fríggjadagur 25. januar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Rigmor Dam
blaðkvinna
Nr. 18 • 25. januar 2008
Tá eg verði
stór
Tá eg verið stór, fái eg mítt egna
kamar. Eitt jomfrúbúr.
Har skal standa eitt stórt
mahogni sminkuborð við stórum
spegli. Og har er ein sovorin
gardaroba, sum mann kann ganga
inni í, við hyllum og hattaeskjum.
Í horninum er eitt hondvask,
sum hjá ommudidd á Hálsi, og
so er eitt lekkurt skrivaraborð
til fartelduna, og ein elegantur
flatskíggi við óendaliga nógvum
sjónvarpsrásum, og einari
persónligari fjarstýring, sum
bara aktar mítt fingramerkið. Tá
eg verið stór, havi eg heimsins
besta lítla stereoanlegg við
internetradio, so eg altíð
kann lurta eftir seinastu
útvarpssendingunum á P1 og BBC
og klassiskum tónleiki.
Tá eg verið stór fer alt at hava
sítt egna pláss og tað verður
ongantíð neyðugt at leita eftir
nøkrum. Hvør taska og hvørt par
av skóm hava sína egnu vøkru
eskju við angandi silkipappíri,
sum í amerikanskum filmum. Og
tá eg lati meg í myrkabláa ullinta
frakkan ein kaldan vetrardag,
havi eg sjálvandi eitt lítið hylki til
handskarnar, sum hóska perfekt
til frakkan. Og stivlarnir eru altíð
nýbustaðir og kosta eina millión.
Tá eg verið stór, havi eg mína
egnu persónligu ókeypis tráðleysu
telefon, sum altíð hongur sum
eitt headset í oyranum. Og hon
aktar eisini bara meg, tí hon
kennir røddina. So kann eg alla
tíðina tosa við vinkonurnar og
mammu. Og vit fara at tosa nógv
longri enn nú, og eg fari ikki at
hava ilt í økslini, tí eg gangi alt
kvøldið og haldi telefonini upp
ímóti oyranum, meðan eg fylli
uppvaskimaskinuna, leggi klæðir
saman og uppá pláss, pakki
skúlataskur og finni spildurnýggju
Dior varrastiftina í lummanum hjá
didduni, sum liggur í hornasofuni
saman við vinkonunum og
nývaskaðu klæðunum og venur
violin, meðan miðlingurin leitar
eftir gummistyvlunum í gongini,
tí hann skal til ríðing, og tann
elsti spælir drønfrá telduspæl,
so vit hoyra ikki, hvat vit siga, og
maðurin lænir líka mína teldu til
at kjekka meyl og eplini kóka..
og..
Men, tá eg hugsi um tað, so
verið eg nakað einsamøll, tá eg
verið so stór. So eg andi bara
djúpt inn og gleðist um hvørja
lítla løtu, eg ikki eri stór...
Tað er ikki bara sum at
siga tað at vera
útróðrarmaður í
Sandoynni. Eingin
keypir útróðrarfisk í
oynni, og tí noyðast
Richard Hentze og
aðrir útróðrarmenn
heilt inn á Toftir við
fiskinum
Richard Hentze er útróðrarmaður
og býr á Sandi. Hann hevur
ein AWI STAR 35, sum hann
læt byggja á bátaverksmiðju í
Runavík í 2004.
- Mær dámar bátin ógvuliga
væl. Um veturin royni eg mest við
línu, men eg havi fimm svenskar
snellur, sum altíð standa uppi í
bátinum. Hetta eru fínar el-
drivnar snellur, sum eg haldi er
ein fyrimunur á grunnum vatni, tí
tú kanst sløkkja motorin, meðan
tú fiskar. El-skipanin til snellurnar
koyrir fyri seg, so eingin vandi er
fyri, at tú missur streymin til bátin
annars.
Útróðrarmaðurin sigur, at tað
hevur verið so lítið at fingið við
snellu í longri tíð, og tí hevur
hann at kalla bara roynt við línu.
- Á Norðhavinum fæst eingin
fiskur longur um várarnar, og í fjør
summar royndi eg eisini bara við
línu.
Richard sigur, at onnur ár hevur
hann gjørt góðar upsatúrar við
snellu um summarið, men í fjør
summar helt hann fram við línuni,
hóast verri er at fáa egnarar í
summartíðini.
- Eg havi onkuntíð ligið úti við
snellu í einar 2-3 dagar í senn og
havi ísað fiskin umborð.
Teir gomlu tíma ikki so væl at
egna, tá ið veðrið er gott.
- Fleiri vilja heldur taka sær
okkurt annað fyri í tí góðu tíðini,
og onkur hevur bát og fer á flot.
Tí egni eg ofta ein stóran part av
línuni sjálvur um summarið, og tá
verða seturnar og dagarnir eisini
hareftir.
Richardi, sum er 50 ára gamal,
hevur róð út at kalla alt sítt lív.
Honum dámar væl lívið sum
útróðrarmaður.
- Tú ert tín egni harri, og tú ert
heima og kanst gera alt tað við
hús, sum tú vilt.
Hann ásannar kortini, at skal
lønandi vinna fáast burtur úr
útróðrinum, er neyðugt at hanga
í, tá ið viðrar.
