fríggjadagur 25. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
16
Hundrað ár eru liðin síðani,
spanski málarin Pablo Picasso
(1881-1973) málaði høvuðsverkið
“Demoiselles d´Avignon”, sum
skelkaði og kollvelti listaheimin
og gjørdist grundarsteinur undir
modernaðu myndlistini og sum
enn í dag inspirerar eisini føroysk
listafólk.
Hetta var t.d. eitt tað fyrsta
verkið, sum listamennirnir Anker
Mortensen og Torbjørn Olsen
nýttu høvið at vitja í MoMA
(Museum of Modern Arts) á teirra
ferð til New York undanfarna ár.
Vit nýta her høvið at hugleiða um
verkið og um týdning tess fyri
modernaða myndlistina.
Óskiljandi mynd
Picasso arbeiddi í fleiri ár við
skitsum, blýantstekningum og
akvarellum til hetta verkið og
møguliga var stóri oljumálning-
urin uppá hálvantriðja metur ikki
heilt fullførdur í 1907, tá hann
er dagfestur. Í øllum førum stóð
hann í mong ár í starvsstovu
Picassos og aloftast vendi bak-
síðan úteftir.
Málningurin varð upprunaliga
ikki framsýndur alment; tað vóru
bert tey, ið høvdu sína gongd í
atelierinum, sum sóu hann og
sjálvt um hetta var ein rættiliga
sofistikeraður og listakønur vina-
skari, ið t.d. taldi progressivar
listsavnarar sum Gertrude og Leo
Stein, víðgongda listaummælaran
Félix Féneon og avantgarde
listafólk sum Matisse og Braque,
gjørdust tey øll sum ein illa við
av myndini, ið varð hildin at
vera margháttlig og óskiljandi.
Leo Stein lýsti verkið sum tað
bera og andskræmiliga órudd,
meðan Felix Féneon ráddi Picasso
til at halda seg til karikatur í
framtíðini. Listahandlari Picassos,
Kahnweiler var sannførdur um,
at at myndin ikki kundi vera
liðug, so ymishættað hon var
hvat stíli viðvíkur. Men allarhelst
vóru tað listafólkini, ið gjørdust
mest uppøst. Braque kendi seg
beinleiðis brendan av myndini,
“eins og onkur drakk bensin
og spýtti eld”, meðan Matisse
og Derain vóru samdir um, at
avvarðandi listamaður mundi
vera álvarsliga sálarliga sjúkur og
kanska enntá í sjálvmorðsvanda.
Moderna disharmoni
Men hvør er so orsøkin til
uppøstu samtíðarreaktiónina?
Vit gera okkum ikki altíð greitt
hvussu ótrúliga nógv tíðin ávirkar
okkara fatan og tí kann tað í
dag tykjast okkum løgið, at ein
lutfalsliga dekorativ mynd sum
“Demoiselles d´Avignon” kundi
elva til slíka øsing. Um vit hyggja
at myndini, lýsir hon fimm naknar
kvinnur, sum eyðsýniliga standa
ella sita modell. Møguliga er
hetta eitt bordell, sum vit fáa
innlit í; í øllum førum sigst heitið
sipa til eitt tílíkt hús í Barcelona,
men hetta sigur myndin altso ikki
nakað beinleiðis um. Í forgrundini
sæst frukt á einum hvítum
klæði og harumframt hómast
bert restin av sjálvum rúminum,
har bakgrundin á løgnan hátt
blandast við kvinnuskapini
frammanfyri. Myndin er annars
so merkiliga hendingaleys og vit
fáa einki at vita um hvar vit eru
stødd og nær hetta gongur fyri
seg. Tann einasti, sum ger nakað
er kvinnan vinstrumegin, ið lyftir
upp í einum reyðbrúnum klæði.
Høgrumegin kemur ein onnur
kvinna inn í myndarúmið gjøgnum
einar bláhvítar gardinur. Hesar
báðar kvinnurnar ramma inn
og miðsavna ansin fyri teimum
trimum kvinnunum í miðjuni,
sum stara beint út úr myndini
móti áskoðaranum. Meðan
tær tvær kvinnurnar í miðjuni
síggja lutfalsliga vandaleysar og
klassiskt poserandi út, tykist tann
triðja nærum óhugnalig við tí
maskukenda andlitinum.
Vandamikil
seksualitetur
Lýsingar av naknum kvinnum eru
rættiliga vanligar í klassiskari
list. Men um vit hugsa um
klassisku myndirnar hjá t.d.
Tizian (1477 ella 1488-1576) og
Rubens (1577-1640), har nakna
kvinnan er symbol uppá harmoni,
vakurleika, njóting og nýtt lív, er
stórur munur millum hesar og
kvinnulýsingarnar hjá Picasso,
sum onkursvegna sýnast anti-
sensuellar og disharmoniskar.
Um tað so er fruktin í forgrundini,
sær hon ikki serliga innbjóðandi
út. Ikki er tað løgið, at myndin
tóktist vinfólkum Picassos
óruddilig og disharmonisk.
Hon er ógvuliga kompleks
og assymetrisk, uppbygd av
tvørgangandi skáklinjum í einum
klaustrofobiskum myndarúmi
uttan ein savnandi miðdepil. Allar
umhvarvsstrikur eru knívhvassar
og eitt nú enda nógvir av teimum
kvinnuligu formunum í spískum
vinklum. Serligur dentur er lagdur
á eyguni, ið verða framdrigin
við svartari, tjúkkari konturlinju.
Í staðin fyri at vera sansaliga
eggjandi, tykjast kvinnurnar við
teirra víðopnu eygum beinleiðis
ágangandi.
Stílbland
Tað var altso ikki myndevnið,
sum skakaði vinfólk Picassos,
men heldur mátin, myndevnið var
lýst. Omanfyrinevnda viðmerking
Kahnweilers um ørkymlandi
Abstraktar
damur 100 ár
Hundrað ár eru liðin síðani, spanski málarin Pablo Picasso
(1881-1973) málaði høvuðsverkið “Demoiselles d´Avignon”,
sum skelkaði og kollvelti listaheimin og gjørdist grundar-
steinur undir modernaðu myndlistini og sum enn í dag
inspirerar eisini føroysk listafólk
Meistaraverkið ’Demoiselles d´Avignon’ 1907 elvdi til mikla øsing
Ein av abstraktu kvinnumyndunum hjá Ingálvi av Reyni:
’Genta’ 1972
List
Kinna Poulsen
Ingálvur av Reyni: ’Liffa’ 1981