fríggjadagur 25. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2008
15
Tað vóru tung boð at fáa nýggj
ársaftan, at tú góði langabbi ikki
var millum okkum longur. Hóast
tú var 102 ára gamal, var tað ringt
at góðtaka, at Gud nú hevði tikið
teg til sín. Tað var ikki til at fata,
at eg ikki skuldi síggja teg aftur.
Tú hevði jú verið ein partur av
mínum lívi, alt tað eg minnist.
Tað eru ikki longur sorgartár,
sum renna oman eftir kinnunum,
men gleðistár, um hvussu nógvar
góðar løtur, eg havi havt saman
við tær. Tann dagin, tá tú skuldi
fara til jarðar, gekk eg ein túr í
bygdini, og tá komu øll minnini
aftur. Eg gekk ein túr til Gjónna,
og kom í tankar um tí ferðina, tá
eg og tú gingu ein túr í bygdini.
Eg havi tá verið um 12 ár. Av tí, at
eg havi havt áhuga í familjuni og
hendingum í gomlum døgum, var
tú vanur við at greiða mær frá
ymiskum. Meðan vit gingu hend
an túrin, fram við Gjónni, fortaldi
tú mær, hvussu bátarnir fyrr komu
í land í Gjónni við fiski. Eg kundi
ikki rættiliga ímynda mær, at tað
bar til hjá útróðrarbátunum at
koma í land har. Men tú dugdi so
væl at forklára mær, hvussu alt
hevði gingið fyri seg, at tað var
skjótt eg hevði eina ímynding av,
hvussu gjáarmenn høvdu borið
seg at, við at fáa bátarnar í land.
Eg minnist, at eg segði, at eg
var glað fyri at babba og abbi ikki
skuldu sigla í so lítlum bátum, tí
tað var farligt. Tá smíltist tú bara,
og segði at eg hevði nógv at vera
glað um. Meðan vit síðani gingu í
bygdini, fortaldi tú um tann sorg
ardagin, tá sluppin Christine gekk
burtur. Hvussu tú hevði mist bæði
pápa og tveir beiggjar sama dag,
og um hvussu tú síðani mátti
hjálpa til í húsinum, sum elstur av
systkinum. Eg bleiv sera bilsin,
og segði at eg forstóð ikki, hvussu
tey høvdu klára tað, tí at eg hevði
aldrin klára tað, um eg misti bæði
pápa mín og báðar beiggjar. Tú
svaraði so, at eg hevði klára tað
líka væl sum familja hansara, um
eg hevði nóg stóra trúgv á Jesus
pápa. Tí Jesuspápi var tann, ið
gav okkum styrki í øllum, eisini í
sorgini yvir teimum mistu. Tað er
júst trúgvin á Harran, ið hevur
hildið langabba uppi øll hesi árini.
Eg forstóð ikki heilt, hvat hann
meinti við tá, tí eg var ikki í iva
um, at eg hevði aldrin komið yvir
tað, um slíkt hendi fyri meg. Nú
tá eg eri blivin eldri, eri eg klár
yvir, hvat boðskapurin var. At
einki er ógjørligt fyri Gudi. Tað
eru fá, ið hava tænt Gudi so nógv,
sum langabbi gjørdi. Langabbi og
familjan, komu sum sagt út fyri
somu lagnu, sum so mong onnur
húski í Føroyum tá. At missa bæði
pápa, brøður og synir. Men trúgv
in helt honum uppi.
Hann var í kirkju hvønn sunnu
dag. Hevði fast pláss í Gjáar
kirkju. Gólvið har hann hevði
fastan sess, var blivið slitið upp.
