Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 17 - 24. januar 2008 ] Venjing og hvíld í hálvt ár Nýggja sponsor­av­ tal­an ber­ við sær­, at Katr­in Ol­sen fær­ best hugsandi um­støður­, nú fyr­ir­eik­­­ingar­nar­ til­ OL standa fyr­i fr­am­m­an Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umframt stuttleikan og gleðina við at hava før­ oyskar stuðlar, so hevur tað stóran týdning fyri Katrina Olsen, at hon nú burtur av kann hugsa um venjing hetta til OL. ­ Eg eri sum so liðug við lesturin hjá mær. Og har restar bert ein upp­ gáva á einar 10­15 síður. Men annars verður talan um venjing, venjingar­ legur og hvíld. Snøgt sagt, so verður tað burtur av kappróðurin, sum kemur at fylla tilveruna næsta hálva árið. Og at fáa tann møguleikan eri eg sjálvandi sera fegin um, sigur Katrin. Núy er hetta sjálvandi ein dreymur, sum tú hevur strembað eftir í fýra ár. Men ert tú ikki bangin fyri, at tú fer at keða teg, nú talan verður um somikið nógva frítíð? ­ Nei, avgjørt ikki. Tá tú venur 10­12 ferðir um vikuna, so hevur tú tørv á nógvari hvíld. So tað avmarkar seg sjálvt, hvussu nógv annað tú hevur hug ella orku til. Og tað eru jú eisini onkrir aðrir aktivitetir á skránni. Sponsorarnir vilja sjálvandi nýta okk­ um viðhvørt, og Team Danmark hevur eisini nøkur tiltøk, har vit taka lut, so tað er heldur ikki so, at eg bara skal liggja og einki gera, tá eg ikki venji. Komandi mánaðirnar er málið so at fáa formin heilt í rættlag. Tríggjar venjingarlegur í Portugal standa á skránni í vár. Og í vikunum undan OL skulu Katrin og Juliane á venjingarlegu í Eystur­ ríki. Fyrst í august verður farið til Beijing, har OL verður sett 8. august. 10. august er fyrsti róðurin hjá Katrin og Juliane á skránni, og so er at vóna, at dreymurin um finalu­ pláss og heiðursmerki verður veruleiki hjá Katrini, Danmark og Føroyum. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - At tú hevur fingið ein mail ella SMS við ynskum um góða eydnu ella »koyra á«, er eisini nakað, sum tú kanst brúka, tá tú situr í bátinum Katrin Olsen Eitt er­, at um­støður­­ nar­ nú ver­a til­ venjing bur­tur­av hjá Katr­in Ol­sen og Jul­iane El­ander­. Sjál­v sigur­ Katr­in, at m­or­al­sk­­­i stuðul­in, sum­ hon k­­­ennir­ í eini sl­ík­­­ar­i avtal­u, eisini hevur­ ovur­honds stór­an týdning Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein sponsoravtala sum so mangar aðrar, vildi onkur kanska hildið. Men tá tað snýr seg um Katrin Olsen, so tykist hugtakið »sum hini« als ikki at vera til. Meira enn nakar annar, so hevur hon víst, hvussu tú kanst røkka høgum málum. Og sum hon sjálv tók til, tá tíðindafundur var í Müllers pakkhúsi í morgun, so er komandi OL­luttøkan tað, sum hevur verið dreymurin seinastu fýra árini. Fyrimyndir Tað eru Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banki, sum eru gingin saman um sponsoravtaluna við Katrin Olsen og Juliane Elander. Og frá báðum sponsor­pørt­ unum tykist talan vera um einvíst positivt sponsorat. ­ Katrin Olsen er ein framúr fyrimynd fyri allar føroyingar. Hon hevur sett sær høg og avbjóðandi mál, ið hon miðvíst hevur arbeitt fram ímóti og rokkið. OL­ gullheiðursmerkið er henn­ ara næsta mál, og Trygg­ ingarfelagið Føroyar er fegið um at stðula undir, at hon kann røkka hesum máli – persónliga, fyri bátin og fyri føroyingar, segði Kristina Háfoss, sum