fríggjadagur 25. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2008
17
Sosialurin fyri 25 árum síðan:
Ólavur Halgi rendi á Hælin
Sosialurin 22. januar 1983:
Blaðið skrivar um hendingina, tá vaktarskipið Ólavur
Halgi rendi á Hælin í Hesti týskvøldið 18. januar í
1983. Fleiri skip komu til hjálpar: Lómur hjá Skipa
felagnum, vaktarskipið Tjaldrið, sjóverjuskipið Fylla og
onnur skip.
Tað eydnaðist at fáa skipið av aftur, og umleið sjey
tímar eftir at skipið rendi á
land, kom Tjaldrið við
Ólavi Halga inn á
Havnina. Ongin var á
brúnni, tá Ólavur Halgi
rendi á Hælin.
Vaktarskipið Ólavur Halgi
fekk stóran skaða. Botnurin
er illa farin
nøvn
Dagurin
26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var
biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í
Lítluásia. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin
av døgum. Navnið hevur enntá í nýggjari tíð verið
brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus.
27. januar. Chrysostomos, deyður ár 407. Jóannes
æt hann, men fekk navnið Chrysostomos (gullsmiður),
av tí at hann var tiltikin at prædika. Var patriarkur í
Konstantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan
fyri kirkjuliðið, at hann fleiri ferðir mátti taka til
rímingar, og á einari av ferðunum doyði hann, men
varð seinni skírdur halgimenni.
28. januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814.
Eini 400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti
frá týska keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur
halgimenni, men heitið varð ikki viðurkent av páva
num í Róm. Karlamagnus hevur annars verið høgt í
metum, ikki minst í Føroyum. Karl er germanskt
navn og merkir maður, og Magnus er latínskt og
merkir stórur.
Leygardagin 26. januar fyll
ir Knud William Gray í
Hoyvík 60 ár.
Knút er føddur og upp
vaksin í Havn, foreldrini
vóru Anna, f. Petersen, og
Harold Gray úr Onglandi,
ið kom higar sum hermaður
undir krígnum. Føroyski
abbin var Knút skómakar
in.
Eftir loknan barnaskúla
og realskúla fór Knút til
skips, og sjólívið bleiv hans
ara lívsstarv. Hann var nógv
til skips við línuskipum.
Síðan fór hann í læru á Tórs
havnar Skipasmiðju og tók
sveinaprógv sum maskin
smiður. Eftir hetta fór hann
so á maskinmeistaraskúla
og fekk útbúgving har.
Liðugur við maskinmeis
taraskúlan fór hann út í
verðina at sigla og gjørdist
maskinchefur á teimum
stóru tanga og konteinara
bátunum hjá Maersk. Hann
hevur eisini arbeitt nógv í
oljuvinnu umborð á supply
skipum, bæði í Afrika og
Brasilia.
Inn ímillum hevur hann
arbeitt okkurt tíðarskeið í
landi sum t.d. á Tórshavnar
Skipasmiðju, og í 2006
arbeiddi hann á vaktar og
bjargingartænastuni MRCC
í Havn.
Knút er sera arbeiðssamur,
pliktuppfyllandi, perfektion
istiskur og ein góður hand
verkari. Í síni frítið lesur
hann nógv og er serliga
áhugaður í søgu, umframt
at hann er HBari, so tað
forslær.
Knút er giftur Sólrun, f.
Hansen, úr Saksun. Tey
eiga døturnar Gunnvá og
Anna. Abbabørnini, sum
eru fýra í tali, gongur Knút
høgt upp í og hann hjúklar
um tey, tá hann er heima.
Føðingardagin er Knút
burturstaddur.
Knút Gray
60 ár