fríggjadagur 25. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Vikuskifti
14
”Eitt vesi við tiptari
kummu. Hvørt rør, hvørt
op, hvørt hol. Tipt.
Steintipt”
Soleiðis sær heimastýris
(ó)mentanin út í eygu
num á rithøvundanum
Carl Jóhan Jensen í
nýggja ritlinginum,
Apuvit og Heimastýri
RitlinguR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Stutt fyri jól gav høvundurin,
Carl Jóhan Jensen, út ritlingin
Apuvit og Heimastýri. Um
sama mundi fylti høvundurin
fimti ár. Ásannandi, at hann og
Heimastýrislógin eru um sama
aldur, hevði høvundurin sett sær
fyri, hátíðarhalda hendingarnar
við einum ritlingi á fimti síður.
Politiskt onki
Tær fimti síðurnar í Apuvit
og heimastýri umfata eina
fagurfrøðiliga hugleiðing um
list, nevnd ”Tíð og tiptar listir”,
eina flaggdagsrøðu í Vágunum
men fyrst og rúgvumiklast nakrar
heldur speirekandi eygleiðingar
av, hvat tað vil siga, at vaksa
upp og royna at búnast undir
Heimastýristilstandinum.
Íblásturin til at skriva hesar
eygleiðingar í ritroyndarstíli við
heitinum Apuvit og heimastýri,
hevur høvundurin fingið frá
nøkrum politiskum greinum, ið
Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði
fyrst í tjúgunum um sína egnu tíð.
- Greinarnar hjá Jørgen Frantz
eru fyri tað fyrsta rættiliga góðar.
Eisini haldi eg, at hansara máti at
greina samfelagið sæð í ljósinum
av hendingum í hansara egna
lívskeiði, er sera viðkomandi. Eg
havi so gjørt nakað í sama stíl,
sæð í ljósinum av heimastýrinum,
sigur Carl Jóhan og minnir á,
at hesar hugleiðingar ikki skulu
lesast sum ein frøðiligur tekstur.
Sambært Carl Jóhan er
Heimastýri eitt slag av tilstandi,
ið verður stýrdur av eini fatan
av (heimastýris) heiminum, ið
høvundurin kallar Apuvit. Hendan
fatan ella hugburður kemur til
sjóndar í einum logikki, ið breiðir
yvir alt, sum onkursvegna er
tvørligt ella hugstoytt, eftir teirri
meginreglu, at alt er, sum tað
alment verður sagt at vera (á
prenti ella á donskum), antin
tað er so ella ikki. Við síðuna av
hesi fatan rekst eitt serbrigdi av
Heimastýrishugsan, sum eitur
”Læran um politiskt onki”. Hon
kundi eins væl itið ”Læran um
politiskt hvørki”. Í báðum førum
er hon úrslit av einum politikki,
sum bæði vil alt møguligt, men
samstundis onki vil – also vil
hann hvørki ella onki.
Málið sum lagna
Men hvussu kennist tað
so fyri ein rithøvund at
liva í hesum innantóma
heimastýristilstandinum?
- Eg kann ikki svara fyri onnur,
men sjálvur havi eg í vaksandi
mun kent heimastýrið sum eina
andliga og mentanarliga forðing.
Í øllum førum síðani eg bleiv
mentanarliga ella listarliga
tilvitaður. Eg kenni meg stutt
sagt avmarkaðan og havi støðugt
eina trongd at spreingja hetta
heimastýrishylkið av mær.
Spurdur, hví hann so ikki bara
sleppur sær av landinum, sigur
Carl Jóhan, at tað hevði lítið
nyttað.
- Føroyska málið er mín treyt
fyri at virka sum høvundur. Tískil
er málið eisini mín lagna, um tú
vilt. Jú, eg kundi sjálvandi fari,
men eg hevði í veruleikanum
ongantíð sloppið burtur. Tú kanst
ikki flýggja undan lagnuni ...
Í ritroyndini ”Tíð og tiptar listir”
kemur høvundurin eitt sindur
nærri at, hvat tað er, sum ger tað
so avmarkandi at fáast við list í
Føroyum.
Fyrst og fremst er tað ein
hugburður, sum altíð vil umbera.
Ikki illkennast. Ikki róta upp.
Skjótt sagt ein hugburður, ið
vil eina list í andligum frígiri.
Í føroyskari list er samtíðin
annaðhvørt illa kend ella gjørd
leys við teir partar av henni,
ið kunnu ella kunnu ætlast
at ørkymla breiðsemjuna
– tað allarheilagsta í føroyskum
hugsanarlívi.
