fríggjadagur 25. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tey, sum ger tilnevningar til
Golden Raspberry Awards,
ið letur virðislønir til ársins
vánaligastu filmar, halda,
at filmurin I Know
Who Killed Me man
vera ársins vánaligasti
filmar. Filmurin
hevur fingið heilar 9
tilnevningar. Serliga
verður sagt, at avrikið hjá
Lindsay Lohan í filminum skal
verða út av lagi vánaligt, men
tað heldur hon ikki sjálv.
- Eg spældi ein skizofren, og tað var sera krevjandi. Leikstjórin
fekk meg at spæla soleiðis, sum eg ikki hevði roknað við, at eg
kundi klára at spæla, sigur Lohan.
Lohan í vána
ligum filmi
Granskarar hjá amerikanska rúmdarfelagsskapinum NASA ávara nú um, at
ísurin í Antarktis bráðnar so skjótt, at havið kann fløða 2,5 metrar fram til
2100. Fylgisveinaeftirlit seinastu 10 árini vísir, at ísurin bráðnar við stórari
ferð. Bara í 2006 bráðnaðu 192 milliardir tons av ísi.
- Tað er eingin ivi um, at ísurin í Antarktis minkar støðugt ár eftir ár,
sigur Eric Rignot, granskari hjá NASA.
Um havið fløðir við tveimum metrum ella meira, so merkir tað, at
nógv økið fram við heimsins strondum fara at liggja undir í vatni – og at
heimurin fer at uppliva eitt nýtt slag av flóttarfólki, sum flýggjar undan
havinum.
Suðurpólurin
bráðnar
Danmark hølvaði í týskvøldið
Kroatia av í EM í manshondbólti.
Ein av donsku spælarunum slapp
tó ikki at spæla nakað serligt
við. Lars Krogh Jeppesen fekk
reyða kortið tíðliga í dystinum,
og tað hevði kanska sínar orsøkir.
Danska TV2 visti at siga, at
Lars Krogh Jeppesen hevði
mist svøvnin í Noregi. Hann gav
madrassuni skyldina fyri, at hann
ikki fekk sovið, og hann var so
troyttur dagin fyri dystin, at hann
orkaði ikki at venja við liðnum.
Jeppesen hevur nú sjálvur keypt
sær eina nýggja madrass frá
Ikea, og so er at vóna, at hann
fær svøvn í eyguni, nú kappingin
gongur móti endanum.
Jeppesen misti svøvnin
Nú er kunngjørt, hvørjar til-
nevningar til Oscar-heiðursløn-
irnar í ár eru. Fimm sjónleikarar
skulu kappast um at virðislønina
sum besti manniligi sjónleikari,
og ein av teimum er danin Viggo
Mortensen. Hinir eru George
Clooney, Daniel Day-Lewis,
Johnny Depp og Tommy Lee
Jones. Tær fimm tilnevndu í
bólinum besti kvinnuligi sjón-
leikari eru Cate Blanchett, Julie
Christie, Marion Cotillard, Laura
Linney og Ellen Page. Og so
kunnu vit nevna, at teir fimm
filmarnar, sum eru í uppskoti
til at gerast besti filmur, eru
„Atonement“, „Juno“, Michael
Clayton“, „No Country for
Old Men“ og „There Will Be
Blood“.
Dani í uppskoti
til Oscar
Tíðarritið Forbes hevur gjørt
ein lista við teimum 10 vanda-
miklastu ferðamálunum í
heimunum, og hesaferð eru Før-
oyar ikki slopnar upp í part.
Vandamiklasta landið í heimin-
um at ferðast til í løtuni er Som-
alia. Eftir tað koma krígsherjaðu
londini Irak og Afghanistan. Hini
londini, sum eru komin á listan
hjá Forbes, eru Haiti, Pakistan,
Sudan, Congo, Libanon, Zim-
babwe og Gaza-geirin.
Vandamikil
ferðamál