Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2008 27 tíðindi umboðsmaðurin hjá honum fyri, at hann kom til Føroya. »At búgva her var ógvuliga torført í byrjanini. Fólk spurdu meg hvat tramin eg gjørdi i einum staði, sum tey ongantíð høvdu hoyrt um. Tú spælir ikki á grasi, og tú fært skaðar. Men ein venur seg við tað, og eg eri glaður fyri at verða her. Tað er ógvuliga friðaligt her, og her er einki mutur. Fólkini eru vinarlig, og hava álit á hvørjum øðrum. Fólk kunnu fara út, uttan at noyðast at steingja dyrnar. Og tað er eisini eitt gott land, um tú vilt hava eina familju. Eisini tá tað kemur til útbúgvingar.« Útlendskir leikarar, sum Onyebuchi forvinna eina upphædd um mánaðin, sum svarar til umleið 2.000 bretsk pund um mánaðin. Hesir kunnu leggja aftrat inntøku sínari við at arbeiða við síðunnar av. Sum oftast í fiskiídnaðinum. Fiskivinn­ an er kongurin í Føroyum. 97% av føroyska útflutning­ inum eru fiskavørur. Ferða­ fólk, sum eru troytt av náttúrliga vakurleikanum í oyggjunum, verða eggjað at fara ein túr við einum fiski­ báti. Eitt virki hevur enntá umskrivað víðagitnu orðini hjá Bill Shankly: »At fiska er ikki ein spurningur um lív ella deyða. Tað er meiri týdningarmikið enn so.« Tottenham- viðhaldsmaður Í barrinum kring Havnina fegnast B36­viðhaldsfólkini um 6­0 sigurin. Tann eini situr við einum glasi við whisky og smírist: »B36 hevur alt at siga fyri meg. Men kappingin ímillum okkum er vinarlig. Vit taka í hondina hjá hvørjum øðrum aftaná ein dyst.« Maðurin er ikki ein eitt­ felagsmaður. »Eg eri eisini Tottenham­viðhaldsmaður. Tað er tí eg havi lurtað eftir BBC í nógv ár. Eg stuðli Tottenham orsaka av Jimmy Greaves. Tottenham spældu ein UEFA­cup dyst í Íslandi. Og eg fór einsamallur tað longu leið fyri at síggja teir. Fólk hildu meg verða eitt sindur svakan, men eg elski Tottenham Hotspur.« Knappliga stemmar hann í ein sang: »Spurs are on their way to Wembley.« Ein annar áskoðari gongur framvið og rópar »at vinna á HB er betri enn sex.« Jákup Mørk er fótbóltstíð­ indamaður fyri blaðið »Sosialurin«, sum er størst í Føroyum, og sum hevur eitt upplag, sum liggur millum 6.000 og 9.000. Blaðið hevur tríggjar mans í starvi, sum skriva um fótbólt. Við meir enn 5.000 skrásettum leikarum – meir enn 10% av fólkinum – er sjálvsagt, at fólk elska fót­ bólt. Men tað tekur eitt sindur av tíð at útleggja felagsnøvnini, sum eru ein villingarsom samanseting av akronymum: GÍ, NSÍ, KÍ, ÍF, VB/S, EB/S. Eg kann ikki viðmæla at lesa støðuna í føroysku liguni, aftaná nakrar øl. Mørk spældi við B36 inntil hann var 24 ár. »Tað var ein góð hjálp tá eg byrjaði, sum ítróttarblaðmaður. Tí tá kendi eg meginpartin av leikarunum. Men tað hevur eisini verið ein ávís forðing. Tí fólk hava hildið meg verða partískan, tá tað kemur til B36« Kríggið Ein annar maður kemur til borðið. »Hvar ert tú frá?« spyr hann. Eg svari: »Man­ chester«. »Úr Manchester sjálvum, Bolton, Wigan, Bury, Macclesfield, Stock­ port ella Rochdale?