hósdagur 24. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2008
13
D
agin eftir orrustuna liggur
kavi, taktur við skróvandi
skara, í brekkum, á tøkum og á
gongubreytum. Hann veksur
vindin, og í rúminum hvirla
lodnar flykrur. Á buss-skýlum
og lyktarpelum flagsa leivdir av
valplakatum, sum nipnar
spjarrar, og á stikum, gørðum
og árendum vegamótum standa
stórar finerplátur - haðani
fotomyndirnar av landsins flog-
vitugu ikonum eru burtur-
skræddar - og gapa. Kenslan av
at koma til Waterloo post
bellum nemur við ein, og eitt
gamalt vísuørindi rennur einum
til hugs:
De fruer de stande i højeloft,
de vente deres herrer at komme;
hestene de komme blodige hjem,
og sadlerne de ere tomme.
Kanska kann tað vera hóskandi,
nú tøgnin valdar, og mangir
vísir knokkar eru lagdir í blot,
at bera fram nakrar leysligar
hugleiðingar um nakrar tættir í
politikkinum tað farna fýraára
skeiðið.
At fólkaflokkurin og javnaðar-
flokkurin fóru at kasta saman
aftaná fýra ár við fullveldispoli-
tikki, nógvum retorikki og
fáum veruligum úrslitum, var
greitt longu stutt eftir aldar-
skiftið. Hesir flokkar eru tann
pragmatiska miðleingjan í
føroyskum politikki, og eisini
har tað snýr seg um ta hóvligu
gongdina fram ímóti øktum
sjálvræði, megna teir, betur enn
fullveldisflokkar, at fremja
framstig. Og tað skal sigast
hesum flokkum til rós, at teirra
umboð í okkara stjórn, eitt nú
Bjarni Djurholm og Hans Pauli
Strøm (fyri bara at taka tvey
dømir), tykjast at hava arbeitt
seriøst og at hava avgreitt
mong týðandi mál. Sum dømi
um virkið hjá tí fyrra kundi ein
nevnt t.d. flogvallarmálið.
Fjølmiðlarnir
Í hesum sambandi er tað áhuga-
vert at hyggja at fjølmiðlanna
leikluti. Hesir miðlar, sum í
fýra ár dyrkaðu, ikki sjáldan í
ókritiskum og undirbrotligum
jasigaraanda, tann ofta tóma
retorikkin hjá
fullveldissamgonguni, hava –
ikki altíð, men í stóran mun –
hugt hinvegin, nú okkara ráð-
harrar veruliga hava arbeitt.
Á Landssjúkrahúsinum
hevur ein tvídráttur fyri og
annar eftir tikið seg upp,
millum starvsbólkar, seinast
millum sjúkra-
systrar og jarðarmøður. Men í
seinastuni hevur verið tøgn og
friður. Hvør er orsøkin? Kundi
tað hugsast, at ein orsøk er, at
her hava fólk lagt uppí, sum
bæði hava havt vilja, evnir og
fantasi – konstruktivt, visionert
hugflog – til at síggja loysnir,
til at stilla trætur og kyrra
tvídráttir? Og at tað hevur lukk-
ast teimum?
Onnur dømir eru leigulógin
og lutafelagslógin. Tá ið
uppskot til hesi nýbrot komu
fram, spruttaðu miðlarnir óført.
Tá ið sambandið sleit samgong-
una, og hesar tilgongdir fyribils
vórðu av ongum, hoyrdist einki
kis. Í einumhvørjum landi við
einum veruligum, búnum fjøl-
miðlaheimi, hevði tað verið
sjálvsagt, at hesi mál blivu lýst,
ikki ókritiskt, men á seriøsan
hátt, við at spurt varð – í við-
gerðum við analýtiskum
feature-dámi - hvussu støðan
var fyrr, og hvørjar møguleikar
hesi lógarframstig kundu havt
við sær. Men hvørja styrki
okkara fjølmiðlaheimur annars
hevur, analýsan og tann
prinsipiella viðgerðin tykjast
ikki at vera hansara næsti
granni.
Skattalættin
Veruleikin tykist at vera, at teir
tríggir flokkarnir, sum hava
myndað ta farnu samgonguna,
hava havt ikki fá dugnafólk at
umboða seg í stjórn. Hyggja vit
at eitt nú tjóðveldinum, so eigur
hesin flokkur eisini mong gávu-
rík fólk, men samstundis tykist
greitt, at í mongum førum
rúgvar orðabraskið meira upp
enn tann grái, gerandisligi
førleikin.
Tað er ikki lítið sigandi, at
ein av teimum fáu tjóðveldis-
politikarunum, sum hevur
megnað at lyft ein ráðharrasess,
bleiv trokaður burtur av sínum
egnu og enntá fekk eitt eyk-
nevni heft at sær afturfyri sítt
strev. Men álvaratos – landsins
trupulleikar verða ikki greiddir
“oman fyri hálsvølin”.
