fríggjadagur 25. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 18 - 25. januar 2008
Eini 20 nøvn – serliga
innan popp og rock - eru
við í hesum elektroniska
kataloginum, sum er fram-
leitt nú í sambandi við
MIDEM-ráðstevnuna.
- Ætlanin er at byggja
heimasíðuna út, soleiðis at
vit
fáa
ein
føroyskan
tónleikaportal, ið umboðar
øll sløg av tónleiki.
SamVit hevur ítøkiligar
ætlanir um at menna ein
kreativan portal fyri allar
kreativar vinnur, og tón-
leikaportalurin er fyrsta
ítøkiliga stigið í ætlanini.
Til samanburðar verður
víst á, at ymisk fiskasløg
eru ymisk á skræðuni, men
felags fyri tey øll er, at
góðskan er í hásæti, og at
stovnurin
er
føroyskur,
sigur SamVit.
Fýra bólkar
Ein belgisk dómsnevnd hev-
ur valt Boys in a Band,
Gestir, ORCA og Budam út
til at umboða føroyskan tón-
leik á stórum mentanar-
átaki, sum verður í Brússel
í mai.
- Dómsnevndin, ið um-
boðar
tónleikafjølmiðlar,
konsert- og festivalfyriskip-
arar, hevur í eina tíð mett
um føroyskar tónleikabólk-
ar í eini úrveljingartilgongd
fyri at finna fram til teir
føroysku bólkarnar, sum
tey meta kunnu gera seg
galdandi á altjóða palli í
Belgia.
SamVit sigur, at dóms-
nevndin hittist í vikuni á
Sendistovu Føroya í Brússel
til síðsta umfar.
- Her varð atkvøtt um,
hvørjir fýra bólkar skulu
spæla á føroyska mentanar-
átakinum í Brússel 3. mai í
ár, sum Sendistova Føroya í
Brússel saman við okkum,
Norðurlandahúsinum/AME
og Mentamálaráðnum skipa
fyri.
Belgiarar hugtiknir
Sum skilst, var belgiska
dómsnevndin sera hugtikin
av føroysku tónleikabólkun-
um, og tað sást á at-
kvøðulutfallinum, at allir
bólkarnir høvdu vakt ans.
- Tá ið avtornaði, vóru
tað tó fýra bólkar – Boys in
a Band, Gestir, ORCA og
Budam, sum lógu framm-
anfyri hinar, og tað verða
sostatt hesir fýra, ið skulu
spæla á mentanarátakinum.
SamVit sigur, at ætlanin
við hesum átaki er at
marknaðarføra
føroyska
listarliga
framleiðslu
í
Belgia, og umframt før-
oyska tónleikin, verður eis-
ini føroysk myndlist partur
av átakinum.
- Skipað verður eisini fyri
móttøku
við
føroyskum
mati, har høvið verður hjá
belgiska og føroyska tón-
leika- og listaumhvørvinum
at hitta hvønn annan, sigur
SamVit.
Tey,
sum
ynska
sær
gjølligari
kunning
um
átakið í Brússel, kunnu
venda sær til SamVit á tlf.
306900/
288901
ella
Sendistovu
Føroya
í
Brússel,
tlf.
+32
478602472.
ltjóða stevnu fyri tónleikaídnað
Altingið skal útvarpast
Tíggju tingmenn úr øllum flokkum í íslendska
Altinginum hava lagt fram uppskot um at skipa so fyri,
at allir tingfundir verða sendir beinleiðis á serligari
útvarpsrás, sum skal hoyrast um alt landið. Eftir
uppskotinum skulu sendingarnar byrja í heyst. Tey,
sum hava lagt uppskotið fram, siga í viðmerkingunum,
at í hesum tøknitíðum er tað sjálvsagt, at tingfundir
verða útvarpaðir, so fólk fáa høvi at fylgja við politiska
arbeiðinum.
Kjak um formansval
Í sambandi við formansvalið í grønlendska Siumut-
flokkinum er komið fram, at flokkurin fekk óvanliga
nógvar limir sama dag, sum formansvalið var. Millum
annað varð limatalið tvífaldað í trimum teimum størstu
býunum, Nuuk, Sisimiut og Ilulissat, og í bygdini
Qaarsut. Tað hevur vakt ans. Summi vilja vera við, at fólk
kunnu ikki tekna seg sum lim og so atkvøða um
formannin, men floksleiðslan vísir atfinningunum aftur.
Íslendingar eiga at hoyra, hvat
hendir í Altinginum
(Mynd: Morgunblaðið)
Ein belgisk dómsnevnd hevur valt Boys
in a Band (mynd), Gestir, ORCA og
Budam út til at umboða føroyskan
tónleik á stórum mentanarátaki, sum
verður í Brússel í mai