fríggjadagur 25. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti 11
skilir málið, tí tá teir í The Dreams
tosa saman, so skilji eg ikki eitt
petti. Við hvørt fái eg illgruna um,
at teir garantera sita og baktala
meg og siga alt møguligt ljótt um
meg, sigur hann skemtandi.
Grand Prixið
The Dreams eru í ár við í danska
Grand Prixnum, og tað er kanska
ikki tað mest upplagda staðið at
byrja hjá einum punkrockbólki,
men Chief 1 heldur, at tað er gott
fyri bólkin.
- Tá ið eg sá The Dreams
spæla, so ynskti eg, at allir danir
komu at hoyra teir og síggja,
hvussu góðir teir eru. Og tað
er ikki lætt, at koma burtur úr
ongum við sínum egna tónleiki og
koma út til nógv fólk eftir stuttari
tíð. Tað er bara Grand Prixið eftir
til tað, og tí valdu vit, at fara við í
kappingina.
- Vit hava tosað nógv um
luttøkuna í Grand Prixnum, og
eg havi sagt við The Dreams, at
teir skulu kunna standa inni fyri
tí. Teir skulu varðveita sín stíl og
sín tónleik, og so ber tað saktans
til at verða við í Grand Prixnum.
Og tað er júst tað, sum teir hava
gjørt. Teir eru ikki ávirkaðir av
Grand Prixnum, men hava sítt
egna show og sín egna sang
við í Grand Prixnum, og tað er
týdningarmikið.
- Alt tað, sum The Dreams ger
í løtuni, er nakað, sum teir sjálvir
vilja. Eg eri bara við til at hjálpa
teimum at náa eitt sindur longri,
um eg á nakran hátt kann tað,
sigur Chief 1
Nýggj fløga
á donskum
Tann 8. februar gevur The Dreams
sína fyrstu fløgu út í Danmark.
Talan er um rocktónleik, sum
teir syngja á donskum, og tað er
nakað nýtt fyri bólkin.
- Tá ið eg hitti The Dreams
fyrstu ferð, so segði eg við teir, at
tað kundi verið sera spennandi at
hoyrt teir sungið á donskum. Fyrst
grinu teir bara eftir mær, men teir
vildu gjarna royna. Og tað er tað
góða við The Dreams, teir eru ikki
bangnir fyri at royna nakað nýtt.
- Tá ið eg hoyrdi Hans Edward
syngja danskt fyrstu ferð, tá hugs-
aði eg, at hetta var nakað heilt
serligt – hetta var feitt. Og so
kann eg siga við allar føroyingar,
sum halda at vit danir ganga og
grína eftir tykkara dialekt: Tað
verður skjótt in, at tosa soleiðis í
Danmark.
- Eg haldi, at sangirnir á nýggju
fløguni eru sera góðir og orginalir,
og The Dreams ljóða framvegis
sum The Dreams, hóast teir hava
ment seg sum tónleikarar og
hava funnið eina nýggja leið, sum
teir vilja ganga. Eg havi ikki sagt
teimum, hvussu teir skulu ljóða.
Teir hava verið við í allari prosess-
ini, og vit hava arbeitt saman um
sangirnar og ljóðið á fløguni, sigur
Chief 1.
- Nú skilji eg eitt sindur betur, hvussu tað er at liva í einum
fremmandum landi, har tú ikki skilir málið, tí tá teir í The
Dreams tosa saman, so skilji eg ikki eitt petti. Við hvørt fái eg
illgruna um, at teir garantera sita og baktala meg og siga alt
møguligt ljótt um meg, sigur Chief 1 skemtandi
Mynd: Polfoto
Møguleikar í The Dreams
Chief 1 vil ikki lova nakað frambrot í Danmark, eftir at fløgan hjá The Dreams
er komin út, men hann sær møguleikar. - Eg havi eina góða kenslu av hesari
fløguni hjá The Dreams, og nú gleði eg meg mest av øllum til, at føroyingar,
danir og allir norðurlendingar sleppa at hoyra fløguna. - Eg havi hug at síggja tað
potentiali í The Dreams, sum mann hevur hug at síggja teimum. Eg síggi stórar
møguleikar, og eg haldi eisini, at teir í bólkinum gera tað. Hinvegin sigi eg ofta
við teir, at teir skulu njóta tónleikin, teir skulu tíma, og teir skulu kunna hyggja í
speglið aftaná, sigur Chief 1.
Mynd: Polfoto