Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 18 - 25. januar 2008 Fýra umboð fyri føroyskan tónleik fara avstað við fullari last í sambandi við stóru og navnframu tónleikaráðstevnuna Midem, sum er í Cannes í Fraklandi í døgunum 26.-31. januar Ráðstevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á altjóða ráðstevnuni í Fraklandi eru Føroyar á íslendska básinum, har fýra føroysk videoløg verða at síggja. Bólkarnir, ið hava sent video løg inn, eru Orca, Eivør, SIC og Ygg­ drasil. Annað tilfar um før­ oyskan tónleik verður eisini givið áhugaðum á ráðstevn­ uni. SamVit sigur, at nógvar spennandi avbjóðingar eru fyri framman, tí eins og fiskur hevur tørv á virkjum, flutningi og søluliðum, hev­ ur tónleikur tørv á einum sokallaðum MIC (Music Information Centre) ella einum Faroe Islands Music Export, ið virkar fyri, at tón­ leikavørurnar koma á altjóða marknaðin. ­ Alt hetta fer sjálvsagt fram í tøttum samstarvi við tónleikarar og teirra um­ boðsfólk. Á MIDEM­ráðstevnuni í Fraklandi luttaka Birita Nolsø, verkætlanarleiðari á SamViti, Sigvør Laksá, stjóri og umboð fyri Eivør, Kristian Blak, stjóri í Tutl og Linda Mortansdóttir fyri Norðurlandahúsið. Nýggjur portalur Ein nýggjur føroyskur tón­ leikaportalur er nú stovn­ aður. ­ Saman við Norðurlanda­ húsinum, Eivør Manage­ ment og Tutl hava vit havt úr at gera við at leggja síðstu hond á henda por­ talin, sum skal virka sum ein sýnisgluggi á alnótini fyri føroyska tónleikapallin. Nýstovnaða heimasíðan hevur adressuna www. musicfromthefaroeislands. com SamVit sigur, at portal­ urin í fyrstu syfti verður ein vangamynd av fløguaktu­ ellum nøvnum, sum á ein ella annan hátt hava altjóða virði. SamVit hevur sett sær fyri at vera við til at geva okkara evnaríku tónleikarum ein veruligan kjans at gera seg galdandi, eisini úti í heimi. Uppskriftin er at netverka við útlendsk- ar lyklapersónar í vinnuni og gera íløgur í at marknaðarføra og kunna um hetta virðismikla tilfeingið, sum vit eiga í Føroyum MaRknaðaRføRing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ­ Áhugin fyri okkara tón­ leiki úti í heimi er longu vaktur. Nú er bara eftir at taða, so eisini tær størru fjøldirnar úti í heimi veruliga fáa eyga á okkara áhugaverdu tónleikanøvn. Tað sigur SamVit, sum hevur sent fjølmiðlunum tilfar um, hvussu stovnurin ætlar sær at vera við til at »branda« føroyskan tónleik á altjóða pallinum. ­ Tónleikur brandar lond og letur hurðar upp úti í heimi. Hvat hevði USA verið uttan rock & roll og Elvis, Ísland uttan Bjørk ella Svøríki uttan ABBA? SamVit heldur, at um rætt verður atborið, kann tónleikur geva yvirskot á gjaldsjavnanum og eisini verða við til at rudda slóð fyri øðrum vinnum. Ein ísbrótari ­ Altjóða vælumtóktur tón­ leikur er ein munadyggur ísbrótari, sum er við til at geva eina dámliga ímynd av tí landi, haðani tónleikurin kemur. Nógv dømi eru eis­ ini um, at tónleikanøvn geva yvirskot á gjaldsjavn­ anum, um tey vinna fram á altjóða pallinum. SamVit vísir á, at vit hava framúr evnaríkar tónleikarar í Føroyum, sum hava møgu­ leika fyri veruliga at