Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 25. januar 2008 13 viðmerkingar Í samband við Blogguna í Dimmu sum nam við harðskapsslagið millum ung, vil eg lýsa sjónarmið frá mínum horni. Seinna gittarkonsertin hevði samlað »snillingar­ nar« og fitt av fólk í bio­ grafhúsið í Klaksvík. Mitt undir konsertini trinu tveir lokalir í tjúgunum innar og settust at órógva við m.a. einum úttalilsi, um hvussu nógv kokain teir høvdu sniffa í undanfarna viku­ skifti, so at teir á palli eisini órógvaðust. Góð løta gekk áðrenn ein kvinna reistist og vendist fyri at biða »hvølpanar« halda kjaft; áðrenn long tíð var farin, hvørki sóust ella hoyrdust skrappu sniffarnir longur og kvinkaði støðið á framførsluni upp á nøktandi stig. Nakað seinni sóust borgmeistarin og tveir fylgimenn á spákan á havnargøtum og nýtti eg høvi at teska í annað oyra á Steinbjørn Jacobsen: at rúsevnismynstri í Klaksvík líktist als ikki tí í Tórshavn, og at stór nýtsla av harðari evnum var mannamillum í »víkini«. »Hvat skulu vit gera við tað« spurdi hann (glaður um upplýsandi teskanina), ikki var long tíð at umhugsa seg í og svaraði eg: »trúgv ungdóm­ inum, trúgv ungdóminum« og vit fóru hvør sín vegin. Avriksfremjandi narko­ tisk evni t.d. kokain, amphetamin (speed) og onnur »hørð narkotisk evni« eru eftirspurd millum tey, sum ikki eru nøgd við eitthvørt støði og hevur eins og alkohol ofta delerium og sinnissjúkur við sær sum hjáárin. Um eitt ungt fólk einsamalt ella í felag kennir seg trýstan av t.d. lokalum konserva­ tivum eldri einstaklingum ella teimum somu í »bólki« kann slíkt óheppið henda í sjálvt smáum bygdum og gerst bólkatrýst tíanverri onkuntíð lagnan hjá einari heilari bygd. At høvuðsstaðurin var aftanfyri hesum viðv. bæði Vágoynni og Klaksvíkini var veruleiki í tí at »uttan­ garðsfólk« (undirgrunds­ rørsla) í Tórshavn, sum hevði tilknýti til Christi­ ania og teirra politikk (sum vil halda harðari evnini burtur frá hasjsøluni) og netverk teirra, vóru á einum máli um at halda skil á hesum í havnar­ gøtum. Men við útlending­ um afturat vaksandi vitj­ andi úr bygd (tey seinni fyri at koma í samband við misnýtarar, sum fingu heilivág frá læknum) og tí býtta løgregluarbeiðinum, sum gekk út upp á at vera frelsarar, at nýta avlurting sum amboð og skrásetan av »øllum« føroyingum, sum javnan ella inn ímill­ um royktu eina «hasjpípu« ella ótu heimabakaðar bollar (um tað skal vera), var talið 700? (livst so spyrst); arbeiðsleistir sum í hinum norðanlondum vera nýttir móti »harða umhvørvinum« og í mín­ um heimi kallast forfylgj­ an, datt allur høvuðburð­ urin og øll nyttan niðurfyri, framman fyri eyguni á illum og sperdum »havna­ fólki« tá tað brádliga ikki var nakar í »umhvørvi­ num« sum vildi taka kjansir. Samanhaldið hvarv og eftir einum degi var ikki »klumpurin« at síggja í langa langa tíð og byrjaði annað umhvørvi at festa røtur (sjálvgjørt er vælgjørt). Í dag standa tit/vit við tørvi á nýhugsan og hugsi eg sum svakur: Eitt keðiligt lív kann íbirta hugin at »kunstigt røkka hæddirnar« og liggur fyrsti (mest sjónligi) lykilin í tankanum um »multihall­ ir«, sum kunnu hýsa teim­ um ungu og teirra áhuga (útyvir tónleik og etabler­ aðan ítrótt), so sum virðis­ ligir rullubreytsbanar (skateboard), softgunn/ paintballkappingar, klatri­ veggir, internetkafé o.a. Varð byrjað í Tórshavn við hesum sjálvsagda (við rúmari høll) er tað helst ei heldur langt við síðurnar av, um høllin sum skjótast kom at standa (turr og góð) í námind av, ella á økinum hjá frælsa ítróttinum á Hálsi. Harvið høvdu nøkur talent »allarhelst« funnið vegin til »frælsan« ítrótt. Verður farið í gongd beinanvegin verður nokk mangt óheppið lofta, men hvat viðv. virðisligu ítróttini »skateboarding« er sera umráðandi at røttu breytirnar vera funnar og vildi eg fegin sjálvur leita slíkar fram (havi longu onkrar, sum eg kann fáa upplýsingar um og tekningar av) um eg fekk signal til tess. Nú kenni eg meg hava gjørt mítt til at bróta óhepnu gongdina millum ung í Føroyum og leggi harvið handskarnar á hillina inntil víðari. Wake up mr. Mayor and dont meansion the poor work you have done for skate­ boarding on »Frælsið« beside the teachers school. Góða gamla slagið John Torkilsson Tey skulu ikki bara læra tvey pluss tvey s fyri k fakligan førleika men eisini holdningar sosial