hósdagur 24. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Sigmund var giftur við
Onnu Margrethu Fredrikku
Andreassen úr húsinum
yviri í Dali við Konga
brúnna. Hon var dóttir
skræddaran Andreas And
reassen úr Norðradali og
Onnu Elisabeth Johannes
dóttir úr Skopun. Tveir
beiggjar hennara vóru Poli
og Jens í Dali.
Sigmund var jarnsmiður
sum pápin. Hann fór sum
ungur út at sigla við skipi
num Frederiksvaag, sum
gamli Restorff átti og sonur
hansara Johan førdi.
Sjálvur hevði hann lært
smiðjakynstrið av pápanum.
Tá ið hann helt uppat at
sigla, fór Sigmund at arb
eiða á verkstaði í Keyp
mannahavn, har hann var
nøkur ár.
Tá ið mamman doyði í
1892 bað pápin Sigmund
um at koma heim fyri at
yvirtaka húsarhaldið og
smiðjuna.
Sigmund og Margretha
komu so heim við Lauru.
Margretha hevði tá verið
niðri i fýra ár, har hon hevði
verið í ymiskum plássum.
Millum annað hevði hon
verið á Grundtvigs fólka
háskúla í Marienlyst. Hon
hevði tænt hjá hattamanni
num Ludvig Pahl og hildið
hús hjá sjónleikarkvinnuni
Juliu Scheker.
Tey giftust 7. desember
1892.
Fyrstu tíðina búðu tey hjá
pápanum á Argjum. Her
var nógv at takast við.
Millum annað skuldi berast
døgurði hvønn dag til teirra,
sum arbeiddu í smiðjuni í
Grind.
Umframt
Niels,
pápin, Jóhan, beiggin, og
Sigmund mundu eisini vera
lærudreingir, og vóru teir
av bygd, búðu teir hjá læru
meistaranum.
Men tá ið pápin doyði,
vildi Sigmund flyta til
Havnar. Hann keypti grund
stykki av Konradbø. Tá ið
útgrivið var, vísti tað seg, at
so mikið av gróti var á
stykkinum, at eini hús vóru
bygd burtur úr. Hetta var í
1902. Hesi snøggu grót
húsini í Dr. Jacobsensgøtu
23 standa enn sum eitt
minni um Sigmund og hans
ara hegni.
Smiðjan
Tveir eldar vóru í smiðjuni.
Jóhan blásti bjølginum til
tann innara eldin, har Sig
mund stóð við amboltin
innanfyri við eini lítlari
sleggju, meðan ein ella
tveir menn stóðu uttan fyri
amboltin og slerdu við
stórum sleggjum. Tá ið
jarnið var passaliga reytt,
var tað tikið úr eldinum, og
tá kundi smiðurin evna tað
til knívar, hakar, torvskerar,
spakar, líggjar og annað.
Í smiðjuni var nógv at
takast við, millum annað
var nógv at gera við
skipini.
Tá ið roykur sást suðuri í
fjørðinum varð hugt eftir,
um hann mundi koma av
trolara, tí so mátti Sigmund
fáa boð í skundi um, at eitt
far var á veg inn á Havnina.
Tað ráddi um at vera fyrstur
umborð, tí stór kapping var
millum smiðurnar.
Eitt av hesum skipum var
ein bátur úr Tróndheimi,
har øll brúgvin var farin, og
varð hetta afturgjørt av
smiðjuni hjá Sigmundi. Eitt
annað stórarbeiði var um
byggingin av línubátinum
Grani, ið Christian Evensen
hevði keypt frá Mortensen
á Tvøroyri í 1915. Her var
næstan alt gjørt av nýggj
um.
Í 1912 var vaksið um
smiðjuna við einum tilbyg
ningi í tveimum hæddum.
Tann niðara hæddin varð
nýtt til verkstað fyri tey
fínari amboðini. Hetta eru
húsini sum í dag eru Bøgøta
1, beint yvirav smiðjuni í
Lítluvík.
Sigmundur var góður
smiður og samvitskufullur
meistari. Honum dámdi
ikki, at menn sum høvdu
lært hjá honum, skuldu
noyðast at fara at læra
umaftur, tá ið teir komu
niður at lesa til maskin
meistara. Hann arbeiddi tí
fyri at fáa smiðju sína
viðurkenda av statinum, so
hann kundi lata lærubræv,
tá ið lærutíðin var úti.
