fríggjadagur 25. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 18 - 25. januar 2008
Leygardagin 26. januar
verður Poul Jacobsen í
Havn 70 ár. Poul er upp
runaliga av Tvøroyri. For
eldrini vóru Hannebetta og
Hans Jacobsen. Tey áttu
átta børn. Í dag eru Poul,
sum var næstelst av systkj
unum, og tvær systrar eftir.
Mamman var kend fyri at
vera sera røsk, og pápin
eisini at hava eitt so sera
gott minni. Hann var ein av
keldunum til doktararit
gerðina ”Fylking” hjá
Jóannesi Dalsgaard. Hann
mintist til dømis uppá oyra,
hvat tær ymisku vørurnar
kostaðu í 1930unum.
Hann gjørdist 98 ára gam
al.
Poul gekk í realskúla á
Tvøroyri, og síðan fór hann
til Havnar at læra í Sjóvinnu
bankanum. Her kom hann
at starvast fram til 1962.
Hetta var í teirri tíðini, tá ið
bankarnir skuldu opna deild
ir um alt landið, og Poul var
við at opna deildir á Sandi
og í Hvalba.
Eina tíð arbeiddi hann eis
ini í Vágum. Hann búði í
Sørvági og koyrdi millum
deildirnar í oynni. Tá var
ikki so lætt at koma til
Havnar sum í dag.
Í Havn hitti Poul Ásu,
dóttir Astrid, ættað úr Por
keri, og Jákup á Dul. Tey
bæði giftust í 1961. Jákup
doyði í 1960, og tá fór Ása
at reka virksemið hjá pápa
num víðari. Í 1962 gjørdi
Poul av at fara at uppí virk
semið hjá Ásu, og sigast
kann, at hansara partur hev
ur ikki ligið eftir.
Hetta gjørdist eisini ein
rættuliga stór fyritøka við
heilsølu og sølu av køkum
og hvítvørum, og tey høvdu
nógv fólk í arbeiði. Tey eru
eitt gott dømi um eini hjún,
sum hava arbeitt saman, og
sum arbeiddu upp eina
stóra fyritøku. Tað kann
verða nevnt, at Ása í nógv
ár eisini hevur verið týskur
konsul.
Tey bæði fingu fýra børn:
Jákup í 1961, Hanus í 1968,
Astrid í 1971 og Jóannes í
1972.
Lagnufelagsskapurin
við Bertel Haarder
Í samband við børnini hava
tey bæði verið hart roynd.
Longu sum smádrongur
gjørdist Jóannes sjúkur av
einum svulli í høvdinum.
Eftir longri sjúkralegu
doyði hann í 1979, bert 7
ára gamal. Sagt verður um
Jóannes, at hann var eitt
lívstykki, sum spjaddi gleði
um seg, eisini á ríkis
sjúkrahúsinum og sjúklinga
hotellinum Tórshavn.
Í sambandi við sjúkraleg
una hjá Jóannes fingu tey
ein serligan lagnufelagsskap
við Birgitte og Bertel Haard
er, sum hevur verið danskur
ráðharri í eitt mannaminni,
og sum nú er kenslu og
kirkjumálaráðharri.
Sonur
teirra
Rasmus
hevði somu sjúku sum Jó
annes og var á somu deild.
Tey fýra komu at kennast
sera væl ta tíðina á ríkis
sjúkrahúsinum, tá vónað
varð, at tað fór at spæla væl
av hjá teimum báðum synu
num. Rasmus yvirlivdi,
men hann varð heilaskaddur
og er nú á einum heimi.
Bertel Haarder hevur fleiri
ferðir sagt alment, at tað er
ikki altíð, at deyðin er tað
ringasta! Hann hevur eisini
givið ilt av sær, tá ið læknar
hava víst á hagtøl, sum vísa,
hvussu nógvir sjúklingar
hava yvirlivað viðgerðina
fyri tær ymsu sjúkurnar.
Hann hevur ført fram, at
tað valdast sanniliga at yvir
liva!
Poul og Ása koma fram
vegis saman við Haarder
hjúninum, seinast tá tey
vóru í Føroyum á ólavsøku
í samband við yvirtøkuna
av kirkjuni.
Í 1987 doyði Hanus í
eini syrgiligari ferðsluvan
lukku. Hetta var enn ein
smeitur fyri tey og fyri alla
familjuna. Hanus var ein
lovandi og stak dámligur
ungur drongur uppá 19 ár.
Tað skakaði mong, at hann
skuldi fara so ungur.
At hann kanska hugsaði
meira enn onnur javnaldr
andi kom fram, tá ið tað eft
ir deyða hansara var funnið
fram til eina námsbók, har
hann hugleiddi um ”tíðina”.
