Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 17 - 24. januar 2008 … POST FESTUM Tíðargreinin Forsetavalið í USA verður avgjørt av celebrity slatri Politisk viðmerking Lars Trier Mogensen Politiken Tað býður einum evropeara sum mær ímóti at fokusera á lumma­ sálarfrøði og slatur í staðin fyri politiskt innihald. Men í ameri­ kanskum politikki eru tingini vend á høvdi, har hevur tað týdning at vera kendur ella kend, persónsmenskan er tað avger­ andi, ikki politikkurin: Persón­ urin er boðskapurin. Barack Obama er til dømis søgan um drongin við fleiri mentanum og sundurlisnum foreldrum í viðførinum, sum vann á mótgongdini og náddi toppin, altso sjálv ímyndin av amerikanska dreyminum. Her hevur tað minni týdning hvørjar politiskar ætlanir hann hevur. Tá hann stígur fram á pallin, ýla genturnar og myndatólini blitsa. Fólk berjast fyri at sleppa at nerta við hann, fáa eygnasam­ band ella ein autograf frá honum. Tað kundi líka so væl verið golf­ stjørnan Tiger Woods, sjón­ leikarin Will Smith ella rapparin P. Diddy. Men í staðin er tað nú politiska stórstjørnan, sum fyllir ítróttarhallir. Obama hugtekur fólk og miðlar so mikið, at hann er komin heilskalaður frá klisje­ um um eitt »sameint Amerika« uttan búksaparligar, sosialar, mentanarligar ella rasu spenn­ ingar, eitt Amerika, har hann sjálvur hevur funnið sín leiklut sum møguligur savningar­ figurur. Persónsdyrkanin hevur langt síðani vunnið á politikkinum ­ ella manglandi politikkinum. Gaman í hevur Barack Obama nøkur væl útgreinað uppskot, men fólk vísa teimum ikki áhuga. Persónurin Obama hevur vakt áhugan hjá óheftum og ópolitiskum veljarum, og tí hevur hann givið Demokratunum vón um at mobilisera milliónir av veljarum, sum annars ikki fylgja við í politikki – á sama hátt sum sjónleikarin og núverandi guver­ nørurin Arnold Scwarzenegger gjørdi í Kalifornia. Sannroyndin er í øllum førum, at tað eru teir ópolitisku veljarnir, sum avgera val. Tey upplýstu og hugfangaðu lata seg nevniliga ikki flyta á valdegnum. Tí er persónsdyrkan­ in meira týdningarmikil, enn man kanska skuldi trú. Orsøkin, til at Hillary inntil fyri fáum vik­ um síðani var mett sum mest sannlíka demokratiska valevnið, var ikki minst, tí at øll kendu navn hennara. Sagt var, at hon var kendasti amerikanski politik­ arin, sum ikki hevði verið ameri­ kanskur forseti. Men Obama hevur megnað at tikið kappingina upp. Hann pallsetur seg sjálvan í einum stórstjørnulíki, sum tykist óvanligt fyri eitt búgvi demo­ krati. Hetta er at fegnast um: Samanborið við vanligu kult­ dyrkanina av sjónvarpsstjørnum, er tað upplyftandi, at ein sympat­ iskur politikari er førur fyri at skapa hóphysterí og idoldyrkan. Áhugin fyri persónsmenskuni hjá forsetavalevnunum er soleiðis ikki bara eitt dømi um innantómu miðlamentanina. Veruleikin er, at sjálvt ein amerikanskur forseti hevur avmarkað vald einsamallur – burtursæð frá á uttanríkis og trygdarpolitiska økinum, har Bush tíverri hevur víst, hvussu illa tað kann ganga. Men á heim­ liga víðvøllinum kann forsetin bara niðuleggja veto ímóti avgerðum, sum hann – ella hon! – er grunnleggjandi ósamd við. Í praksis