Hetta boðar frá, hvussu trúfastur
hann var í kirkjuni. Eftir at hann
var komin á ellisheimið, lurtaði
hann eftir gudstænastuni hvønn
sunnudag. Hansara hægsta ynski,
á hansara 100 ára føðingardegi,
var at sleppa í kirkju áðrenn døg
urðan. Hetta ynski bleiv eisini
uppfylt. Tað sást á honum, hvussu
glaður hann var um hesa kirkju
gongd. Tað frøddi hann, at síggja
alla hansara familju sita í kirkjuni,
har hann hevði verið so trúfastur
at komið inn í. Bæði nýggjárini,
meðan hann búði á Ellisheiminum,
vildi hann sleppa í kirkju í heim
bygdini á nýggjárinum. Sum næst
an 102 ára gamal, fór hann allan
vegin frá Runavík til Gjáar og
heim aftur, bara fyri at sleppa í
kirkju. Eitt ár seinni, um somu
tíð, segði hann farvæl við hesa
fold og slapp endiliga at vera sam
an við konu og soni sínum, Elisa
bet og Hans Jacob aftur. Sonin
misti hann í 2007, og hettar var
ein harður missur fyri hann. Tá
vit vóru og vitjaðu nakrara vikur
aftaná, snakkaði hann um, hvussu
gott menniskja Hans Jacob altíð
hevði verið. Tað sást á honum,
hvussu keddur hann var um, at
sonurin var farin áðrenn hann,
men aldrin vildi hann hava, at
familjan skuldi taka synd í hon
um.
Tað eru fá menniskju, ið eru
líka blíð, fitt og skemtingarsom,
sum langabbi var. Ja eg loyvi mær
at ivast, um tað yvirhøvur er nakar
á hesari fold, sum hevur sama
lyndi, ið hann hevði. Hann vildi
altíð hava, at vit hildu føðingardag
fyri honum. Men hettar var ikki
tí, at hann so fegin vildi vera feir
aður, nei hettar var fyri at halda
familjuni saman. Altíð vóru føð
ingardagarnir líka hugnaligir. Tað
var ikki altíð, at man hevði so
góðan hug, at fara í føðingardag,
men man fór altíð atlíkavæl. Tí at
síggja langabba, var nakað heilt
serligt. Tí gleðist eg yvir, at lang
abbi fekk við, at summarhúsini
við Gjógv blivu bygd. So visti
hann, at familjan fer altíð at síggj
ast, tí húsini eru so tætt saman.
Tað gleddi hann eisini, at familjan
valdi at byggja summarhús við
Gjógv heimbygd hansara, ið
hann var so góður við.
Barmaminni míni við Gjógv
eru mong. Eg minnist enn, hvussu
glaður langabbi var, tá vit børn
komu inn um hurðina hjá honum.
Altíð bjóðaði hann kaku og annað
gott, foreldur okkara og ommur
og abbar, hildu uttan iva mangan,
at vit fingu í so nógv sukur, tá vit
vóru har norði. Men langabbi
segði, at tað bilti ikki, tí tað var
ikki so oftani, at hann gav okkum
okkurt leskiligt. Tað besta, sum
eg fekk, var tá langabbi fortaldi
ymiskar søgur frá Gjógv. Eg haldi
at tað er tí, eg dámi so væl bøk
urnar um Gjógv, sum abbi mín
hevur skrivað, tí eg kenni okkurt
aftur frá søgunum, ið langabbi
mín fortaldi mær.
Eg plagdi at renna aftaná lang
abba, oman at geva seyðunum at
eta, tá teir vóru inn í hoyggjhúsi
num. Ta einu ferðina tordi eg ikki
inn um gáttina og langabbi spyr
um grundina, hví eg ikki vildi
við. Tá svari eg, at eg var bangin
fyri seyðatjóvunum, ið goymdu
seg á hoyggjhúsloftinum. Lang
abbi fór bara at flenna, og segði
so at hann mátti gevast við at for
telja mær allar hesar søgurnar.
Fyrr um kvøldið, hevði hann for
talt um seyðatjóvarnar, sum vóru
í gomlum døgum. Tá hevði hann
eisini fortalt, at tey plagdu at siga,
at teir goymdu seg á hoyggjhús
loftum. Av tí, at eg hevði eitt sind
ur at fantasi, helt eg, at seyða
tjóvarnir eins væl kundu goyma
seg har enn.
Eina aðru ferð var langabbi far
in ein túr út at ganga. Av tí at
babba og tey flettu, og mær aldrin
hevur dáma at verið til staðar,
meðan flett verður, fór eg ein túr
inn til Fíu, systur langabba. Tá eg
havi sitið har eina løtu og práta,
hyggi eg eftir klokkuni og sigi
mest sum fyri meg sjálva, at eg
má heldur fara at leita eftir lang
abba, tí nú var so myrkt og klokk
an var nógv, og eisini var hann
blivin so gamal. Meðan eg sigi
hetta, fer Fía at brosa, og biður
meg koma at fáa mær ein køku
bita, tí eg skuldi ikki vera bangin
um langabban. Hann fann til hús
og hóast hann var gamal, so var
hann raskur sum fáur. Meðan eg
siti og eti, kemur langabbi inn. Tá
var hann komin eftir mær, sum
avtalan var. Fía fortelur honum at
eg var byrjað at blíva bangin um
mín langabba, hann kíndi mær
um høvdið, og segði, at tað var
ein fittur tanki. Síðani fóru vit aft
ur til hansara. Hesi minnini eru
bert fá av mongum. Øll vera tey
tó goymd í mínum hjarta, tí tað
eru minnir, ið eg fari at minnast
alt mítt lív.
