Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 18 - 25. januar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Føroysku ung­dóm­ar­ nir, sum­ kappaðust í Reykjavík seinasta vikuskifti, kláraðu seg­ sera væl Frælsur ítróttur Tíðindaskriv Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjadagin og kom aftur mánadagin. Kappast bleiv leygardagin og sunnudagin. Føroysku umboðini hjá FÍF vóru Bjørk H.Olsen, Rebekka Fuglø, Rúni Seloy og Regin Joensen. Harum­ framt luttók Steingrímur Hallsson fyri Bragdið. Tá hugsað verður um árstíðina, so vóru tað nøkur sera góð úrslit tey fingu og nakrar sera góðar tíðir tey runnu. Tá kappingarnar endaðu sunnudagin høvdu føroying­ arnir vunnið heili 6 gull og 3 bronsuheiðursmerkir, sett 11 bólkamet og 3 føroysk met. Stórmót ÍR fór fram leygardagin og fyrrapartin sunnudagin. Seinnapartin sunnudagin bleiv kappast í Reykjavík International og har vóru Bjørk, Rúni og Regin boðin at luttaka. Nevnast skal at bæði Rúni og Regin høvdu runnið fyrrapartin. Umstøðurnar at kappast í frælsum ítrótti innandura í Laugardalshøllini eru fram­ úr góðar. Og tað er ikki sørt, at fyrireikararnir øv­ undaðu íslendsku vertunum hesar umstøður. Úrslitini í Stórm­ót ÍF: Dreingir 11-12 ár (1996-1997) 60m (45 luttakarar) Nr. 14 Steingrímur Hallsson (1997) 9,75 sek (bólkamet) 800m (19 luttakarar) Nr. 3 Steingrímur Hallsson (1997) 2.47,68 min (bólkamet) Dreingir 13-14 ár (1994-1995) 60m (46 luttakarar) Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 8,16 sek (bólkamet) Nr. 17 Regin Joensen (1995) 9,11 sek (bólkamet) 200m (32 luttakarar) Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 26,73 sek (bólkamet) Nr. 10 Regin Joensen (1995) 30,39 sek 800m (20 luttakarar) Nr. 1 Rúni Seloy (1994) Nr. 4 Regin Joensen (1995) 2.36,38 min Gentur 15-16 ár (1992-1993) 400m (5 luttakarar) Nr. 3 Rebekka Fuglø 64,62 sek (Før.met & bólkamet) 800m (3 luttakarar) Nr. 1 Rebekka Fuglø 2.32,44 min (bólkamet) Kvinnur 17- (1991-) 800m (7 luttakarar) Nr. 1 Bjørk Herup Olsen 2.23,12 min (Før.met & bólkamet) Úrslitini í Reykjavík International: Kvinnur 1 míl (1.609m) (7 luttakarar) Nr. 3 Bjørk Herup Olsen 5.19,35 min. (Før.met & bólkamet) Dreingir 13-14 ár (1994-1995) 800m (8 luttakarar) Nr. 1 Rúni Seloy 2.10,56 min (bólkamet) Nr. 8 Regin Joensen 2.33,41 Frálík úrslit í Reykjavík Umstøðurnar í Laugardalshøllini eru framúr til frælsan ítrótt á hávetri Danski landsliðs­ leikarin, Michael V. Knudsen hevði ein ísposa um­ beinið eftir síðsta dystiní Miðum­farinum­, m­óti Slovenia, og­ hann er ikki 100% klárur til hálvfinaluna leyg­ardag­in HONDBóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Knudsen hevði longu eitt sindur av smásnuddum frá venjingardystinum í Århus áðrenn kappingina í Noregi, og hann mátti ein túr á bonkin í fyrsta hálvleiki, so hann fer at hava gott av at fáa hvílt seg eina heilan dag. ­ Man er nógv útsettur, tá man spælur sum striku­ spælari, og tá man spælur nógv, fær man nógvar snuddir. Tað gekk heilt væl, men tá eg skuldi boyggja knæið fór tað undan mær, segði Knudsen um skaða sín. Hann kom tó á vøllin aftur og fullførdi dystin, men hann nærum dróg bein­ ið eftir seg við dystarlok, við einum ísposa fast­ spentum um knæið. ­ Sjálvandi er tað ikki optimalt fyri meg sjálvan, og eg hugsaði nógv um tað, meðan eg spældi, men tó royndi eg at geva meg 100 prosent. Sluppu undan Fraklandi Við oddasessinum í bólkin­ um slapp Danmark frá at spæla móti Fraklandi í hálvfinaluni. ­ Sjálvandi er tað ein fyri­ munur, ikki at skula møta Fraklandi, tí teir spæla eisini sera vakran hondbólt. Men eg haldi at vit skulu hyggja eftir okkum sjálvum og tí spælinum, vit megna at spæla, í staðin fyri at fokusera um mótstøðuna. Tað er altumráðandi at vit eru kaldir og klárir og hava høvdið við okkum, so skulu vit óivað vinna hasa hálvfin­ aluna, segði Knudsen, ið er líka glaður, um tað er Svøríki ella Týskland í hálvfinaluni. Í gjárkvøldið varð so greitt at tað verður Týsk­ land, som Danmark skulul møta eftir ein sigur móti Svøríki, áljóðandi 31­29. Trupuleikar við knænum Danski landsliðsleikarin, Michael V. Knudsen