er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum. ­ Eik kennir seg aftur í Katrini og Juliane. Tær eru arbeiðssamar, treiskar og duga væl at samstarva fram móti teimum stóru úrslit­ unum. Og so skapa tær úrslit uttanlands. Eik fær fyrimun av sponsoratinum bæði í Føroyum og Dan­ mark, segði Ólavur Jensen, sum er marknaðarleiðari í Eik Banka. Cool Stóri persónurin á tíðinda­ fundinum var tó Katrin Olsen sjálv. Og hon tóktist ovurfegin um sponsorav­ taluna, sum nú er komin undir land. ­ Eg haldi tað faktiskt vera ordiliga cool, at vit hava ein føroyskan sponsor. Tá eg fari til OL, so er tað sjávlandi sum partur av danska landsliðnum. Men sjálv eri eg føroysk, og tí hevur hetta ótrúliga nógv at siga fyri meg persónliga. Og eg haldi eisini at hini kring liðið hjá okkum eru glað um avtaluna. Tað er jú nakað serligt, tá talan er um føroyskar sponsorar. Líka sum ein eyka lekkur detalju í øllum tí, sum annars gongur fyri seg. ­ Og fyri meg hevur tað eisini nógv at siga, at vit soleiðis fáa stuðul heimaní­ frá. Eitt tann fíggjarligi parturin – vit skulu jú helst ikki seta okkum í skuld fyri at kappast í OL. Men tað at vit og vinnulívið kunnu brúka hetta til at spegla okkum sjálvum í, er eisini positivit. Og at eg skal verða nevnd sum fyrimynd, er eitt sindur rørandi. ­ Men tað merkir jú eisini, at eg kenni ein uppbakning úr Føroyum. Og tann parturin hevur eisini nógv at siga. At tú hevur fingið ein mail ella SMS við ynskum um góða eydnu ella »koyra á«, er eisini nakað, sum tú kanst brúka, tá tú situr í bátinum og koyrir allar tankar um annað enn róðurin burtur. Og í so máta eri eg bæði stolt og fegin um hendan møguleik­ an, segði Katrin. Ein cool og lekkur detalja Dreymurin er OL-gull um sjey mánaðir. Og við føroysku sponsor-avtaluni fáa Katrin Olsen og Juliane Elander best hugsandi umstøður til drúgvu fyrireikingarnar, sum nú standa fyri framman Mynd: Jens Kr. Vang Gylta kvartettin leingir Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari, nú fýra av lyklaleikarunum hava longt sáttmálar sínar. Talan er um kollfirðingarnar Marna Djurhuus og Arnbjørn Hansen, og víkamenninar Bárður Olsen og Hans Paula Samuelsen. Sáttmálin røkkur til árslok 2009, og tað merkir, at hesir fýra vera at síggja á felagsliðnum tey bæði næstu árini. Allir hava teir spælt saman á ungdómsliðum hjá EB/Streymi, umframt at tríggir teirra, Marni, Hans Pauli og Arnbjørn eru skrásettir fyri A­landsdystir. Bárður Olsen hevur enn sín fyrsta landsdyst til góðar, men hevur í fleiri umførum verið inni í landsliðshitanum. -rwd Mjølnir vann oddadystin Talan gjørdist um ein spennandi fimm­settara í Klaksvík, tá mansliðið hjá Mjølni í gjár tók ímóti SÍ. Gestirnir tóktust hava fingið takið á dystinum, tá teir vunnu eitt sera hart triðja sett við 33­31, og fleiri mundu tá halda, at luftin fór úr heimaliðnum. Klaksvíkingarnir vildu tað tó øðrvísi, og við 25­20 og 15­9 í teimum báðum seinastu settunum settu teir tingini upp á pláss. -jm Mjølnir vann í Kollafirði Rættiliga óvæntað tóku kvinnurnar hjá Mjølni stigini við sær, tá tær vitjaðu í Kollafirði í gjárkvøldið. Talan gjørdist um 3­2 sigur til Mjølnir, sum við sigrinum vann seg upp á liðina á KÍF. Dysturin sveiggjaði rættiliga nógv, og tvær ferðir javnaði heimaliðið settmunin, men í avgerandi løtunum vóru gestirnir tó tær stinnaru, soleiðis at tær fingu togað sær sigurin. -jm