Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 25. januar 2008 3 Søkt verður eftir fólki at veita tænastu innan kassaskipanir og netverk. Um tú hevur royndir innan økið, er tað ein fyrimunur, men hetta er tó eingin treyt. Vit geva upplæring til starvið. Koyrikort krevst. Starvið skal setast sum skjótast. Vit leggja stóran dent á, at tú megnar at arbeiða sjálv støðugt og hevur góð samstarvsevni. Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góðan røkiskap. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv í eini spennandi fyritøku í støðugari menning. Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu okkara millum. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hans Jákup Ellingsgaard, stjóra, á telefon 598888. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. februar 2008. Merk brævbjálvan ” Umsókn eftir starvsfólki”. Send um- sóknina til: STARVSFÓLK TIL TERA Í løtuni kann Tera bjóða hesi forrit: ▶ Snartollarin ▶ Elektroniska fakturaskipan ▶ Kassaskipan ▶ Avreiðingarskipan ▶ Klokkuskipan ▶ Projektstýring Eitt spennandi fulltíðarstav sum tænastufólk hjá TERA er leyst at søkja Boks 49, FO-610 Saltangará Lær at seyma buksir til tann føroyska búnan Vikuskiftisskeið 28.-29. mars og 4.-5. apríl Skeiðið er fríggjadag frá kl. 13.00 til 19.00 og leygardag frá kl. 9.00 til 16.00 Undirvísari: Jenny Kastalag Kostnaður fyri skeiðið er kr. 700,- íroknað mat, ikki tilfar. Lær at seyma vest til tann føroyska búnan Vikusskeið 21.-25. apríl Skeiðið er allar dagarnar frá kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadagin til kl. 15.00. Undirvísari: Jenny Kastalag Kostnaður fyri skeiðið er kr. 1.000,- íroknað er matur, ikki tilfar. Brodering til føroysk klæðir og annað Vikusskeið 21.-25. apríl Skeiði er allar dagarnar frá kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadagin til kl. 15.00. Frálæra verður givin í at tekna mynstur til fyriklæð og turriklæð til føroysk klæðir úr føroysku floraðini, og í brodering og montering. Møguleiki er eisini at brodera og at tekna mynstur til ymisk annað so sum gardinur og dúkar. Undirvísari: Jutta Hansen Kostnaður fyri skeiði er kr. 1.000,- íroknað mat, ikki tilfar. Skeið á Húsarhaldsskúla Føroya 2008 Dominobinding, patchworkseyming og føroysk bond Vikusskeið 21.-25. apríl Skeiðið er allar dagarnar frá kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadagin til kl. 15.00. Frálæra verður givin í grundteknikkinum í domino- binding. Spennandi og ørvísi bindingarháttur sum kann nýtast til alskins ting og pløgg. Frálæra verður eisini givin í patchworkseyming bæði við hond og maskin. Eisini verður møguleiki fyri at læra at virka hosubond, tóltra og bregda. Undirvísari: Paulina Eliasen Kostnaður fyri skeiðið er kr. 1.000,- íroknað er matur, ikki tilfar. Skeið í matvørureinføri 7.-8. apríl Skeiðið er frá kl. 9.00 til 16.00 Skeiði er ætla fólkum sum arbeiða við mati á dagstovnum, sambýlum, kantinum o.ø Undirvíst verður um: Matgerð og goymsla. Hitaviðurskifti, bakteriuvøkstur, bakteriusløg, dálkan og krossdálkan. Reingerð: Reingerðisevnir og goymsla, reingerð og reingerðisætlan. Persónligt reinføri: Klæðir og annað. Innan eftirlit: Undirvísarar: Joan Djordjevic og Jóhanna á Tjaldrafløtti Kostnaður: kr. 2.500,- íroknað mat og tilfar. Heilsugóður matur/ymiskt handarbeið Vikuskeið frá 26.-30. mai Vikuskeið frá 09.-13. juni Frálæra verður givin í heilsu- góðum mati, ymiskum handarbeið so sum silkimáling, brodering, føroysk bond, seyming, útferð o.a. Undirvísarar: Jutta Hansen, Paulina Eliasen, Jenny Kastalag, Joan M. Djordjevic og Jóhanna á Tjaldrafløtti. Skeiðið er eitt vistarskeið og kostar kr. 1.600,- íroknað er matur og gisting. TILMELDING Tilmelda skal verða í seinasta lagi 1 viku áðrenn skeiðið byrjar. Møguleiki er fyri at gista á skúlanum, til øll skeiðini. Til handarbeiðskeiðini er ikki neyðugt at hava seymimaskinu við. Skúlin hevur øll seymiamboð. Fleiri upplýsingar um skeiðini fáast við at venda sær til skúlan. Viðmerkjast skal at tað er avmarkað luttøka til øll skeiðini. Húsarhaldsskúli Føroya Stoksoyrarvegur 29, 700 Klaksvík 5MGtITG!QPTUPMJWBOUGP www.husarhaldsskulin.fo Lesið Sosialin - so eru tit við