hósdagur 24. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 17 - 24. januar 2008 ]
Hóast FSF púrasta
tykist hava slept
ætlanunum um
eina fótbóltshøll, so
hava tey á Toftum
framvegis vónina um,
at Svangaskarð skal
verða karmur um
slíka høll
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Upprunaliga var Svanga
skarð partur av kapprenn
ingini við Skálabotn um
rættin til tær 12 UEFAmilli
ónirnar, sum FSF hevði
ætlað til eina fótbóltshøll.
Men síðani valið fall á
høllina í Skálabotni, hevur
verið rættiliga friðarligt við
tosinum um eina høll á
Svangaskarði.
Ballón á
Svangaskarði
Men hetta merkir tó ikki, at
ætlanin um eina høll á Toft
um er slept. Heldur ikki,
hóast FSFútmeldingin nú
sigur, at tankarnir um menn
ing av føroyskum fótbólti
verða vendir aðrar vegir
enn móti eini fótbóltshøll.
Vit hava í eina tíð havt
varhugan av, at ætlaða høll
in í Skálabotni kanska varð
av ongum. So vit hava eisini
skavað nakað í ætlanini,
sum á sinni varð send inn
av Toftum, sigur Símun
Johannesen, sum er borgar
stjóri á Toftum.
Heilt ítøkiliga hava vit
ikki nakra lidna ætlan, sum
vit nú kunnu leggja fram,
men vit hava kannað nøkur
viðurskifti. Og her tykist
mest upplagda loysnin vera
ein sonevnd ballónhøll.
Tað vil siga ein høll, har ein
luftbobla at kalla verður
løgd yvir Svangaskarð.
Tá vit av fyrstan tíð
hoyrdu um hendan møgu
leikan, hildu vit, at hetta
kanska ljóðaði dekan ov
smart. Men vit hava kannað
hesar loysnirnar, og tað er
helst
besti
møguleikin.
Fram um ætlanina at gera
ein nýggja høll, so hevur
hetta tann fyrimunin, at vit
longu hava allar fasilitetir
við vøllin á Svangaskarði.
Tí snýr tað seg um at
inniloka vøllin og møguliga
húsið við. Og síðani at
skifta
grasið
út
við
graslíkið.
Vit vita, at bæði í Íslandi
og í Noreg eru slíkar hallir
ávegis. Framleiðarin sten
dur inni fyri, at høllin tolir í
minsta lagi 70 m/s í vind
megi, so vit meta okkum
heilt avgjørt hava eitt sera
gott alternativ til nú sleptu
ætlanini í Skálabotni, sigur
borgarstjórin.
Borgarstjórin sigur ikki
nakað um kostnaðin. Men
sum Sosialurin hevur skilt,
so liggur kostnaðarmetingin
av eini høll á Svangaskarði
um tær 20 milliónirnar. FSF
hevur ikki sagt alment,
hvørjum tølum roknað varð
við í Skálabotni. Men í fjør
vórðu tøl sum 60 milliónir
nevnd, og við teimum
príshækkingum, sum síðani
hava verið, er als ikki
veruleikafjart at hugsa sær,
at
endaligi
kostnaðurin
vildi verið onkra staðni
millum 60 og 80 milliónir.
Hava sent áminning
Formliga hevur Svanga
skarð ikki verið partur av
nakrari hallarætlan, síðani
avgerðin á sinni fall á
ætlanina í Skálabotni. Og
hóast toftamenn ikki hava
nakra lidna ætlan her og nú,
so hava teir mint FSF á
teirra møguleika.
Tað er jú nakað av tíð
síðani, at tað vóru tekin um
trupulleikar við høllini í
Skálabotni. Og at tann
ætlanin soleiðis kundi detta
niðurfyri. Vit gjørdu tí av at
senda FSF eitt skriv, har vit
mintu á, at vit eisini høvdu
latið umsókn inn. Okkara
fatan var og er, at gjørdist
støðan tann, at Skálabotnur
ikki bleiv veruleiki, so eiga
vit at fáa møguleikan at
leggja hesa ætlanina fram.
Men FSF sigur, at tað nú
skal
arbeiðast
skjótt.
Hvussu skjótt kunnu tit
hava eitt liðugt projekt um
nýggja fótbóltshøll klárt?
Enn hava vit ikki gjørt
eina ítøkiliga ætlan. Men
nú hin ætlanin er slept, seta
vit sjálvandi ferð á. Okkara
vón er í øllum førum, at vit
fáa tann møguleikan, sum
vit halda okkum hava rætt
til. Og vit halda eisini, at
tað fyri føroyskan fótbólt
vildi verið stórt spell, um
eingin fótbóltshøll verður
bygd í Eysturoynni. Og tað
er so heldur ikki bara fót
bólturin, sum kann fáa gleði
av slíkari høll, sigur Símun
Johannesen.
