fríggjadagur 25. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti 17
stílblandið er ikki av leið, tí
myndin inniheldur ávirkanir
frá klassiskari list, samstundis
sum myndin er ovurmoderna og
harumframt fangar ótrúliga nógv
rák í samtíðini. Hóast myndevnið
er klassiskt, tykjast kvinnurnar í
mynd Picassos nakað væl minni
blúgvar enn í teimum gomlu
klassisku lýsingunum. Medferð
og huglag minnir meira um
tátíðar franskar pornomyndir,
hvørs kvinnulýsingar eru meira
ágangandi, men kanska eisini
daprari enn tær heilsugóðu
og eiggiligu kvinnurnar hjá
Rubens. Á maskunum og teimum
maskukendu andlitunum sæst
íblástur frá frumkendari list, sum
Picasso eins og mong onnur,
byrjaði at samla uppá um somu
tíð sum myndin stavar. Sjálvur
nevnir Picasso Cézanne sum sína
størstu inspiratión og tað er einki
at ivast í, at Cézanne og hansara
dentur á flatan og á fastan
bygnað hevði alstóran týdning fyri
myndina og kubismuna, eins og
Van Gogh, Gauguin og Matisse
og teirra dekorativa antirealisma
eisini høvdu sína stóru ávirkan.
Innihaldið í Demoiselles er
fleirraddað og hevur umframt
ta sosialu dimensjónina, sum
viðger kvinnuleiklutin í einum
bordelli, eisini eina biologiska,
ið staðfestir ta náttúrligu kyns
ligu girndina. Maskurnar eru
áhugaverdar í hesum sambandi,
tí tær geva myndini brá av
onkrum upprunaligum og villum
og geva hugasamband til Freud
og dulvitið. Men tað allarmest
geniala og nýskapandi við
Demoiselles d´Avignon er knýtt
at filosofiska grundarlagnum,
sum myndin er bygd á og sum
óivað er ávirkað av uppdagingum
í samtíðini, m.a. relativitetsteori
Einsteins, har virðið av t.d. tíð og
rúmi gerst treytað. Eitt tað mest
merkisverda við Demoiselles
d´Avignon er nevniliga, at hon
inniheldur fleiri sjónarmið í
senn. Um vit hyggja at teimum
báðum kvinnunum, ið standa í
miðjuni, eru eyguni avmyndað
frammanífrá, meðan vit síggja
nøsina frá síðuni.
Eitt abstrakt hugtak
Hendan frá fyrstan tíð sera
illa lýdda myndin skuldi ger
ast byrjanin til kubismuna,
sum breyt við aldargamla,
mimetiska listaidealið um
at endurgeva veruleikan trí
dimensjonalt m.a. við nýtslu
av sentralperspektivinum. Frá
19081911 mentu Picasso og
Georges Braque (18821963)
tað kubistiska málaríið, har teir
m.a. rannsakaðu møguleikarnar
í tveydimensjonala flatanum í
landslags og figurmyndum í
mold og grálittum myndum, sum
fingu alstóran týdning fyri ta
komandi abstraktu myndlistina.
Picasso var eitt sonevnt undur
barn og hann var fullgreiður
yvir síni evni og týdning fyri ta
abstraktu myndlistina. Sjálvur
segði hann: “Eg dugdi at mála
sum Rafael, tá eg var 12 ára
gamal. Tað tók mær eitt heilt
lív at læra at mála sum eitt
barn”. Og hóast eitt sindur
fýrkantað, er sitatið beinrakið
um hetta torskilda hugtakið, sum
upprunaliga sipaði til eitt nú
kubistiska list og aðra ímyndandi
list, ið var avskeplað ella ein
faldað. Í dag verður hugtakið
heldur ørkymlandi eisini nýtt um
nonfigurativa myndlist.
Genta
Hóast nógv ár eru millum frúnnar
hjá Picasso og gentumyndirnar
hjá Ingálvi av Reyni (19202005),
eru tær nýggjaru bygdar á
listarligar ásannanir, sum Picasso
legði fyri. Íblástur sæst eisini á tí
tálmaða litavalinum, ið eyðkennir
kubismuna frá 1908, sum Ingálvur
av Reyni lærdi umvegis danskar
málarar sum Immanuel Ibsen og
serliga Jack Kampmann. Tær
mongu gentulýsingarnar hjá
Ingálvi eru sera ymiskar alt eftir
hvar hesin djarvi listamaðurin er
staddur í síni menning. Summar
eru nonfigurativar uttan nakran
líkskap við veruleikans gentur,
meðan tær flestu eru abstraktar
í orðsins veruligu merking
sum t.d. “Genta” frá 1972, ið
Listasavn Føroya eigur. Í hesu
myndini ber til at skyna á eitt
gentuskap við høvdi, hálsi og
kroppi mitt í myndini, ið eisini
verður undirstrikað av vertikala
myndaformatinum. Men í staðin
fyri at endurgeva veruleikan,
verður myndevnið tulkað og
einfaldað soleiðis, at hugmyndin
stendur eftir. Hetta sæst kanska
enn greiðari í frálíku lítlu myndini
“Liffa” frá 1981, hvørs litir og
dynamisku strok er tulking
listamansins av eini litríkari og
livandi persónligheit. Tað var m.a.
omanfyrinevnda Jack Kampmann
(19141989) fyri at takka, at
franska listin í stóran mun kom
at ávirka heimligu listina. Hann
hevði sjálvur stóran áhuga fyri
Cézanne og sum listaformidlari
og lærari fekk hann alstóran
týdning fyri føroysku listina.
Føroysk kubisma?
At ein annar týdningarmikil
listamaður, Zacharias Heinesen
(1936) eisini hevur sans fyri
dekorativum, abstraktum damum,
prógvaði framsýningin ZH06,
sum var at síggja í Listahøllini í
Skipasmiðjuni í Havn. Í hansara
vøkru tekningum sást ein týðiligur
og viðurkendur íblástur frá
Picasso. Zacharias Heinesen er
kanska meira kendur fyri lands
lagslýsingarnar, sum at kalla hava
myndað skúla innan føroysku
myndlistina. Hesin stílurin verður
javnan skýrdur kubistiskur, men
spurningurin er hvussu nógv
er í hesum. Í øllum førum er
talan ikki um tað filosofiskt
grundaða, intellektuella rákið,
sum kubisman upprunaliga var.
Føroyska kubisman hongur helst
saman við teirri sannroynd, at
tann abstrakti og geometriserandi
málihátturin hóskar væl til
lýsingar av føroyska landslagnum,
sum frammanundan tekur seg
rættiliga puntut út. Um somu tíð
eru myndir Zacharias Heinesens
meira naturalistiskar og meira
abstraktar enn tær 100 ára gomlu
damurnar hjá Picasso.
Vakra, klassiska kvinnulýsing Tizians: ’Venus úr Urbino’ frá 1538
Gróðursamar kvinnur í mynd Rubens: ’Tær
tríggjar gratiurnar’ 1636-38
Ein av teimum kendu landslagsmyndunum hjá Zachariasi
Heinesen
Jógvan Asbjørn Skaale var helst inspireraður av Picasso umvegis
Ingálv av Reyni, tá hann málaði ’Kvinna’ í 2005