Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti 12 Sangur kann gera t Susanne Brattaberg hevur aftur verið í Føroyum og havt sangvenjingar. Susanne er týsk og er gift við operasangaranum Rúna Brattaberg, sum er úr Vági. Susanne er útbúgvin í Amsterdam og hevur sungið fleiri kendar operaariur. Tey bæðui, Susanne og Rúni, starvast sum operasangarar í Ulm í Týsklandi. Á hvørjum ári ferðast hon nakrar ferðir til Føroya at geva sangundirvísing. Venjingin hesaferð varð serliga ætlaðum ungfólki frá 16 árum og uppeftir – gentum eins væl og dreingjum. Orsøkin er einføld, tað er umráðandi at fáa rætta undirvísing á ungum árum. Og undirvísingin hjá Susanne tey sein­ astu árini hevur verið sera miðvís, og úrslitið er einki at taka feil av, tað verið seg innan kórsangarar og ikki minst hjá solistum. Um jólini hevði Suðuroyar­ portalurin samrøðu við Susanne Brattaberg. Føroyar ein syngjandi tjóð Tað eru nú tvey ár síðani tú komst fyrstu ferð til Vágs at undirvísa. ­ Jú, eg byrjaði í januar 2006 at undirvísa í sangi í Føroyum. Eftir hesi fyrstu 2 árini kann eg so lýta aftur á hesi árini, taka samanum og meta um hvat er komið burturúr. Hvat heldur tú um Føroysku sangmentanina? ­ Føroyar eru ein syngjandi tjóð sum t.d. Italia. Áhugin fyri sangi er ótrúliga stórur. Fyrr varð bara sungin einraddaður sangur, t.d. sálmar, skjaldur og kvæði. Men fyri umleið 70 árum síðani vórðu fyrstu kórini sett á stovn, ið sungu fleirraddaðan sang, sum eisini tóku klassiskan tónleik á skránna, og sum estestiskt løgdu seg eftir tí klassiska ljóm­idealinum: Tað vil siga sangarar kundu ikki drynja og kvøða, tá teir sungu í fleirraddaðum kóri. Síðani “Ut­ varp Føroya” kom í 1957 byrjaðu sangarar at nýta mikrofon t.d. til popp, jazz, rock o.s.fr. ­ Tað finnist helst einki land í heiminum, ið hevur so nógvar popp­rock og aðrar bólkar sum Føroyar. Hetta sama er eisini við kórunum. Tað er neyvan nakað annað land í heiminum, ið hevur so nógv kór sum Føroyar í mun til fólkatalið. Mennir føroyskar sangarar Mítt fakøki er klassiskur sangur, og eg havi hoyrt og undirvíst yvir 100 føroyskar sangarum. Hvat vilt tú náa við teimum? ­ Málið er fyrst og fremst at sangararnir fáa eitt størri “stemmeomfang”. Sangararnir mugu læra at betra hægra og lægra raddarlagið, t.v.s. fleiri høgir og lágir tónar mugu koma afturat. Mínir tenorar klára t.d. eftir lutfalsliga stutta tíð tað víðagitna “høga c­ið” og eisini teir lágu tónarnir eru nógv lættari at syngja. Hetta er alneyðugt, tá ið ein vil framføra eitt stórt verk sum til dømis 9. Symfoniina hjá Beethoven, har kórparturin er so torførur, at sjálvt professionellir sangarar hava ringt við at klára hann. Er tað bara “stemmeomfang” sum telur? ­ Nei! Tað næsta, sum er týdningarmikið er, at fáa meiri volumu, tað vil siga at røddin má gerast størri. Um man til dømis vil framføra “Requiem” hjá Verdi, so krevst sera stórt úthaldni, og tónarnir mugu hava nógva gjøgnumslagskraft og kvalitet. Bert at økja um talið á sangarunum hjálpir ikki. Hetta er grundin til at eg arbeiði sera intensivt við hvørjum einstøkum sangara, fyri at betra teirra kapasitet. Tónarnir mugu gerast størri, rundari, fríðari og vakrari. Hetta er heilt einfalt ein estestikur tørvur. ­ Verdi, til dømis, krevur djúphugsnan. Um ein syngur yvirfladiskt, uttan substans, so er hetta ikki meira enn ein skuggi av Verdi. Musikkur er ikki bara ein pen kombinatión av tónum, ið teoretiskt ljóða væl saman. Um ætlanin er at musikkur skal røra og spreingja okkara djúpastu kenslur, so krevur hetta meiri enn bert at endurtaka tónarnar á nótablaðnum. - Eg haldi ikki, at hvør einstakur, sum elskar at syngja, má blíva professionellur sangari. Nógv týdningarmiklari er at hækka almenna støðið innan sang í Føroyum. At kunna úttrykkja seg ígjøgnum sína egnu rødd, er ein erfaring, ið ger ein sera lukkuligan, sigur Susanne Brattaberg, ið hevur regluliga sangundirvísing við føroyskum sangarum Samrøða Dennis Holm Susanne Brattaberg hevur havt sangvenjingar kring landið. Her velbastaðmaðurin John Dalsgarð saman við Susanne í Kirkjubøar Kirkju