Samstundis eigur ein at
ásanna, at andstøðan hevur havt
rætt í nøkrum atfinningum. Og
tað er yvirhøvur ein grundregla,
at ein og hvør stjórn kann koma
sera illa fyri, um hon ikki, sam-
stundis sum hon fremur sín
egna politikk, lurtar eftir síni
andstøðu. Fullveldissamgongan
kollsigldi, tí hon gloymdi at
geva andstøðuni gætur, og í
reinari hugmóð ikki gáaði eftir,
at hon ikki hevði stuðul í fólki-
num. Ein orsøk til samgongu-
slitið stutt fyri jól var eisini,
óbeinleiðis, vantandi virðing
fyri andstøðunnar sjónarmiðum
um búskapin.
Tann mest álvarsami veik-
leikin hjá tí farnu samgonguni,
sum bæði tjóðveldið og serliga
tann ábyrgdarfulli og seriøsi
Karsten Hansen (nú í miðflokki-
num) hava víst á, er nevniliga
búskapar- og fíggjarpolitikk-
urin. Landsstýrið hevur, sum vit
vita, tey seinastu fýra árini ført
ein rættiliga víðgongdan skatta-
lættapolitikk. Vit kunnu í
hesum sambandi spyrja: Var
hesin politikkur neyðugur?
Hevur hann gagnað landsins
vinnulívi? Hevur hann gagnað
landsins búskapi? Hevur hann
økt um landsins gjaldføri?
Hevur hann gagnað tí einstaka?
Milliardirnar sum hvurvu
Svarið upp á allar hesar spurn-
ingar tykist at vera stutt og
greitt: nei. Føringar hava (tá tey
lægstløntu eru undantikin) tey
seinastu árini vassað í pengum.
Umframt tað er skattalættin so
smábýttur, at hann als ongan
mun hevði gjørt, hóast hann
hevði verið neyðugur. Fara vit
til landsins búskap, so hevur
skattalættin minkað um gjald-
førið og gjørt, at landið, í tíð
við hákonjunkturi, lítið og einki
hevur sett til síðis.
Um fólk sum heild er at siga,
at tey hava ikki vitað, hvat tey
skuldu gera við alt avlopið. Skó-
makarar hava rópt neyðarróp, tí
vanlig fólk nú liva í slíkum
luksusi, at tey tíma ikki at koma
eftir sínum (sum eg kann vátta
av egnum royndum) væl og
virðiliga bøttu skóm og styvl-
um. Summi hava gjørt marg-
lætisferðir til Skotlands fyri at
sleppa av við sína yvirflóð.
Men grundin undir føroyskum
búskaparligum støðufesti verð-
ur ikki løgd í stórhandlunum í
Aberdeen.
Tann spurningur, sum ongin
politikari hevur torað ella
megnað at spurt, er hesin:
Hvussu nógv hevði okkara land
átt í dag, um ein ábyrgdarfullur
búskaparpolitikkur, við ongum
skattalætta, hevði verið førdur?
Siga vit, at skattalættin fyri
hvørt ár er 250 milliónir, er
úrslitið: ein milliard. Leggja vit
tey burtursøplaðu fiskiloyvini
aftrat, koma vit upp á: tvær
milliardir.
Hetta talið (sum kann vera
nakað minni ella nakað størri)
er áhugavert. Sótu fólk við skili
á fíggjarpolitikkinum, høvdu
Føroyar í dag átt 2 milliardir, at
seta í ein búskapargrunn ella at
rinda ymiskar verkætlanir við.
Men hesar milliardirnar eru,
takkað veri einum skilaleysum
fíggjarpolitikki, farnar líkst
niður ímillum skins og hold.
Hvør er ímóti tunlum?
Latið okkum nú, við hesum
skattalættapolitikki in mente,
hyggja at t.d. tunnilsætlanum.
Um eina av hesum ætlanum,
Sandoyartunnilin, hevur verið
ein øgiligur goragangur undan
valinum. Ja, ein fólkavaldur
politikari hevur enntá – tá ein
borgari brúkti sín demokratiska
rætt til at siga sína hugsan um
hetta mál – hótt viðkomandi
borgara og kravt, at hann misti
sítt starv. Ein hómar snýðið á
Stalin ella Ceaucescu.
Men tað skemtiliga er, at
skattalætti og tunnilsbygging
kunnu ikki sameinast. Ella sagt
øðrvísi: ein politikari, sum
tekur undir við skattalætta ella
hoyrir til ein skattalættaflokk,
er altíð, so kann hann siga hvat
hann vil, í verki ímóti tunnils-
gerð. Vit síggja hetta týðiliga,
um vit hyggja at teimum 2
milliardunum, sum hetta
landsstýrið hevur søplað burtur,
púra óneyðugt. Fyri ein triðing
av hesi burturblakaðu upphædd
kundi Sandoyartunnilin í dag,
áðrenn ein einasti borur varð
settur upp, havt verið goldin
kontant.
Tann komandi ístíðin
Latið okkum nú, fyri at síggja
viðurskiftini í okkara mikro-
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
POST FESTUM
Akilleus-hælurin hjá farnu samgongu – ein læra fyri framtíðina?
Næstu ferð: týsdagin 29. januar,
Birgir Kruse: Heimleys vitan
tíðargreinin
Hanus Kamban
rithøvundur
Framhald á næstu síðu
Progressiv skatting skapar
ríkidømi. Millum løgmann og
Magna Laksafoss: amerikanski
búskaparfrøðingurin Paul
Krugman
Tíðargreinin