Smiðjan hjá Sigmundi varð
tískil tann fyrsta í Føroyum,
sum fekk hesa statsviður
kenning.
Sigmund for undir at
virka fyri grótídnaði, tá ið
beiggin Jákup Andreas var
vorðin gamal og ikki orkaði
longur.
Grótvirkið
var
stovnað í 1929. Sigmund
gekk eisini heitt inn fyri
hesum tiltaki, sum hann
vónaði kundi vera til frama
fyri land og fólk. Tað varð
nógv arbeiði gjørt fyri fáa í
lag útflutning av gróti til
Danmarkar, og tá hetta
langt um leingi tyktist at
kunna bera til, brast annar
heimsbardagi á.
Dyggi smeiturin
Sigmund og Gretha fingu
dyggan smeit, tá ið tey
mistu teirra einasta son.
Andreas druknaði 23 ára
gamal í 1918 á Trongis
vágsfirði. Hann var farin á
fjørðin við einum seglbáti,
men hann kollsigldi. Nú
var eingin at taka smiðjuna
eftir hann.
Sigmund andaðist 10.
juni 1941, 72 ára gamal.
Margretha doyði 74 ára
gomul tann 12. februar
sama ár. Tey bæði áttu átta
døtur umframt Andrias.
Døturnar gjørdust kendar
sum konubrot.
Eisini hjartarúm
Tey bæði fingu eisini prógv
að, at har tað er hjartarúm
er eisini húsrúm. Í 1914
kom systkinabarn Grethu,
Jens Fredrik Jensen, heim
úr Íslandi. Kona hansara
var deyð frá níggju børnum,
og nú kom hann heim við
nøkrum av børnunum at fáa
tey “avsett” til sína ætt.
Tveir synir, Óskar og Na
poleon, komu í fyrsta um
fari at búgva hjá teimum.
Oskar flutti nokk so skjótt
til Tummas Askham, men
Napoleon var verandi sum
ein sonur í húsinum. Oskar
livir enn í Íslandi 101 ára
gamal.
Sigmund og Gretha vórðu
jarðað í gamla kirkjugarði
saman við soninum Dia.
Keldur:
Argjamenn eftir Niels J Arge
FF-blaðið
SigmunD og grEtha
mistu teirra einasta son
Ein ætt sum er rættuliga væl umboðað í gamla kirkjugarði er Argeættin. Upprunin til hana er Andrass
Mortansson, sum bygdi Argir. Hansara fjórði sonur var Niels Lassen Arge. Yngsti sonur Niels var Sigmund
Zacharias Arge.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Andrias sum druknaði 23 ára
gamal
Sigmund og Gretha við øllum børnunum. Aftast f.v.: Bette (1897), Sigmund, Ninna (1899), Dia
(1894), og Mia (1893). Miðraðið: Lilla (1896), Frida (1902), Signa (1907), Gretha, Liffa (1904).
Fremst Elsa (1900).
HER HVILER VOR
ENESTE SØN OG BRODER
ANDREAS ARGE
F 1894 D. 1916
EN TING HAR JEG
BEGÆRET AF HERREN.
JEG VIL SØGE EFTER, AT
JEG MAA BO I HERRENS
HUS ALLE MINE LEVE-
DAGE, THI HAN SKAL
GEMME MIG I SIN HYTTE
PAA DEN ONDE DAG
Á plátuni stendur:
SIGMUND Z ARGE 1870-
1941
ANNA MARGRETHE ARGE
F. ANDREASSEN
1868-1941
Sigmund og brøðurnir laðaðu hesi húsini við Dr. Jacobsensgøtu
fyrst í farnu øld. Teir laðaðu eitt umfar um dagin.
Smiðjan sum Niels L Arge bygdi í 1884 er til vinstru á myndini
við flagtaki. Sigmund bygdi seinni uppí hesa smiðju.
næstu ferð
Komandi frásøgn verður
um Elsebeth Anthoniussen,
vanliga kalla Ebba. Hon var
alt lívið álitið í húsinum hjá
son gamla Restorff,
Andreas William og konu
hansara Helenu.
Nr. 17 - 24. januar 2008