« sigur hann avgjørdur, og nevnir nøvnini á øllum fótbólts­ liðunum úr Manchester­ økinum. Heri Simonsen er vøllarvarpari, fæst eitt sindur við undirhald og er væl fyri, tá tað kemur til at greiða frá føroyskum við­ urskiftum. Vit heilsa eisini uppá tað føroysku »Victoriu Beckham«, sum er skjót at svara skemtandi: »Jamen eg eri vakrari!«, og er hon av sonnum er vakrari. Sim­ onsen bjóðar sær at koyra meg oman í býin. BBC 5 Live hoyrist í bilútvarps­ tólinum. »Hetta er ein av orsøkunum til, at enskur fótbóltur er so væl umtóktur í Føroyum.« sigur hann. Sannleikin er, at orsøkin til tess gongur nógv longur aftur í tíðina. Til tíðina tá filmurin »The Arsenal Stadium Mystery« var sýndur í Føroyum uml. 1940. »Nógvir eldri menn, sum í dag eru í 80­unum halda við Arsenal orsaka av tí filminum.« Greiðir Simonsen frá. Men hann leggur aftrat, at veruliga orsøkin til, at enskur fótbóltur er so væl umtóktur er orsaka av krígnum. »9. apríl í 1940 var móðirlandið hertikið av nasistunum. Men vit vóru heppin. Tí tríggar dagar seinni bjarg­ aðu bretar okkum undan einari fíggindaligari her­ tøku. Føroysk før sigldu til Grimsby, Hull og Aberdeen fyri at stuðla tí bretska fiskamarknaðinum, gjøgn­ um øll krígsárini. Føroying­ ar mistu 250 sjómenn hesi árini, næstan eitt prosent av fólkinum. 25. apríl í 1940, 16 dagar aftaná, at Danmark var hertikið, og 13 dagar aftaná, at Føroyar vóru hertiknar. Tá gav Winston Churchill boð um, at øll føroysk skip skuldu nýta føroyskt flagg.« Simonsen, sum er bretsktsinnaður hermir eftir røddini og vørruni hjá Churchill, tá hann endurgevur boðini hjá Churchill. »Túsindtals her­ menn komu til oyggjarnar. Teir bygdu flogvøllin, men teir brúktu eisini nógva tíð uppá at spæla fótbólt. Og ein kapping var millum tær bretsku herdeildirnar, og eitt úrvalslið við teimum bestu HB og B36­leikarun­ um. Kappingin fekk navnið »The War Cup«. Men trot var á bóltum í 1944, og tá var eingin kapping. Fólk siga, at fótbóltsspælið batn­ aði nógv undir krígnum. Tað fyrsta føroyska meist­ araskapið var hildið í 1942. Nógv fólk í Føroyum byrj­ aðu at lurta eftir BBC undir krígnum, og tað góvust tey ongantíð við. Áhugin fyri enskum fótbólti bleiv veru­ liga vaktur. Flogvanlukkan hjá Manchester United, og tey stóru Liverpool­liðini í 1970­unum og 1980­unum øktu bara um áhugan.« Jákup á Borg Vit eru í Cafe Nátúr. Best umtókta staðnum í Tórs­ havn. Tveir tímar eru farnir síðani dystin. Jákup á Borg – tað nærmasta ein kemur einari superstjørnu í Føroy­ um – er ikki komin vegin fram. Á Borg, sum hevur royndarvant við Watford og Liverpool gav mongum ein skelk, tá hann flutti úr B36 og yvir til HB. Tað neit so fast, at B36­leiðslan bað um at fáa felags­klædningin aftur. Á Borg selur bilar, og er ein stórur fiskur í einum lítlum norðuratlantiskum hyli. Øll kenna hann. Men sjálvandi, her kenna øll hvønn annan. Tá vit møtast dagin fyri dystin fyrislær »Fourfourtwo«, at vit skulu møtast til ein lítlan kaffi­ munn. Á Borg smírist: »Vit kunnu taka nakrar øl, aftaná dystin í morgin.