hósdagur 24. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 17 - 24. januar 2008
tíðindi
Í dag prenta vit seinna
partin av greinini
hjá Andy Mitten frá
bretska blaðnum
»Fourfourtwo«, sum
er skrivað eftir ein túr
í Føroyum á sumri í
2006
Fótbóltur
Andy Mitten, Manchester:
Heri Simonsen týddi
Derby-dagurin er í hondum.
40 minuttir eru til kick-off.
Gundadals-leikvøllurin,
sum hevur ein kapasitet
uppá næstan 5.000 áskoð-
arar er næstan tómur fyri
fólki, um ein sær burtur frá
leikarunum, sum hita upp.
Ein av teimum fáa, sum
hyggur, er tann skaddi Ingi
Højsted, sum fekk sáttmála
við Arsenal í 2002, fyrst
sum lærlingur. Seinni fór
hann til Birmingham City,
har mongu skaðarnir vóru
orsøk til, at hann einans
fekk 45 minuttir á eyka-
liðnum hjá Birmingham.
Nú byrja teir fyrstu av
teimum gott 2.000 áskoðar-
unum at koma á leikvøllin.
Hesir taka allir eina dystar-
skrá, sum liggja í pappeskj-
um, har sum innkrevjarnir
standa. Tað kostar umleið 7
bretsk pund at sleppa inn.
Onkur viðhaldsfólk selja
veddingarseðlar, har fólk
kunnu vedda um úrslitið.
Hvar leiðin gongur hjá við-
haldsfólkunum á leikvølli-
num, veldst um hvørjum
tey stuðla. HB og B36 deila
heimavøllin, sum annars er
ogn hjá býarstýrinum. Men
feløgini hava hvør sítt
felagshús við skiftirúmum
og
áskoðaraplássum.
Áskoðaraplássini í felags-
húsunum eru identisk og
eru á somu síðu á vøllinum.
Bæði feløgini hava pláss til
uml. 600 áskoðarar við
felagshúsini hjá sær. Tey
flestu í HB-skýlinum halda,
at talan verður um ein
tættan dyst, eins tætt og tað
er tað í oddinum, í føroysku
liguni. Tað er ein glaður
rómur millum áskoðarnar,
men eingin syngur enn.
Football´s
comin home
Friðurin verður brotin við
»Football´s comin home«,
sum verður spældur gjøgn-
um leikvøllar-hátalarnar. Av
tí, at hetta er heimadysturin
hjá B36, so ganga spæl-
ararnir inn á vøllin frá B36-
húsinum, sjálvt um HB-
spælararnir hava skift í HB-
húsinum. Ein maður slær
uppá trummu í HB-skýli-
num. Hann spennir hvørja
lykkju og leggur so nógv
fyri, at hann hevði staðið
royndina hjá teimum strang-
astu heilsu- og trygdarleið-
arunum. Ein maður við
einum snøggum yvirskeggi
sigur, at hjarta hansara
pumpar fyri HB, men hann
gevur B36 nøkur lovorð fyri
at verða eitt gott fótbólts-
felag. Áðrenn dystin er tøgn
í ein minutt fyri at minnast
tey, sum eru deyð í ferðsluni
seinasta árið. Frammanfyri
leikarnar standa nøkur ung-
fólk við FIFA FAIR PLAY
fløggum.
Toftir
Dysturin verður leiktur við
rættuliga høgari leikferð.
Graslíkið hevur sín lut í
høgu leikferðini. Áðrenn
tann fyrsti graslíkisvøllurin
kom í Gundadali í 1986
leiktu liðini á grúsvallum.
Tað
nýggja
undirlagið
hevur verið høvuðsorsøkin
til menningina av føroyskum
fótbólti, og fólk vóna nú, at
fjórða ættarliðsvøllir fara at
verða góðkendir av FIFA
og UEFA. Tað hevði hjálpt
føroyska landsliðnum stór-
liga. Tá Føroyar byrjaðu at
taka lut í altjóða kappingum
í 1990, mátti landsliðið
leika
heimadystirnar
í
Svøríki, tí tá vóru eingir
grasvøllir í Føroyum. Tá
lítið av flatari jørð var tøk
máttu føroyingar gera nøkur
ekstrem tiltøk, fyri at fáa til
vega ein grasvøll. 50 tons
av dynamitti vóru nýtt fyri
at spreingja burtur eina
rúgvu av klettum og steinum
við bygdina Toftir (sum
hevur 1.000 íbúgvar) fyri at
fáa ein grasvøll, sum kundi
lúka treytirnar hjá FIFA.
Tofta Leikvøllir høvdu ein
áskoðarakapasitet, sum er 6
ferðir størri enn íbúgvaratali
í bygdini, og mótstøðuliðini
hjá Føroyum hataðu at leika
har. Eftir at hava lent í
Føroyum vórðu mótstøðu-
lið, sum Spania og Skottland
tvungin at koyra ein tíma
við bussi, har teir koyrdu
framvið lítlum bygdum og
lítlum húsum, áðrenn teir
komu til Toftir. Fyrr máttu
leikarnir eisini sigla við
ferju, áðrenn teir komu til
gistingarhúsið. Sjálvt um
vindar blása, og bylgjur
bróta, so slepst ikki undan
at tann útlendski ferða-
maðurin verður hugtikin av
tí ótrúliga útsýninum við
teimum grønu fjallatind-
unum, sum strekki seg líka
niður til havið. Eisini gerast
teir hugtiknir av stóra
fótbóltsáhuganum.
