fríggjadagur 25. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 18 - 25. januar 2008
tíðindi
Tórshavnar kommuna
Mentamáladeildin
Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu
skúlar og frítíðarskúlar skúlaárið 2008/2009
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar
2002 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða
biðin at siga frá týsdagin 29. ella mikudagin 30. januar 2008.
Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um
pláss ikki er fyri øllum teimum næmingunum, sum búgva næst við
ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í
skúla, har pláss er.
Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um,
í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk.
Innskrivingin
Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum
Argja skúli
Venjingarskúlin
Tórshavnar Kommunuskúli
Sankta Frans skúli
Eysturskúlin
Hoyvíkar skúli
Skúlin við Løgmannabreyt
Innskrivingin er í býráðssalinum týsdagin 29. og mikudagin
30. januar, báðar dagarnar frá kl. 15-18.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 25 40 10.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðs-
salinum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast
umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo ella á telefon 30 20 10.
Skúlarnir aðrastaðni enn
í høvuðsstaðarøkinum
Kollafjarðar skúli
Innskrivingin í Kollafjarðar skúla er í skúlanum týsdagin 29.
januar, kl. 15.30.
Kaldbaks skúli
Innskrivingin í Kaldbaks skúla er í skúlanum mikudagin 30.
januar, frá kl. 15-17 ella á telefon 30 25 20.
Velbastaðar skúli
Innskrivingin í Velbastaðar skúla er í skúlanum mikudagin 30.
januar, frá kl. 15-17 ella á telefon 30 25 05.
Nólsoyar skúli
Innskrivingin í Nólsoyar skúla er í skúlanum týsdagin 29. januar,
frá kl. 18-19 ella á telefon 30 24 65.
Hests skúli
Innskrivingin í Hests skúla er í skúlanum mikudagin 30. januar,
frá kl. 15-17 ella á telefon 32 81 07 / 26 92 46.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í skúlanum
somu tíð, sum innskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til
frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðu kommununnar
www.torshavn.fo ella á telefon 30 20 10.
Meiri fæst at vita
um innskrivingina í skúlunum ella í mentamáladeildini, Jákupi
Simonsen, mentamálaleiðara, telefon 30 20 10.
Flyting
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Eftir nógv umtalaðu flyting
ina av Strandferðsluni er
sjálv flytingin nú komin upp
á pláss. Klokkan níggju
fyrrapartin
lat
stovnurin
hurðarnar upp á Tvøroyri
fyri almenninginum, har
móttøka var í Sjógøtu 5,
sum er nýggi bústaðurin hjá
Strandfaraskipum Landsins.
Nógv nýttu sjálvandi høvi at
síggja stásiligu hølini hjá
stovninum.
Orsakað av illveðrinum
var Smyril seinkaður av
Tvøroyri í morgum, men
náddi næstan at verða aftur
har suðuri til tíðina við
gestum til móttøkuna.
Døgurði var á Beinisvørð
matstovu umborð, og gestir
nir
fingu
eisini
eina
rundvísing á Smyrili.
Á Tvøroyri var høvi at
síggja nýggja bygningin,
umframt at okkurt lætt var
til matna.
Smyril skuldi fara av aftur
Krambatanga klokkan 19.
So kom hon
endiliga...
Mynd frá móttøkuni hjá Strandferðsluni á Tvøroyri fyrrapartin