Veteranarnir hjá
Kyndli fingu av at
vita, tá teir vitjaðu á
Skála
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
StÍF hevur meira enn trý
kvart bein í steypafinaluni,
nú teir hava spælt fyrru
hálvfinaluna
móti
aðru
deild hjá Kyndli.
Dysturin
mikuvkøldið
var sjáldan nakað serliga
spennandi. Ikki minst gjørdi
StÍF ein vørr tíðliga í seinna
hálvleiki, tá teir øktu upp í
279. Og hóast Kyndil
skapti eina stóra sensatión í
fjórðingsfinaluni móti VÍF,
so er hetta væl tann mun
urin, sum eigur at vera mill
um fremsta føroyska mans
liðið og eitt lið, mannað av
spælarum, sum vóru á
tindunum fyri skjótt fleiri
árum síðani.
Aftur hálvfinalur í kvøld
Bæði í Hoyvík og í Runavík verður talan um hálvfinalur í
steypakappingini í hondbólti í kvøld. Í Hoyvík tekur
mansliðið hjá H71 móti Kyndli í einum dysti, sum líkist
eini sera intensari grannauppgerð millum tvey lið, ið
einvíst stíla eftir steypafinaluni. Bæði Tjaldur og Kyndil
hava helst tikið fleiri á bóli við at vinna sær vegin fram til
hálvfinaluna, og í kvøld verður fyrra slagið teirra millum
um, hvat av liðunum skal koma í finaluna, har Stjørnan
helst verður mótstøðuliðið.
Enn ein stórsigur til Danmark
Tað sær út til at gerast trupult at steðga danska landsliðnum við EM,
har teir higartil hava víst stóra styrki. Í fyrradagin hølvaðu teir Kroatia
av við tíggju málum, og í gjárkvøldið fekk Pólland sama stórtap, tá ið
Danmark vann 3626, eftir at hálvleiksstøðan var 1713 til Danmark.
Aftur hesa ferð spældi málverjin, Kasper Hvidt, ein stórdyst. Lasse
Boesen gjørdist danskur toppskútti við átta málum, meðan hálvi føroy
ingurin, Hans Lindberg, skoraði fýra mál. Tá Noreg tapti 2933 fyri
Slovenia, er Danmark nú á fyrsta plássi í sínum bólki í miðumfarinum.
Ein dystur er eftir, og tað skal eitt størri undur til, áðrenn Danmark
rýkur úr. Um tað skal lata seg gera, skal Slovenia vinna við heili 33 málum á Danmark í kvøld.
StÍF-Kyndil II 37-15 (13-7)
Eingin sensatión hesaferð
StÍF-Kyndil II 37-15 (13-7)
10 min: 3-2
20 min: 10-4
40 min: 22-8
50 min: 31-13
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 14(2), Leivur Justinussen 6,
Bárður Danielsen 5, Bent Djurhuus 4, Danni Syhler 3,
David Edvardsen 2, André F. Danielsen 2
Kyndil II: Rúni Johansen 6(1), Jónleif Sólsker 4, Dia Mid-
jord 2, Uni Wardum 2(1), Birgir Hansen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 5
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA
Hóast Stjørnan
mangan hevur havt
tað trupult í Vági, so
var ongur slingur í
valsinum hjá klaks
víkarkvinnum í
hálvfinaluni í steypa
kappingini í kvøld
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stjørnan fekk flúgvandi
byrjan í fyrru hálvfinaluni
millum liðini í Vági í
gjárkvøldið. Stjørnan legði
seg á odda heili 112. So
kom VB eitt sindur fyri seg,
og í hálvleikinum var støð
an 1611 til Stjørnuna.
VB kláraði tó ongantíð at
fáa fatur á Stjørnuni aftur,
og kvinnurnar úr Klaksvík
koyrdu ein tryggan sigur
heim.
Harvið hevur Stjørnan
gott útgangstøði til seinnu
hálvfinaluna, sum verður
spæld í Klaksvík um eina
viku.
VB-Stjørnan 22-28 (11-16)
10 min: 2-8
20 min: 7-12
40 min: 16-19
50 min: 16-23
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 10(3), Laila Jespersen 5, Theresa
Joensen 2, Monika Samuelsen 2, Una Egilsdóttir 1, Svava
Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 10(3), Durita Christophersen
8, Durita Ljósstein 3(1), Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen
1
Brotskøst: VB 5, Stjørnan 4
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Sámal Paulason.
FAKTA
VB-Stjørnan 22-28(11-16):
Stjørnan vann í Vági
Hava ikki slept høllini
Sum skilst, so kann ein fótbóltshøll byggjast á verandi stadion við Svangaskarð fyri umleið 20
milliónir