Sjálvt
tær minnu bygdirnar hava
ein graslíkisvøll.
Tórshavn
Í 1997 var trýstið stórt í
Tórshavn fyri at fáa ein
grasvøll, sum kundi hýsa
altjóða dystum. Verkætlarnir
vóru lagdar fram, sum vístu
ein nýggjan, snøggan leik-
vøll beint við leikvøllin í
Gundadali. Men verkætlan-
in, sum alt endaði við var
syrgiliga øðrvísi enn upp-
runa-verkætlanin. Tórsvøll-
ur minnir mest um altjóða
landhockey-leikvøllin
í
Milton Keynes, við sínum
áskoðaraplássum við ong-
um taki. Um nakar tjóðar-
vøllur skuldi havt tak, so
skuldi tað verið tann í
Føroyum, sum hevur 15
regndagar um mánaðin.
Viðhaldsfólkunum
dáma
betri leikvøllin í Gundadali.
»Tað er meira tætt, og
atmosferan er betri« greiðir
ein áskoðari frá. Alt er
relativt. Gundadalur hevur
ein grasbakka við nøkrum
træbonkum, sum ikki lúka
bretskum standardkrøvum.
Ein á rennur ikki so langt
frá tí eina málinum, og
seyður stendur á beiti tætt
við leikvøllin.
Kvinnan við
trummuni
HB-viðhaldsfólkini syngja
»HB«, meðan B36-við-
haldsfólkini syngja »B36«.
Ein kvinna stendur fremst í
HB-húsinum og slær uppá
eina lítla trummu, og roynir
at eggja viðhaldsfólkinum.
Talan er um mammuna hjá
nr. 5 hjá HB. »Hon er ein
ógvuliga íðin kvinna. Hon
rópar eisini tá hon er ósamd
við dómaranum. Serliga tá
teir taka avgerðir, sum raka
sonin hjá henni (Rasmus
Nolsøe red.).« Kvinnan er
kortini kúrr tá B36 leggur
seg á odda. Og hon gerst
meiri kúrr tá B36 skorar sítt
næsta mál. Á teimum uttan-
veltaðu áskoðaraplássunum
hinumegin situr ein bólkur
við tilkomnum áskoðarum.
Stuðlar hjá báðum liðum
sita saman. Tann eini býr
beint við leikvøllin, og
hesir møtast allir hjá tí
manninum áðrenn hvørja
grannauppgerð
fyri
at
drekka eina øl. Tað er sjálv-
sagt meiri rómur í B36-
skýlinum, men viðhalds-
fólkini eru óttafull. »HB
eru akkurát, sum Týskland.
Teir skora altíð.« greiðir ein
frá. Men tað er B36, sum
skorar tað næsta málið til
støðuna 3-0. Síðani fáa teir
fjórða, fimta og sætta málið
uttan, at HB svarar aftur.
»HB, HB« syngja B36-
viðhaldsfólkini speirekandi
meðan tey venda sær ímóti
HB-skýlinum. Ein kennir á
sær, at tey ikki vilja øsa tey
ov nógv. Tey vilja bara hava
eitt sindur av stuttleika
uppá teirra rokning. HB-
viðhaldsfólkini,
sum
skunda sær avstað, eru ov
upptikin at leggja merki til
sangin.
Óbi
Aftaná dystin, sita B36-
arnir í umklæðingarrúmi-
num og syngja á enskum:
»Football´s comin home«.
Tey flestu ungu í Føroyum
tosa enskt. Tað ger nigerian-
ski áleyparin Obele Okeke
Onyebuchi eisini. Hann
byrjaði sína yrkisleið í
Póllandi, flutti síðani til
Serbia,
og
hagani
til
Svøríki. Eftir hetta syrgdi
Kærleiksoyggin 2 (2)
Fagnaðurin var stórur
í B36-leguni, tá Bergur
Midjord og hinir í B36
fingu hevnd fyri 8-2 tapið
í 1991
Jón heldur fram í AB
AB hevur á heimasíðuni boðað frá, at teir hava gjørt
nýggjan sáttmála við Jón Nielsen. Sørvingurin er
kanska best kendur frá flogbóltinum, har hann er
fastur partur av landsliðnum, men eisini í fótbóltinum
hevur hann gjørt vart við seg. Bæði sum hart arbeið-
andi miðvallari og sum vandamikil áleypari. Við
heimasíðuna hjá AB sigur Jón, at hann hevur trivist
væl á Argjum, og at hann tí er fegin um at kunna halda
fram í felagnum.
Nygaard til Danmarkar at spæla
Hálvi tvøramaðurin Marc Nygaard skiftir úr enska felagnum QPR til
danska Randers at spæla. Marc Nygaard hevur nógvu seinnu árini spælt í
útlandinum, men nú leitar álopsspælarin við føroysku ættarbondunum
heimaftur til Danmarkar. 31 ára gamli Marc Nygaard skiftir nú til Randers
at spæla. Síðani 2005 hevur Marc Nygaard spælt fyri enska felagið Queens
Park Rangers, og áðrenn tað spældi hann í hollendskum, belgiskum og
italskum fótbólti. Hann hevur spælt seks A-landsdystir fyri Danmark.