Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 25. januar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Samgongu­ møguleikar Í skrivandi stund er óvist, hvussu komandi samgonga fer at síggja út. Tó er tað ein sannroynd, at nógvir møguleikar eru. Spurningurin er, um hvat tænir Føroyum best, ein breið samgonga ella ein smøl. Eftir okkara tykki er tað at flyta seg í vandasjógv, skulu Føroyar komandi fýra árini stýrast av eini samgongu við teprum tvs. tí minst hugsandi meirilutanum. Poul Michelsen, nýggi tingmaður Fólkaflok- sins, hevur givið sínum floksfeløgum og undanfarnu samstarvsflokkum ein skarpan gang. Hann sigur bart út, at ABC er ikki tað rætta. Hann vil heldur hava eina smala sjálvbjargnissamgongu. Heldur at ein slík setir krøv til hvønn einstakan tingmann at duga disiplin. At hon ger, at tað ber ikki til hjá einstøku tingmonnunum at koyra fríspæl. Formaður hansara er ikki samdur. Hann vísir tvørturímóti á, hvussu vandamikið tað er at skipa samgongu, har hvør tingmaður verður tungan á vágskálini og vísir her nettupp til Poul Michelsen syndromið. Sannleikar eru at finna í báðum hesum sjónarmiðjum, men tá hugsað verður um, hvussu tingmenn kunnu seta fram ultimativ krøv eitt nú Gerhard Lognberg í sambandi við Sandoyartunnil og Poul Michelsen í sambandi við sjálvbjargni, so er greitt, at størri og breiðari samgongur betri tryggja kontinuitet og arbeiðsfrið. Eftir okkara tykki verður Føroya land best stýrt við stórari samgongu. Spurningurin er so, hvussu samansetingin skal vera, og her eru jú nógvir møguleikar. ABC er bara ein av fleiri. Men vit vita, at andstøðuflokkarnir eru ótrúliga svangir. Teir vilja uttan iva gera nógv fyri at koma í eina ella aðra samgongu. Tvs. flyta seg. Enn er ABC so á skinnaranum, men tað eru longu óljóð at hoyra. Skal slíkari samgongu verða lív lagað, so mugu partarnir laga seg eftir hvørjum øðrum og ikki seta ultimativ krøv. Tá er hon søga. Okkurt kundi bent á, at hon er við at koyra av skinnaranum, áðrenn ferð er komin á. Møguleikarnir eru 10 í tali: ABC (20), ACE (21), ABE (22), ABDH (19), ADE (17), ADEH (20), BCE (21), BCDH (18), CEH (17), CDEH (19), Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Reykjavík: 26. januar til 6. apríl verður stór fram­ sýning við málningum av Sámali Joensen­Mikines á listasavninum Kjarvals­ stöðum, í Reykjavík. Framsýningin ber heitið Mikines – Retrospective og fevnir um 45 verk. Hetta er fyrstu ferð at Mikines málningar verða sýndir fram í Íslandi síðan 1961, og ætlanin við framsýning­ ini er at fremja kunnleika um listina hjá Mikinesi í Íslandi. Í sambandi við at fram­ sýningin letur upp 26. jan­ uar, hevur Kjarvalsstaðir boðið um 1400 gestum til móttøku. Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, setir framsýningina og Gunvør Balle, sendikvinna, fer at siga nøkur orð. Aftaná framsýningina verður móttøka á sendistovu Føroya fyri útvaldum gestum. 2. februar letur Lista­ savn Føroya dyrnar upp fyri verkum av Jóhannesi Kjarval (1885­1972). Kjarvalsstaðir eitur eftir Jóhannesi Kjarval, ið er millum kendastu íslendsku listafólk. Talan er sostatt um spennandi listarligt umbýti og samstarv millum Listasafn Reykjavíkur og Listasavn Føroya. Mikines framsýning í Reykjavík Nú er nokk!!! Hvønn dag hoyrir man um problemir við eldrabylgjuni. Man sær fyri sær eina sunami av pensionistum sum bólta inn yvir teg og siga: “Nú koma vit og eta pengarnar hjá tær, sum tú skuldi brúka til flatskermin!” Seinast kom landsbanka­ stjórin og fortelur okkum, at tað verður ikki ráð hjá samfelagnum at betala pensiónina hjá “bylgjuni” um nøkur ár. Slutur og vrøvl !! Nú má tað einaferð med alla sláast fast, at pensións­ útreiðslurnar í dag eru procentvís minni partur av samfelagsframleiðsluni enn tær vóru fyri t.d. 10 árum síðan. Altso aftur ein spurning­ ur um fordeilingspolitikk. Pengarnir eru har og vera har. Spurningurin er bert um vit unna pensionist­ unum teir ella vit sjálvi vilja hava enn meira av køkuni. Eldrasunami Tvøroyri SIgNAR DAM Líka fram til apríl verður høvi at síggja eina framsýning av málningum hjá Mikines á føroysku sendistovuni í Reykjavík