Tað munnu vera fá, ið ikki hava
hoyrt meg tosa um teg góði lang
abbi. Tí altíð hevur tú verið nakað
heilt serligt fyri meg. Eg og ein
vinkona sótu ein dagin, stutt eftir
jarðarferðina og snakkaðu. So
kom eg at snakka um teg. Tá segði
vinkonan, at henni dámar so væl
smílið, og hvussu eyguni á mær
lýstu upp, hvørjaferð eg fortaldi
okkurt um Gjógv ella um lang
abba. Seinni sama dag, fortelji eg
hetta fyri eini aðrari vinkonu, ið
eg havi kent síðani eg var helt
lítil. Hon svarar so, at tað var sann
heit, at tað altíð hevur verið eitt
bros frammi, tá eg havi fortalt um
onkra hending í samband við lang
abba. Tað er av stoltleika, at eg
fortelji mínum nærmastu og vin
um um langabba, tí slíkur maður
finnist ikki.
Til ervið segði ein kona, at eg
mátti vera eitt av langabbabørnu
num, tí eg líktiskt langommuni.
Eg spurdi síðani babba, hvussu
langomma hevði sæð út, og hann
sigur so, at hon líktist mær. So
langabbi, sjálvt um tú var gamal,
so visti tú hvat tú segði, tí tú hevur
mangan sagt, at eg minti um konu
tína Elisabeth.
Góði langabbi, eg vil altíð
goyma minnini um teg í mínum
hjarta. Takk fyri at eg slapp at
hava teg so leingi, tað er ikki ein
og hvør, ið hevur sín langabba, so
leingi sum eg havi havt. Tí eri eg
sera takksom fyri, at eg fekk tann
møguleikan.
Hvíl í friði. Altíð elskaður,
aldrin gloymdur.
Langabbadóttur tín
Beinta V. Sigvardsen
nøvn
Minningarorð um langabba mín
Karl Jacob Sigvardsen
f. 27.02.1905 · d. 31.12.2007
Leygarkvøldið 26. januar
hátíðarheldur Ingi Højgaard,
løgfrøðingur, sín 40 ára føð
ingardag. Hann fylti leygar
dagin 27. oktober.
Ingi er av Toftum, sonur
Sofíu, f. Olsen, og Hans
Paula Højgaard, bæði av
Toftum.
Hann er útbúgvin løgfrøð
ingur, umframt at hann
hevur aðrar útbúgvingar.
Eitt nú hevur hann tikið
»Master of Law« prógv í
London, og meðan hann
læs løgfrøði tók hann eisini
HDprógv við síðuna av
lesnaðinum. Hann er upp
vaksin við útróður og hevur
verið nógv til skips, bæði
sum ungur og í ferium, með
an hann læs.
Altíð hevur Ingi havt góð
an hug at ferðast og at
síggja seg um. Hann hevur
t.d. ferðast í Australia, og tá
hann gekk í studentaskúla,
var hann eitt ár sum skiftis
næmingur í Illinois í USA.
Ingi er ein arbeiðssamur
maður og virkin á nógvum
ymiskum økjum. Umframt
sítt dagliga starv sum løg
frøðingur á Advokatfelag
num yviri við Strond,arbeiðir
hann fyri italsku altjóða
oljufyritøkuna ENI (Ente
Nazionale
Idrocarburi),
sum hevur skrivstovu í Før
oyum. Eisini er hann for
maður í nevndini fyri Skála
fjarðartunnilin.
Ingi og Eyð Gundmunds
son úr Fuglafirði eiga sonin
Finnur, sum er fimm ára
gamal og eitur eftir abba
num í Fuglafirði.
Góði Ingi, vit ynskja tær
ein góðan dag saman við
vinum.
Heilsan vinir
Ein heilsan til Inga