fríggjadagur 25. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
4
-Liðini í Onglandi spæla so skjótt,
at tey hava ikki tíð at fáast við
tað vakra og poleraða spælið.
Nýggi venjarin hjá nýggja
felagsliðnum, sum enn eitur
GÍ/LÍF er avgjørdur. Hann hevur
fingið heimstað uppi yvir handli-
num hjá PW í Norðragøtu. Bert
eitt hanagleiv frá vøllinum í
Sarpugerði. Hann eitur Edson
Silva. Men sum nógvir av sínum
brasilsku landsmonnum hevur
hann eitt kelinavn, sum við tíðini
fær ein størri samleika, enn sjálvt
føðinavnið.
Dido nevnist hann. Um tað so
er í Gøtu, Leirvík, Jerusalem ella
í Rio de Jaineiro. Dido heldur,
sum so mong onnur tilkomin
fótbóltsáhugað fólk, at tey liðini,
sum hava leikt vakrasta fótbóltin
í heimssøguni, eru landsliðini
hjá Brasilia, sum leiktu í HM í
ávikavist 1970 og 1982.
- Teir leiktu kanska ikki so
skjótt, men sýndu heiminum list á
hægsta støði!
Dido hevur sínar avgjørdu
meiningar um fótbólt.
Tað likamliga
og tekniska
- Mín uppgáva, sum venjari verð-
ur at kombinera tað likamliga og
tað tekniska. Eg vil heldur hava
ein leikara, sum er seinur í ferð,
men effektivur, enn at hava ein
leikara, sum er skjótur í ferð, men
óeffektivur.
- Mín ambisjón er at hyggja
eftir aldri og førleika. Eg vil hava
leikarnar at siga mær, hvørjar
ambisjónir teir hava. Eg vil ikki
hava, at talan skal verða um eitt
ítriv, ella eina grillveitslu. Eg fari
at arbeiða hart fyri, at vit kunnu
røkka tí hægsta støðinum. Um
ein leikari kennir, at venjarin
investerar tíð og orku í hann,
og motiverar hann. So fer hesin
leikarin at siga: “Eg skal vísa
venjaranum hvat eg dugi!”.
- Vit skulu hava eina harða,
men sunna kapping í hópinum.
Tað skal verða soleiðis, at ein
leikari, sum ikki er millum teir
11, sum byrja inni, at hann fer at
siga við viðleikaran, sum byrjar
inni: “Eg vil arbeiða fyri at kunna
megna tað sama, sum tú.”
Dido er ikki heilt liðugur at seta
hópin saman. Hann vil gjarna
hyggja eftir blaðungum leikarum.
Hann vil gjarna lufta øllum
møguleikum.
- Eg ætli mær at arbeiða við
20 útileikarum og 3 málverjum.
Tað ber ikki til at fáa nóg nógv
burtur úr við at hava 30 leikarar.
Tá hevur ein ov lítla tíð til hvønn
einstakan leikara. Eg havi ein
góðan hjálparvenjara í Anton
Skoradal, sum hevur leikt fótbólt
á hægsta støði her, og sum hevur
gott innlit í lokalsamfelagið.
Tað er eisini ein sera spennandi
tíð vit hava her. Ein merkir
pionerandan, sum er í hesum
nýsamanlagda felagnum, sigur
Dido, sum er glaður og spentur
um arbeiðssetningin hjá sær í
Eystur Kommunu.
Yrkisleikari
15 ára gamal
Longu sum 15 ára gamal fekk
Dido - sum er uppvaksin í
býnum Espirito Santo í lands-
synningshorninum av Brasilia
– sáttmála við Flamengo. Dido
er føddur 27. juni í 1962. Sum
barn leikti hann við einum liði
í heimbýnum, sum nevndist
Desportiva Ferroviaria. Hann
var í Flamengo, árini 1977-
1981. Hon stríddi seg fram til 1.
liðshópin, hóast nógvir vóru um
boðið. Tað var her hann vandi
og leikti saman við Zico, Pita og
Paulo Isidoro. Flamengo vann
Fótbóltur er ein
Ítróttarprofilurin
Heri Simonsen
herisim@sosialurin.fo
– Eg vil ikki hava, at fótbóltur
skal verða eitt ítriv ella ein
grillveitsla. Eg fari at arbeiða
hart fyri, at vit kunnu røkka tí
hægsta støðinum, sigur nýggi
brasilski venjarin hjá GÍ, Dido.
Hann er hevur ferðast víða við
fótbóltinum, og í síni spældi
hann saman við legenduni Zico
Pele er Gudurin
Blaðmaðurin hevur frætt, at Dido, sum blaðungur hevur verið á liði saman við tí
legendariska Zico. Dido dylur ikki fyri, at tað var stórt at verða á liði saman við Zico, men
tað er Pele, sum er “Gudurin” í Brasilia. Í 1984 var tann blaðungi Dido saman við liði
sínum, Santos og leikti framsýningardystir á ymsum karibiskum oyggjum. Tann tá 44 ára
gamli Pele var við teimum, og plagdi at koma inn tá 10 minuttir vóru eftir, bara fyri at geva
oyggjabúgvunum eina uppliving fyri lívið. Og sjálvsagt eisini fyri at fjálga um pengakassan
hjá Santos.