fríggjadagur 25. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 18 - 25. januar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Ritu Bech
úr Lopra fer úr kapelli
num á Suðuroyar sjúkra
húsi fríggjadagin kl. 19.
Jarðarferðin verður úr
Bethel í Vági leygardag
in kl. 13.
Hans
Toftheyggj
í
Hvalba andaðist á Suð
uroyar Sjúkrahúsi týs
dagin, 78 ára gamal.
Farið verður úr kapelli
num á Suðuroyar Sjúkra
húsi fríggjadagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Hvalbiar kirkju leygar
dagin kl. 13. Tey, ið
vilja
minnast
Hans
kunnu
lata
Hvalbiar
kirkju eina gávu.
Kistan við Ritu Bech
úr Lopra fer úr kapelli
num á Suðuroyar sjúkra
húsi fríggjadagin kl. 19.
Jarðarferðin verður úr
Bethel í Vági leygar
dagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Takk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
mintust meg á 75 ára føðingardegi mínum,
veiti eg mína hjartans tøkk
Bestu heilsanir
Haldgrím Gregersen
Syðrugøta
Tøkk
Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, sonur, bróðir og svágur okkara
Jóan Hendrik Húsgarð
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri vitjanir og uppringingar – eisini meðan
hann lá sjúkur.
Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til
Kamillianergården.
Tøkk til tykkum øll, ið vóru til jarðarferðina í Hjørring.
Familjunnar vegna
Patricia og Rebecca,
Anna og Tróndur
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Jógvan Sofus Ferjá
Gjógv
doyði og varð jarðaður.
Vit takka Hans Jákupi Joensen, biskupi og
Emil Olsen, presti fyri troystarrík og vøkur orð í
kapellinum og kirkjuni.
Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, syngjarum,
berarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu
til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Gjáar kirkju.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Dinnafía
Gerda, Sjúrður, Katrin, Jónhild og Kristina
Hósdagin 24. jan. læt nýggi
handilin MANO upp á 1.
hædd í Handilskjarnanum í
miðbýnum í Havn. MANO
er ein serhandil við mann
fólkaklæðum í ymiskum
kendum merkjunum.
Sámal Joensen, leiðari í
MANO, sigur, at talan er
um ein spennandi handil,
har øll tey ymisku klædna
merkini eru í ymiskum
deildum inni í handlinum,
tað sum vanliga verður
nevnt »Shop in shop«.
MANO í Handilskjarnanum
Føðingar
29. desember fingu Sylvia (úr Norðragøtu) og Christian H.
Danielsen, Lille Skensved, Danmark, eina dóttur ið eitur Elisa
beth Kristianna. Hon var 52 cm. long og vigaði 4080 gr.
7. januar fingu MaiBritt og Ísak Petersen, Viðareiði ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3500 gr.
10. januar fingu Anja Olsen og Jens K. Joensen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4050 gr.
17. januar fingu Elsa og Kent Johannesen, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr.
19. januar fingu Kristianna Mortansdóttir og Eyðun R. Jensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4400 gr.
22. januar fingu Mása G. Tróndheim, Klaksvík og Pætur Háberg
Johansen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði
4150 gr.
22. januar fingu Nicolina og Álvur Jøkladal, Saltangará, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4750 gr.
23. januar fingu Birgit og Niclas Thomsen, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr.
23. januar fingu Olanta og Eskild Norðbúð, Klaksvík, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr.
6. januar fekk Gunnrið
henda fitta lítlabeiggjan.
Hann vigaði 4000 gr.
og var 54 cm langur.
Foreldur eru Bjørg Dam og
Høgni Egilstrøð Hansen,
Tórshavn
19. januar fingu Olga
Joensen og Martin
Restorff, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 49 cm.
long og vigaði 2800 gr.
Prógv
Jóannes M. Johannesen, sivilverkfrøðingur og Ph. D. ættaður
av Glyvrum, men búsitandi í Keypmannahavn hevur tann 16.
januar 2008 við Københavns Universitet lokið kandidatprógv
sum aktuar (cand. act.) Serritgerðin, sum hann vardi til endaligu
próvtøkuna, hevði heitið »Dynamic programming and efficient
hedging for unitlinked insurance contracts«.
Johan Jacobsen, Glyvrar, hevur 22. januar 2008 lokið prógv sum
Cand.mag í Arabiskum á Københavns Universitet.
65 ár
Mánadagin 28. januar fyllir Jonhard Mouritsen, Hoyvík, 65 ár.
Í samband við føðingardagin verður opið hús við brunch leygar
dagin 26. januar frá kl. 11 og út á seinnapartin.
Brúdleyp
Leygardagin 26. januar giftast í Bogota, Columbia. Liliana
Nieves ú Bogota og Tummas Kastalag úr Klaksvík.
Brúdlepsadressan er :
Liliana & Tummas Kastalag
Calle 79 No. 1459
Apartamento 402
Bogotá, Columbia
Gullbrúdleyp
Leygardagin 26. januar hava Ólfríða og Kristian Johansen, Stren
dur, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Leygardagin 26. jan. hava Ingrid og Johannus Lydersen, Skálavík,
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin hjá Ann og Sigurd Poulsen,
Tjarnarlág 27, Tórshavn, frá kl 1117. Øll eru vælkomin.