Hann skrivaði millum ann
að: ”Eg vildi ynskt, at eg
hevði vald á tíðini. Kundi
steðgað henni, snarað henni
aftur og upplivað tær góðu
tíðirnar umaftur…” Hann
endar soleiðis: ”Ein dag…
fara hesir tankar um tíðina
ikki at níva meg meira, tí tá
er eingin endi á tíðini. Á hvør
ein sæl stund verður tá.”
Við teirra positiva lyndi
og gudstrúgv hava Poul og
Ása dugað at liva víðari,
hóast tey sjálvsagt enn eru
merkt av hesum stóru miss
um.
Sonur teirra Jákup á Dul
Jacobsen hevur arvað evn
ini hjá foreldrunum at dríva
handil. Hann byrjaði sum
fiskimaður og fekk eisini
skipsføraraprógv. Men so
fekk hann hug til at royna
nakað heilt annað. Hann
opnaði Skemmuna í Føroy
um í 1986. Tað gekk væl.
Longu árið eftir byrjaði
hann virksemi í Íslandi, og
tað gekk eisini strúkandi.
Jákup flutti í 1994 til Ís
lands, og tað er óneyðugt at
siga, hvussu hetta hevur
gingist við hansara heims
umfatandi virksemi!
Men nú er ætlanin at
koma heim aftur við teirri
stóru ætlanini um Stóru
tjørn, sum fer at seta spor
eftir seg í Føroyum, soleiðis
sum tað er sett út í kortið.
So hvørt sum Jákup hevur
økt sítt virksemi, hava Ása
og Poul minkað um teirra,
so nú taka tey sær meira av
løttum. Men endanum hava
tey tó kortini ikki slept heilt
og eru framvegis virkin.
Jákup er giftur við Eriku,
f. Lómstein. Tey eiga børn
ini Hanus, Ása, Jórun, Jó
hanna og Daniel. Hanus er
19 ár, og tað er ikki sørt, at
hann er farin at taka eftir
ommuna og abban. Tey
sum vilja vita meira um tað
kunnu fara inn á heima
síðuna: www.m5.fo
Henda heimasíðan fekk
av Vinnuvitan 5 av 6 stjørn
um.
Dóttirin
Astrid
hevur
íbúð heima hjá foreldrun
um. Hon hevur stóra um
sorgan fyri ommu sína
Astrid, sum býr beint við,
og sum hon ofta vitjar.
Grannalagið
Ása er uppvaksin í smoguni,
sum gongur frá Dr. Ja
cobsensgøtu oman í Gr.
Kambansgøtu. Her búði
tey fyrstu tíðina, men
seinnu hava tey búð úti í
Grønlandi og á Argjum.
Men í 2000 fluttu tey
”heim” aftur í hetta grann
lag, har Agnas og Jógvan
Jensen, foreldrini hjá Ják
upi, búsettust seinast í 19.
øld.
Hetta hevur eisini gjørt
okkum til grannar gjøgnum
fleiri ættarlið. Omma og
abbi míni, Malla og Poli
skómakarin, búsettust her
fyri um 100 árum síðani.
Alla hesa tíð hevur verið
sera væl millum húsini í
túninum. Vit ganga inn til
hvønn annan, og her hevur
eisini verið vinskapur í 45
ættarlið. Petur hjá Pola og
Jákup hjá Agnas vóru vinir
alla teirra tíð, tað sama er
eisini við Hanus hjá Jákupi
og son mín Óla Jákup.
Ása og Poul verða burtur
stødd føðingardagin. Tey
eiga summarhús í Gilleleje,
har tey koma nógv, og har
tey eisini spæla golf. Men
tey eru eisini ofta í Íslandi
og vitja Jákup og hansara.
Og abba og ommubørnimi
elska at koma heim til Før
oyar at vitja ommurnar og
abban og Astrid fastrina.
Hetta er ikki minst galdandi
ta 91 ára gomlu langomm
una, sum eisini býr í granna
lagnum saman við soni sín
um Jógvan.
Frá okkum í granna
lagnum skal verða ynskt
Poul hjartaliga tillukku við
teimum 70 árunum. Ikki
kann sigast, at árini tyngja
nógv. Sigast kann eisini, at
tey bæði eru sera vinsom
og fryntlig, og tí er tað ein
stutteiki at kenna tey.
ó.
nøvn
Poul Jacobsen 70 ár
Ása og Poul
Henda myndin er tikin, tá ið familjan var fulltald: Aftanfyri Poul og Jákup
Frammanfyri: Ása, Astrid, Hanus og Jóannes