« Hann hevði óivað ikki roknað við, at skula tapa 6­0 í ein­ um derby­dysti ímóti sínum gamla felagi. Eg ringi aftur og aftur á fartelefonina hjá honum. Men tað er skilligt, at hann tímir ikki at koma. Serliga nú, tá Café Nátúr er blivið eitt B36­økið burtur av. Niðriundir sita sigursæl viðhaldsfólk, meðan vakrar gentir fylla hinar stólarnar. Nógvar av teimum eru har í vónini, fyri at komu í tal við onkrar av leikarunum. Har eru fitt av leikarum. Parttíðar yrkisleikarar, sum sita og njóta eina øl. Mikkjal Thomassen Ein av teimum er Mikkjal Thomassen. Tá hann ikki leikar á miðvøllinum fyri B36 ímóti B68, EB, HB, VB, ella fyri føroyska landsliðið ímóti leikarum, sum Ballack, tá starvast hann, sum detektivur í før­ oyska løgregluliðnum. Hann nýtir sína arbeiðsorku at finna út av hvør hevur framt tær fáa brotsgerðirnar, sum tey 48.290 fólkini á oyggjunum kunnu finna uppá. Onkur grovar kyns­ ligar brotsgerðir eru, sum skemma hesa myndina. Og onkrar lokalar ósemjur eru, sum órógva tað annars friðarliga lívið á teimum 18 oyggjunum, har lásasmiðir ikki hava nógv at gera. Fót­ bólturin hevur verið góður fyri Mikkjal. »Eg havi verið runt alt Evropa og leikt fótbólt. Men tað hevur ikki mína fremstu raðfesting. Tað hevur familjan og arbeiðið.« Onkur av lið­ feløgunum er í holt við ta triðju ølina. Allir skulu til arbeiðis dagin eftir. Teir venja fýra ferðir um vikuna, og um fýra dagar skulu teir leika ein Champions League­undandyst niðri í Malta. Teir vita einki um maltesiska mótstøðuliðið, og teir vænta ikki, at finna út av nøkrum, sum helst áðrenn dystin. Sum spælar­ nir fara heim, er framvegis ljóst uttanfyri. Ein, sum situr í nevndini hjá B36 skínur sum ein sól. Hann kann ikki gevast at hugsa um 8­2 ósigurin fyri 15 árum síðani. »Vit hava ong­ antíð hevnt tað tapið. Ikki fyrr enn í dag.« Og hvussu fer hann at feira hendan sigurin, spyr Fourfourtwo mannin? Og meðan vit bíða eftir einum svari, sum fevnir um eina stóra drykkjuveitslu, svarar hann: »Eg haldi vit fara at fáa okkum ein kaffi­ munn, og spæla poker. Men ikki meir enn tað” sigur hann smílandi.« Andy Mitten, sum starvast á Fourfourtwo, var á sumri í 2006 á Føroyavitjan. Úrslitið av vitjanini verður nú givið út í bók saman við 19 øðrum grannauppgerðum Hattrick í stórsigri Rógvi Jacobsen skoraði trý mál, tá Hødd í gjár spældi venjingardyst. Dysturin var móti Hareid, sum spælir í triðju bestu norsku deildini. Og tað gekk bara mikið væl hjá Rógva og liðfeløg­ unum. Hødd vann dystin ikki minni enn 8­0, og føroyski áleyparin gjørdi altso trý av málunum. Cole tryggjaði Chelsea finalusess Dreymurin hjá Everton endaði í tárum, tá teir ruku út úr Carling Cup, eftir ósigur á heimavølli móti vinnarunum frá í fjør, Chelsea. Joe Cole skoraði sigursmálið í øðrum hálvleiki, tá Chelsea í gjárkvøldið vunnu ein samanlagdan 3­1 sigur móti Everton, sum samstundis tryggjar teimum pláss í finaluni í Carling Cup. Vinnararnar frá í fjør høvdu longu eina 2­1 leiðslu í skjáttuni frá dystinum á Stamford Bridge, og teir bara øktu um hesa leiðslu, við einum vøkrum uppspæli og máli, í einum annars skuffandi dysti á Goodison Park. Heimaliðið hótti sjálvdan við at bróta ígjøgnum Chelsea verjuna, og besta løta teirra kom 10 minuttir innan málið hjá gestunum. Petr Cech mátti tá tvær ferðir vera klárur at bjarga, tá Phil Neville og Phil Jagielka royndu seg.