fríggjadagur 25. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
10
Chief 1 er kendur og royndur
tónleikaframleiðari í Danmark.
Lars Pedesen, sum hann annars
eitur, hevur sjálvur eina fortíð
sum ein av limunum í bólkinum
Rockers By Choice, men nógvu
seinnu árini hevur hann fingist
við at skriva og framleiða tónleik
saman við øðrum bólkum og
sangarum.
Tað nýggjasta er, at Chief 1 er
farin at samstarva við føroyska
rockbólkin The Dreams, og hann
hevur veruliga sett ferð á bólkin,
sum er komin við í finaluna í
Grand Prixnum og gevur fløgu út í
Danmark um tvær vikur.
- Eg havi gjørt tónleik megin-
partin av mínum lívi. Eg livi av
og fyri at gera tónleik, og eg leiti
altíð ímóti tí, sum eg haldi verða
spennandi. Fyri einum ári síðani
var eg til eina tónleikakapping
í Vega í Keypmannahavn, og tá
hoyrdi eg fyrstu ferð The Dreams.
Eg lurtaði eftir 23 bólkum tað
kvøldið, men tað var bara ein
bólkur, sum eg fekk meg á føtur
og fram til pallin, og tað var The
Dreams. Tá ið eg hoyrdi teir,
hugsaði eg: Hvat tramin hendir
her?
- Hetta var ein av teimum
løtunum, sum eg livi fyri í tón-
leiki. Løturnar upplivir tú ikki so
ofta, men tá ið eg geri tað, so
eg eri glaður fyri, at eg ikki eri
húsaseljari ella okkurt annað,
men framvegis fáist við tónleik,
sigur Chief 1.
Føroyingar eru
eyðmjúkir
Chief 1 sigur, at tað hevur verið
sera hugaligt at arbeitt saman við
The Dreams.
- Eg valdi at samstarva við The
Dreams, tí teir eru fantastiskir.
Teir eru nakrir av teimum fittastu
fólkunum, sum eg nakrantíð
havi hitt, og teir eru serstakliga
seriøsir. Teir venja sera miðvíst
og ganga so høgt upp í tónleikin,
at eg havi ikki upplivað nakað
líknandi millum teir tónleikarnar,
sum eg havi annars havi arbeitt
saman við seinnu árini, sigur
Chief 1.
- Tað sigi eg ikki bara fyri at
smikra fyri føroyingum. Fyri mína
skuld kundu The Dreams líka
væl komið úr Belgia ella Íslandi,
men teir eru bara sera dugnaligir,
skriva feita sangir, og eru sera
góðir at samstarva við.
- Eg taki mær ikki heiðurin fyri
at hava uppfunnið The Dreams.
Teir hava spælt í fleiri ár, og eg
havi bara verið so heppin at møta
teimum og fáa møguleikan at
arbeiða saman við teimum.
Teir baktala meg
Er tað øðrvísi at arbeiða saman
við føroyskum tónleikarum
samanborið við teir donsku?
- Eg arbeiddi eisini eitt sindur
saman við Guðrun Sólju, eftir
at hon hevði vunnið Stjerne for
en aften, og skal eg finna ein
felagsnevnara fyri teir føroysku
tónleikararnar, so er tað kanska,
at teir eru sera eyðmjúkir.
Føroyskir tónleikarar bresta ikki
inn gjøgnum hurðina og rópa: Her
eru vit, vit eru rockstjørnur. Tað
gera teir ikki fyrr enn teir hava
fingið eitt sindur at drekka.
- Eg haldi, at føroyskir
tónleikarar eru sera seriøsir við
tónleikinum. Hóast vi onkuntíð
arbeiða til seint um kvøldið, so
eru teir klárir morgunin eftir,
hóast tað kann verða tungt at
koma upp um morgunin. Og
so standa teir har, teir hava
fyrireikað seg, duga síni ting og
brenna fyri tónleikinum.
Chief 1 heldur, at samstarvið
við The Dreams eisini hevur latið
eyguni hjá honum upp fyri tí
fremmanda.
- Nú skilji eg eitt sindur betur,
hvussu tað er at liva í einum
fremmandum landi, har tú ikki
Høvdingin hjá
The Dreams
Grand Prixið gott fyri bólkin
Cheif 1 heldur, at The Dreams longu hevur fingið tað burtur úr Grand
Prixnum, sum ætlanin var. – Vit vildu vera tað skeiva innslagið í Grand
Prixnum og vísa The Dreams fram, og tað hava vit gjørt. Sangirnir á
teirra myspace-síðu hava verið spældir 10.000 ferðir, og tað sama er
við teirra framførslu frá Grand Prixnum, sum liggur á YouTube. Og tað
er sjálvandi eyka hugaligt, at vit komu í finaluna í Grand Prixnum, og nú
kunnu vit vísa enn fleiri fólki, hvat The Dreams eru, sigur Chief 1.
Mynd: Polfoto
– Eg valdi at samstarva við The Dreams, tí teir eru
fantastiskir. Teir eru nakrir av teimum fittastu fólkunum,
sum eg nakrantíð havi hitt, og teir eru serstakliga seriøsir.
Teir venja sera miðvíst og ganga so høgt upp í tónleikin, at
eg havi ikki upplivað nakað líknandi millum teir
tónleikarnar, sum eg havi annars havi arbeitt saman við
seinnu árini, sigur danski tónleikaframleiðarin Chief 1.
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo