin á
vøruni er betri nú, enn hann
hevur verið.
Skiparin heldur tað eisini
vera skilagott, at okkara
fiskivinna roynir at fáa sum
mest burtur úr tilfeinginum,
sum sjálvandi ikki er óav
markað.
Á hesum túrinum hjá
Norðborg
í
føroyskum
sjógvi, sum gjørdist heilt
stuttur, høvdu teir trupul
leikar við ljósmotorunum,
og tá ið hann eisini boðaði
frá so keðiligum veðri,
gjørdu teir av at fara til
lands.
Tá ið teir eisini høvdu
okkurt at gera við skipið,
kundu teir tað sama leggja
leiðina til lands, sum at
liggja úti og bíða eftir betri
líkindum.
Eg vænti, vit loysa aftur
um middagsleitið í morgin,
sigur Kristian Martin Ras
mussen, skipari, sum ikki
fer við Norðborg hendan
túrin.
Nú svartkjafturin verður
virkaður til matna, fellir
altíð nakað í tangarnar, sum
skipið eisini hevur umborð.
Hetta er tað, sum fellir frá
við skráskeringini og fiskur,
sum verður skildur burtur
úr.
Norðborg
virkar
svartkjaft
til matna
- Vit fara fyri fyrstu
ferð at frysta lodnu til
matna, tá ið vit fara í
íslendskan sjógv um
hálvan februar, sigur
Bogi Rasmussen,
skipari á Norðborg
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Royndirnar hjá Norðborg at
virka og frysta svartkjaft til
matna eru ikki tær einastu,
sum liggja í kortunum hjá
teimum, sum eiga skipið.
Bogi Rasmussen, skipari,
sum er sonur Kristian Mart
in Rasmussen, sigur, at tá
ið teir fara í íslendskan
sjógv at royna eftir lodnu
væntandi um hálvan febru
ar, fara teir eisini – og fyri
fyrstu ferð – at heilfrysta
lodnu til matna.
Íslendingar hava ikki
viljað latið føroysk verk
smiðjuskip
virka
lodnu
umborð, sum er veidd í
íslendskum sjógvi, men nú
hava teir slept hesum.
Serligur marknaður
Skiparin sigur, at heilfryst
lodna hevur ein serligan
marknað í Japan, og íslend
ingar hava í nógv ár sent
lodnu hagar.
Hann heldur, at íslend
ingar hava stúrt fyri, at før
oyingar eisini fóru at senda
fisk á henda marknaðin,
um loyvi varð givið til at
frysta lodnu umborð á før
oyskum skipum.
Japanski marknaðurin er
í hesum føri avmarkaður til
vertíðina, tá ið honfiskurin
ber rogn.
Bogi vísir á, at fiskurin,
sum japanesarar vilja hava,
bert kann fiskast í einar
tvær vikur ella so, meðan
rognini eru best.
Hetta er ein góður, men
eisini heilt serligur marknað
ur í bestu vertíð, og treytin
hjá japanesarum er, at fisk
urin er júst, sum teir vilja
hava hann at vera.
Kann miseydnast
Skiparin sigur, at hesin
marknaður miseydnaðist í
fjør, tá ið ov nógv æti var í
fiskinum.
Men er fiskurin hin
rætti, gjalda japanesarar
eisini væl fyri vøruna.
Bogi Rasmussen sigur, at
hannfiskurin, sum ikki fer
til Japans, í staðin fer í tang
ar og verður landaður til
ídnað.
Tað er tí ikki soleiðis, at
fiskur, sum fellir frá, fer til
spillis, leggur hann aftrat.
Frysta lodnu til matna
Norðborg virkar nú svartkjaft til matna,
og um ein lítlan mánaða ella so fer skipið
fyri fyrstu ferð í íslendskan sjógv at veiða
lodnu til matna
Gongst, sum eigararnir ætla, verður Norðborg ikki so ofta at siggja fullfermd við ídnaðarfiski í Fuglafirði hereftir, nú teir eisini eru
farnir undir at virka svartkjaft til matna
Mynd: Norðborg