fyrilit grundleggjandi samfelagsligan førleika rætt og skeivt hvussu ber tað tá til at ein næmingur kann siga reyvarhol fuck you beinleiðis við lærararn uttan fylgjur hvussu ber tað til at minnilutin kann terrorisera meirilutan uttan fylgjur í áravís… hvussu ber tað til at skúlin skal undirvísa í einari destruktivari samfelagsmekanismu ið eitur væntandi konsekvensur… ­ og at mann heldur at tað verður uttan fylgjur… Pisa er kíkað skrátt í rangastrúpan fremstufingrarnir eru stirðnaðir skrátt upp í ákærandi skaðafrøði í einum fáfongdum fjálturstungnum herðindi tyrva vit trupulleikan við lønarsamráðingum bachelor útbúgving IT førleika talgildum talvum tá verður alt betri og vit kunnu pleasa Pisa ­ um ikki annað… góðan dagin maður øksaskaft Men næmingar ið eru førarahundar heima bjóða náttúrliga tí samfelassetta førarahundinum í flokkinum av ­ og hann kann bera snella sítt tannleysa goyggj tí at samfelagið hevur trekt alla tennirnar út… ­ og so verður spurt hví…! Fólkaskúlin anno 2008 - ein tíðarmynd Januar 2008 Jógvan sTeinTún Áttandi partur Seinast skrivaði eg eitt sindur um Dávid kong. Í konga og krønikubók­ unum lesa vit um fleiri profetar. Eg fari at taka eitt sindur fram um tríggjar teir best kendu, Elias, Elisa og Esaias Vit lesa um Elias í 1. kongabók 17. kap. til 2. kong. 2. kap. Eg skal taka tvær hendingar fram um Elias. Um einkjuna í Zarepta og hendingina á Karmel, og so eisini ta heilt serligu hendingina, tá ið hann og Móses vístu seg á fjallinum saman við Jesusi. Í 17. kap. í 1. kongabók lesa vit um turkin, sum kom, og Elias kom til einkjuna í Zarepta, sum bert átti ein neva av mjøli eftir í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum, og tað stóra unduri hendi eftir orði Harrans við Eliasi, at mjølkrukkan og oljukrússið tómdust ikki, men góðu einkjuni og syni hennara føði, líka inntil Harrin gav regn aftur á jørðini. Viðvíkjandi hesum, at tað einki regn kom, lesa vit í jákupsbrævi: 17 Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir. 18 Aftur bað hann, og himm­ alin gav regn, og jørðin bar grøði sína Meðan Elias var á døg­ um, ráddi hin gudleysi kongurin Akab í Ísrael. Drotningin Jesabel var ikki mætari, helst verri. Í 18. kapitli í 1. kongabók lesa vit um hendingina á fjalli­ num Karmel, tá ið Harrin á undurfullan hátt opinberaði seg og vísti, at tað var hann, sum er Gud og ikki Ba`al. Og vit lesa hetta: 36 Men um ta tíðina matofrið verður borið fram, steig Elias profetur fram og segði: "HARRI, Gud Ábra­ hams, Ísaks og Ísraels! Lat í dag verða sannað, at Tú ert Gud í Ísrael, og at eg eri tænari Tín, og at tað er eftir boði Tínum, eg havi gjørt alt hetta! 37 Svara mær, HARRI, svara mær, so hetta fólk kann sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og at Tú vendir hjarta teirra aftur til Tín!" 38 Tá fall eldur HARRANS niður; hann gjørdi enda á brenniofrinum, brenninum, grótinum og svørðinum og turkaði upp vatnið, sum í grøvini var. 39 Hetta sá alt fólkið; og teir fullu niður á andlit sítt og søgdu: "Tað er HARRIN, sum er Gud! Tað er HARRIN, sum er Gud!" Aftaná hesa hendingina fór Elias niðan á Kamels­ tind og fór í bøn til Harran, um at regn skuldi koma. Aftaná at tænari Eliasar hevði gingið sjey ferðir niðan og hugt út í havið, kom regnið. Elias var ein trúðarinnar maður. Tað mest merkis­ verda um hann, lesa vit tó í nýggja testamenti, tá ið hann, saman við Mósesi so nógv hundrað ár eftir deyða teirra, opinberaist á fjallinum, og teir talaðu við sjálvan frelsaran, sum tá enn var í jørðiska likami sínum. Undrunarverd er bíblian, og sonn er hon. Tað fer hvørt menniskja at noyðast at ásanna einaferð, tá ið Harrin fer at opinbera seg. Tá skulu vit síggja tað, sum vit trúðu her. Og tann, sum ikki vildi trúgva, fer at ásanna, at satt var tað, sum Harrans vitni bóru fram. 22 Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar! 23 Um Meg sjálvan havi Eg svorið, av munni Mínum er sannleiki gingin út, orð, ið ikki skal verða tikið aftur: Fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, Mær skal hvør tunga svørja trúskap! 24 "Bert í HARRANUM" ­ skulu tey siga ­ "er rættvísi og styrki!" Til Hansara skulu teir koma við skomm, allir teir, sum brenna av vreiði móti Honum Esaias 45,22­24. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud richard danielsen