er tað ikki forsetin, sum avger hvørki heilsu­, innflyting­ ar­ ella orkupolitikkin. Tað er Kongressin og heimsrák, sum avgera, hvat forsetin kann avgera. Tí hevur tað í roynd og veru týdning, hvussu ameri­ kanski forsetin er sum persónur; hvussu viðkomandi dugir at føra seg fram í miðlunum og handfer kreppustøður. Eftir sum eingin kann vita, hvussu altjóða dags­ skráin fer at síggja út um nøkur ár, gevur tað, so løgið tað ljóðar, meining, at nógvir amerikanarar velja út frá einari magakenslu og meting av persónsemenskuni hjá valevninum heldur enn teirra politisku støðutakan. Og í besta føri kann ópolitiski áhugin fyri politikarum vera við til at skapa ein meira seriøsan áhuga. Í løtuni eru tað í øllum førum uppmuntr­ andi og rørandi, at ein afroameri­ kanskur maður, sum tosar inni­ liga um at stríðast ímóti globalari upphiting og ímóti fátækradømi er vorðin ein superstar í USA. Umsett: Dorit Hansen Samstarv við POLITIKEN Sosialurin samstarvar við Politiken um at brúka greinar og myndir úr danska blaðnum. Hetta samstarv er eitt gott høvi at vísa á altjóða rák og kjak, og dagsins grein er ein liður í hesum. Persónurin er boðskapurin kosmiska heimi í einum víðari perspektivi, hyggja at einum landi sum USA. Hetta imperium ekur í dag í roynd og veru á knøunum, illa stýrt, lítið virt og á ørmundarhúsi av eini risastórari, bart út sagt ófati­ ligari skuld. Frá virdum búskaparfrøðingum koma spádómar um eina kreppu, sum kann fáa Wall Street at minna um eina sunnudagsútferð. Eg fari við hesum í huga at spyrja: Hvat gera Føroyar, um ein slík støða tekur seg upp, og hon eisini rakar Europa? Vit hava teir seinastu dagarnar sæð politikarar skriva og hoyrt hesi somu fólk tosa um vælferð, trygd og framburð og hálva­ vegna leitt okkum øll inn í himmríki, har vegirnir eru stroyddir við gullsandi, har tað flýtur yvir av víni og hunangi, og har borðini bogna av alskyns dýrum krásum. Hvørja ætlan hava hesir somu so lyftisfúsu menn til at lofta eini búskaparligari ístíð? Hvørja ætlan hevur Jóannes Eidesgaard? Magni Laksafoss? Sigurd Poulsen? Hvørji ráð hava Marner Jacobsen og Janus Petersen at geva sínum kundum? Alt hetta eru ábyrgdarfullir persónar, og allir ábyrgdarfullir persónar hyggja minst tíggju ár fram. So – hvat er teirra planur B? Spurningurin verður settur fram á almennum stað. Eg kann vátta, at hetta eru mál, sum mong vanlig fólk, sum hava ábyrgd av húsi og børnum, hugsa nógv um, og sum ikki fá í hesum tíðum liggja í andvekri av um náttina. So eg seti spurn­ ingin, sum umboð fyri tann meiniga mannin. Og eg rokni sjálvsagt við at fáa svar á almennum stað. Roosevelt og New Deal Men latið okkum eina ferð enn hyggja at søguni. Í bókini The Conscience of a Liberal (W.W. Norton, 2007) viðger tann amerikanski búskaparfrøðing­ urin Paul Krugman ameri­ kanska politiska og búskapar­ liga søgu í 20. øld. Krugman fekk í 1991 John Bates Clark medaljuna, ein heiður, sum væl kann sammetast við nobelvirðis­ lønina í búskapi. Hann er við øðrum orðum ikki hvør sum helst. Paul Krugman kemur til tað úrslit, at tað var Franklin D. Roosevelt (forseti 1933­45), sum við sínum New Deal