Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti 13 teg lukkuligan Requiem dró Susanne til sangin - Tá ið var 18 ára gomul, hoyrdi eg Requiem eftir Berlioz í Paris. Enn fái eg tár í eyguni, tá eg hugsi um hetta. Orkestrið var fanstastiskt. Kórið framførdi við slíkum intensit- eti, at eg ristist og skalv. Ein stóran part av æruni hevði ikki minst tann ótrúligi akustikkurin í “Madeleine kirkjuni” - Eg ynski øllum musikkelskarum, at teir einaferð í lívinum fáa eitt tílíkt upplivilsi. Hetta gloymi eg ongantíð, og hetta er eisini grundin til, at eg yvirhøvur bleiv sangarinna. Talent er ikki nokk, tað krevur eisini hart arbeiði Hvussu sær út við talentum í Føroyum? - Tað eru nógvar góðar røddir, og tað finnast nakrir begávaðir ungir sangarar. Men man má vita eitt: - Kendasti operasangarin nakrantíð, Caruso, segði at 10% er talent og 90% er hart arbeiði. Hesum eri eg púra samd í. Men vit kunnu fara víðari til nakað, sum ongin tosar nakrantíð um. At syngja væl er ikki nóg mikið. Hetta er bert tað mest grundleggjandi. 1: Afturat hesum má ein vera sera góður sjónleikari, og hava eina sterka útstráling. Hetta er minst helvtin av karrieruni. 2: At síggja gott út er ein stórur fyrimunur. Jú vakrari, jú betri. Sangarar, ið eru ov stórir, lítlir, ella tjúkkir hava lítlan møguleika. Eingin vil hava teir. Helst skal ein síggja út sum ein Hollywood sjónleikari. Pavarotti var t.d. ein sera dámligur ungur maður, tá ið hann sum 25 ára gamal byrjaði sína karrieru. Hann bleiv tjúkkur aftaná, at hann var blivin víðagitin. 3: Ein má byrja ungur, tí tað tekur umleið 10 ár eftir út- búgvingina inntil karrieran byrjar. Tær flestu solist-karrierurnar vara bert 5 ár, t.v.s. man kann ikki tosa um nakra karrieru, tí hon er ikki farin í gongd. 4: Ein má vera sera málrætt- aður, ósmæðin, hava spískar albógvar, og eina stóra portión av sjálvsøkni. Hetta er ikki akkurát tað, sum føroyingar eru mest kendir fyri. 5: Ein má hava nógvar pengar fyri at kunna presentera seg fyri møguligum áhugaðum, t.d. agentum og síðani operahúsum. At finna ein agent kann taka langa tíð, tí teir hava longu so nógvar sangarar knýttar at sær. Men uttan ein agent, kann ein ikki “syngja fyri” á nøkrum operahúsi. Tað besta er um ein hevur vælhavandi familju, sum vil stuðla við nógvum pengum. Tí uttan fíggjarliga hjálp er næstan ógjørligt at klára tað sjálvur. Eg kenni sangarar, sum hava tikið bankalán fyri at sleppa at syngja fyri, og sum gjalda lánini aftur ígjøgnum fleiri ár. Og ein skal verða heppin at fáa arbeiði fyrstu ferð ein syngur fyri. At syngja fyri 20 ferðir fyri at fáa eitt arbeiði, er heilt vanligt. 50 ferðir er heldur ikki óvanligt. Hetta er dýrt, tí at ein má gjalda flogferð, tokferð/bussferð og hotelkostnað sjálvur. 6: Sálarliga og kropsliga má ein vera sera stabilur. Smásár, hava ongan kjans! Listafólk eru jú næstan altíð sera sensibul, og tað ber ikki til tá ein syngur fyri. Um eitt av hesum 6 punktunum ikki er í ordan, skal ein als ikki hugsa um at fara sangaravegin. Sangvenjing spjaðir lukku og gleði Tað ljóðar ræðuliga tungt! - Tað er tað eisini. Hetta má ein vita um ein ætlar at gera hobby til arbeiði. Eitt dømi: Bert úr Suðurkorea koma á hvørjum ári 400 nýggir sera vælútbúnir sangarar á altjóða marknaðin. Í Milano í Italia har Operahúsið “La Scala” er, búgva meiri enn 2000 suðurkoreanar, ið bíða eftir einum lítlum kjansi. - Men eg haldi ikki at hvør einstakur sum elskar at syngja, má blíva professionellur sangari. Nógv týdningarmiklari er at hækka almenna støðið innan sang í Føroyum. At kunna út- trykkja seg ígjøgnum sína egnu rødd, er ein erfaring, ið ger ein sera lukkuligan. Tey, ið einaferð hava roynt kensluna, hvussu tað følist, tá ið røddin opnar seg og risastór streymar úr kroppinum, vita, at tað lønar seg at venja og betra teknikkin. - Hvør einstakur sum betrar seg, betrar heildina og inspirerar eisini onnur. Har ígjøgnum koma nýggir møguleikar, reper- toire verður mangfoldigari og musikalska lívið mennir seg. Mínir bestu næmingar úr Før- oyum kunnu eftir 2 ára undir- vísing syngja opera-ariur. Men eisini teir næmingar, sum ikki eru so begávaðir, hava ment seg øgiliga nógv, og hava nú ein heilt annan kvalitet í røddini. Harvið verður almenna støðið hækkað munandi, og tann føroyska sangverðin verður ríkari. Og eg haldi at tað er hetta sum vit hava brúk fyri. Kelda: Suðuroyarportalurin Lat munnin upp – venjing í Vági Mynd: Suðuroyarportalurin Kari Roarsdóttir og Susanne í Hoyvíkar Kirkju Mynd: Fróði Sandoy Rannvá K. Hansen og Susanne í Kirkjubøar kirkju Mynd: Fróði Sandoy Mynd: Fróði Sandoy