Hóast glottar eru at hóma,
sambært Carl Jóhan, má
afturlatna heimastýrið opa seg
mentanarliga, áðrenn nakað
munagott kann henda á listarliga
økinum. Eitt upptak má til. Ein
úrtipping, so skolað kann verða
ígjøgnum heimastýrisvesið.
Heimastýri – ein tipt vesikumma
Fagri nýggi
krimiheimur
Jón Hallur Stefánsson, Krosstre,
(Kvinden der forsvandt),
Gyldendal, 2008
Valdimar og Marteinn eru tað
nærmasta vit koma onkrum slagi
av høvuðspersónum í nýggju
íslendsku krimisøguni, Krosstre
– sum heldur hugflogsleyst
hevur fingið heitið Kvinden, der
forsvandt á donskum.
Valdimar er kriminalpolitistur og
Marteinn er sonur Bjørn, ið verður
funnin illa viðfarin uttanfyri eini
summarhús. Seinast, nakar sá
Bjørn, var tá hann algoystur leyp
avstað eina náttina, eftir at hava
tikið ímóti einum telefonboðum.
Marteinn er fyrst í tjúgunum og
hevur frammanundan ríkiligt av
trupulleikum av pápanum, sum
hevur eina elskarinnu á aldur
við Marteinn. Elskarinna eitur
Sunneva, og tað er hon, sum
hvørvur. Sum lesarar vita vit alt
ov væl, hvar hon er. Tað er ikki
har, spenningurin liggur. Intensa
dramaið stavar frá mátanum,
høvundurin Jón Hallur Stefánsson
letur lesaran fylgja konu Bjørn,
foreldrunum hjá Sunnevu, og Hall-
grímur, vinmanninum hjá Martin.
Øll hava tey onkur loyndarmál,
sum avdúka, at Bjørn ikki hevur so
fá lík í skápinum.
Krosstre er ikki bara enn eini
krimi, men ein, ið tvíheldur um, at
krimisøgur eiga at teljast millum
fagurfrøðiligar bókmentir. Og tað
kann hon nokk eisini – serliga tá
hon móti endanum prógvar, at
reglurnar fyri eina krimi als ikki
nýtast at vera til staðar fyri at
gera eina krimi spennandi ...
Fyrsta bókin hjá íslendska krimi-
høvundanum, Jón Hallur Stefánsson,
hevur fingið óvanliga góð ummæli
Frá bóndasoni
til sjúkrasystir
Axel Johannesen, Fra kongs-
bondesøn til sygeplejerske,
Queenswood, 2007
Axel Johannesen,
kongsbóndasonur úr Vestmanna,
var fyrsta, føroyska manfólk, ið
tók útbúgving sum sjúkrasystir.
Í endurminningunum, Fra
kongsbondesøn til sygeplejerske,
greiðir hann frá, hvussu hann
sum ungur droymdi um at gerast
sjómaður, eins og pápin og
beiggjarnir. Hetta dámdi mammu
hansara tó so illa, at Axel í
staðin valdi at fara til Danmarkar
at læra til diakon og seinni til
sjúkrasystur.
Í bókini lítur 82 ára gamli Axel
aftur á eitt langt lív, har hann
størsta partin av tíðini hevur
arbeitt við teimum eldru, sjúku
og brekaðu, m.a í 23 ár sum
varaleiðari á einum røktarheimi á
Sælandi. Hesin parturin av bókini
gevur eina mynd av einum emn-
niskja, sum av fullum huga hevur
vígt sítt lív til tey veikastu.
Men minnini um Føroyar eru
ongantíð langt burturi. Serliga
í fyrra partinum av bókini gevur
høvundurin eina óvanliga livandi
mynd av lívinum á bygd fram til
endan av seinna veraldarbardaga.
Hóast Axel Johannesen
ongantíð er fluttur heim aftur til
Føroyar, rennur sambandið við tað
føroyska sum ein reyður tráður
gjøgnum hansara lív og bókina.
Gjøgnum hansara virkna leiklut í
fleiri føroyingafeløgum, fær lesa-
rin eitt neyvt innlit í lívið millum
føroyngar í Danmark.
Axel Johannesen úr Vestmanna
hevur eina forkunnuga søgu at siga
um lívið sum sjúkrasystir millum tey
veikastu í samfelagnum
Rithøvundurin Carl Jóhan Jensen hátíðarhelt sín fimti ára føðingardag við
eini uppgerð við javnaldran, føroyska heimastýrið, í ritlinginum ”Apuvit og
Heimastýri”
Mynd: Jens K. Vang