politikki legði grundina undir amerikanskum ríkidømi og amerikanskari vælferð í 20. øld. Hetta undirstøði hevði sum meginsúlur progressiva skatting (høgan skatt á háinntøkum), munagóða sosiallóggávu og stuðul til fakfeløgini. Tann góða tíðin, sum hesin politikkur skapti (og sum annar heimsbar­ dagi eisini átti sín lut í), helt fram heilt inn í 70­árini í farnu øld. Ikki minst hevði tað týdning, at tann økta vælferðin og tað minkandi gloppið millum rík og fátæk førdi til minkandi polarisering, vaksandi keypi­ orku og økt samfelagsligt og tjóðskaparligt samanhang. Estonia Seinni, og serliga eftir at Ronald Reagan gjørdist forseti í 1980, varð skútan snarað óstortsliga til høgru. Hann og hansara republikansku eftir­ menn framdu víðgongdan skattalættapolitikk, settu fót fyri sosialum tiltøkum og sosiallóggávu og royndu tað teir vóru mentir at beina fyri fakfeløgunum. Hetta rák kom í hæddina við George W. Bush, og nú er USA so skuldarbundið, at hetta risalandið, sum ferjan Estonia fyri nøkrum árum síðani, brátt kann fara beint eftir stevninum og til botns. Í dag er búskapur altjóðagjørdur, og tað er sann­ líkt, at gongdin í USA eisini fær avleiðingar fyri Europa. Lat tað vera sagt, at tað skal vera mín inniliga vón (og her havi eg bæði amerikanarar og europearar í huga), at eingin av hesum døpru spádómum gongur út. Men politikarar, búskaparfrøðingar og bankafólk hava ikki loyvi til at krógva sítt høvd í mánalýsi og dreymamjørka. Tað er teirra plikt at hyggja at tí harða veruleikanum og at disponera og ýta av eftir honum. Hvør tekur um endan? Fyri at koma aftur til Føroya, so hevur búskapar­ og fíggjar­ politikkurin hjá farnu sam­ gongu kostað okkara landi o.u. 2 milliardir, kanska nakað meira, kanska nakað minni. Tað er gudsbarn ið batnar, og sjálv­ sagt er tað gleðiligt, at Magni Laksafoss, ein (tað eg dugi at síggja) gløggur og vitugur politikari, hevur fatað tað, sum hansara undanmaður ikki skilti, men sum vit onnur sóu eisini fyri fýra árum síðani. Millum tey prinsipp, sum ein komandi samgonga ikki sleppur undan at halda fast um, eru: (1) at førdur verður ein strangur skattapolitikkur (2) at lagt verður dúgliga til síðis í ein búskapargrunn (3) at fólksins vælferð (og keypiorka!) og tjóðarinnar samanhangsmegi verða fest og tryggjað við eini alsamt dagførdari sosiallóggávu (4) at kommunurnar (har nakrar í hesum tíðum týðiliga vísa tekin til ábyrgdarloysi og megalomani) koma undir strangt eftirlit Í 1992 fóru Føroyar á húsa­ gang. Hóast ábyrgdin fyri hetta skrædl lá hjá føroyskum vinnulívi, føroyskum bankum og føroyskum politikarum úr øllum teimum stóru flokkunum – og bara har ­ hava vit roynt at flýggja undan hesi ábyrgd, konstruera tápuligar undan­ førslur og mýtur og geva eitt nú danskarum skyldina. Veruleikin er, at Danmark hevði onga skyld, men tvørtur­ ímóti kom okkum til hjálpar í hesi lagnustund og – bjargaði okkum. Danir gjørdu okkum tá eisini tann beina, at teir lærdu føroyskar politikarar at leggja tvey og tvey saman og at hava javnvág á fíggjarlógini. Hava vit longu gloymt henda lærdóm? Fer Danmark at taka um endan næstu ferð? Og um ikki, hvør so?