- Jú, hetta krevur, at tú ert
úti, tá ið líkindi eru. Miseydnast
onkur dagur, noyðist tú bara
at herja á aftur. Tað er eisini
hetta, sum er spennandi við
útróðrarvinnuni. Eingin dagur er
eins.
Richard er úr góðum bergi
brotin, sum vit plaga at taka til.
- Pápi mín var Mads Winther
Hentze. Hann doyði fyri tveimum
árum síðan, 80 ára gamal. Pápi
førdi skip, bæði her heima og
í Grønlandi, og hann var eisini
skipari, tá ið eg fór mín fyrsta
túr til skips í 1975. Hetta var
miðskeiðis á sumri við Sjóborgini.
Vit fiskaðu við snellu uppi
við Steinin í Íslandi, flaktu og
saltaðu.
Hann sigur, at hesin fyrsti
túrurin vardi í einar tríggjar
mánaðir, og tað gekk einki serligt
at fáa fisk.
- Eg minnist allan túrin væl.
Mítt arbeiði var sum hjálpar-
maður í lastini, og eg var næstan
deyður av sjóverki, sum vardi
tað mesta av túrinum. Tað gjørdi
ikki umstøðurnar betri, at eg var
lastamaður og noyddist at liva við
pumpuroykinum.
Richard var bert henda eina
túrin við Sjóborgini, men hevur
annars verið onkran línutúr og
onkran túr við partrolara gjøgnum
árini.
- Eg kann siga, at eg havi róð
út at kalla alt mítt lív, og í eini
25 ár høvdu pápi mín og eg 20-
tonsaran Syðraberg.
Mamman Jenny er ættað
av Regi á Toftum, har góðir
útróðrarmenn hava verið og
framvegis eru í familjuni. Jenny
fyllir 83 ár í summar.
Tað er ikki bara sum at siga
tað at vera útróðrarmaður í
Sandoynni í dag. Eingin keypir
útróðrarfisk í oynni, og tí noyðast
Richard og aðrir útróðrarmenn
heilt inn á Toftir við fiskinum.
- Eg havi ein viðfestisvogn, sum
eg koyri fiskin norður við, og tað
er oftani dag um dag. Er meira at
fáa, plagi eg at ísa fiskin umborð
og fara til Miðvágs við honum.
Richard sigur, at áður kundi
hann senda veiðina inn á Toftir
við Strandfaraskipum Landsins,
og hetta var ein góð skipan, sum
riggaði væl.
- Fiskurin fór norður, og vit
fingu kassarnar suðuraftur, men í
dag hava vit onga Strandferðslu
í oynni. Henni er stórur saknur í,
leggur hann aftrat.
Hann er altíð einsamallur á
floti.
- Eg havi onkuntíð havt onkran
við mær, men tað nyttar so lítið,
tá ið fólk ikki eru tøk, tá ið farast
skal. Hevur tú mann við tær, ert
tú bundin at honum, men ert tú
einsamallur, kanst tú loysa, tá ið
tú vilt.
Spurdur um veiði, sigur
Richard, at fiskiskapurin hevur
verið á einari leið.
- Í seinastuni hevur veiðan ligið
um 100 pund á línuna, men á
seinasta túri fekk eg 150 pund á
línuna. Eg setti 13 línur og fekk
eini 1800-1900 pund. Størsti
parturin av veiðini er hýsa, og
hýsan er ógvuliga góð. Eg vil siga,
at tað hevur eingin smá hýsa
verið uppi í veiðini tey seinastu
árini.
Richard letur væl at fiskaprísu-
num, sum hava verið ógvuliga
góðir.
- Men nú í seinastuni hava
prísirnir verið meira svikaligir.
Vanliga hevur miðalprísurin fyri
hýsuna ligið millum 15 og 16
krónur fyri kilo, men seinastu
tvær seturnar er prísurin dottin
niður á 9,50 krónur fyri kilo.
Hetta er munandi minni, enn vit
hava fingið í langa tíð, og eg veit
ikki, hvør orsøkin er til prísfallið,
leggur hann aftrat.
Richard egnir bara høgguslokk.
- Eg veit, at gráur fiskur tekur
betri gággu, men her suðuri hjá
okkum fæst lítil og eingin gágga,
tí her er so ringt til brim. Tú kanst
fáa nakrar spannir, men onga
rúgvu.
Tað hevði eisini verið ógjørligt
hjá honum at veitt agnið sjálvur,
tá ið so nógv stríð er av at fáa
fiskin á marknaðin.
- Nei, tað hevði verið vónleyst,
sigur hann.
Honum dámar ikki egningar-
traktina, sum nógvir útróðrarbátar
brúka í dag.
- Eg haldi, at bátarnir fiska
minni, sum seta úr trakt, og tí
dámar mær ikki traktina.
Richard heldur tað vera spell,
at so stór økir verða stongd á
hvørjum vári fyri línuveiði.
- Eg hugsi um økini her sunnan
fyri hjá okkum, sum verða stongd
í gýtingartíðini og langt út á várið.
Men soleiðis hevur tað nú verið
í fleiri ár, og neyvan gerst nakað
við tað, sigur Richard Hentze,
útróðarmaður.
Úr góðum bergi brotin
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Eg veit, at gráur fiskur tekur betri gággu, men her suðuri hjá okkum fæst lítil og eingin gágga, tí her er so ringt til
brim. Tú kanst fáa nakrar spannir, men onga rúgvu Mynd: Jens Kr. Vang