gera seg galdandi á altjóða palli. ­ Føroyskur tónleikur hev­ ur vind í seglunum í útheim­ inum í løtuni – og áhugin hjá altjóða tónleikamiðlum og í tónleikaídnaðinum fyri føroyskum tónleiki er stór­ ur. Tí ræður nú um at smíða, meðan jarnið er heitt. Gevur úrslit ­ Áhugin fyri føroyskum tónleiki úti í heimi er ikki bara komin av sær sjálvum. Hetta er úrslit av miðvísum arbeiði – at stimbra evnarík­ ar ungar tónleikarar, at geva teimum pallar at spæla á og í aðru atløgu at marknaðar­ føra og kunna um teir. Tón­ leikararnir sjálvir hava kvitt­ að fyri og hava luttikið – og enntá vunnið ­ fleiri kapp­ ingar uttan fyri okkara land­ oddar. SamVit hevur sett sær fyri at vera við til at geva hesum evnaríku tónleikarum ein veruligan kjans at gera seg galdandi. ­ Vit halda, at uppskriftin er at netverka við útlendskar lyklapersónar í vinnuni og gera íløgur í at marknaðar­ øra og kunna um hetta virð­ ismikla tilfeingið, vit eiga í Føroyum. Stovnurin staðfestir, at áhugin fyri føroyskum tón­ leiki longu er vaktur. ­ Nú er bara eftir at taða, so eisini tær størru fjøldirnar úti í heimi veruliga fáa eyga á okkara áhugaverdu tón­ leikanøvn, heldur SamVit. Marknaðarføring Saman við øðrum sam­ starvspørtum, eitt nú Tutl og øðrum umboðum fyri tónleikarar og tónleika­ bólkar, Norðurlandahúsin­ um, Sendistovu Føroya og Mentamálaráðnum ­ arbeiðir SamVit nú miðvíst fyri at marknaðarføra før­ oyskan tónleik og føroyskar tónleikarar úti í heimi – og beint nú eru fleiri tiltøk fyri framman. ­ Føroyar eru umboðaðar á MIDEM­tónleikaráð­ stevnuni í Fraklandi, sum er størsta sølustevnan fyri tónleikaídnað í heiminum. Henda stevna verður nú í vikuskiftinum í Fraklandi. SamVit sigur, at ein nýggjur tónleikaportalur, sum skal kunna um og branda føroyskan tónleik, er vorðin veruleiki – og í mai verður eitt stórt føroyskt tónleika­og listatiltak í Brússel, sum belgiar sjálvir hava sett síni fingramerki á. Tónleikur selur fisk… Føroyar á a VW á verkstað Týska bilverksmiðjan Volkswagen hevur boðað frá, at 27.000 fólkavognar skulu á verkstað, tí teir hava eitt elektroniskt brek, sum kann elva til ovurhita og eld. Talan er um dieselbilar av slagnum Jetta, sum eru gjørdir í tíðarskeiðinum frá 8. januar í fjør til 9. januar í ár. Í gjár visti danska VW­umboðið Skandinavisk Motor ikki, um nakar bilur við hesum brekinum er innfluttur til Danmarkar, men umboðið væntaði at fáa boð úr Týsklandi um tað. Bann ímóti oljuvinnu Heimsnáttúrugrunnurin WWF hevur fleiri ferðir sagt seg vera ímóti, at oljufeløg sleppa at leita eftir og at taka upp olju og gass í tí arktiska økinum, og nú er grunnurin komin við einum beinleiðis tilmæli um bann. Tað upplýsti Neil Hamilton, sum stendur fyri teirri arktisku deildini hjá WWF, á einari ráðstevnu í Tromsø í vikuni. Sambært Neil Hamilton er náttúran í tí arktiska økinum soleiðis skikkað, at hon tolir ikki eina oljudálking. 27.000 VW Jetta dieselbilar hava elektroniskt brek (Mynd: DR) - Altjóða vælumtóktur tónleikur er ein munadyggur ísbrótari, sum er við til at geva eina dámliga ímynd av tí landi, haðani tónleikurin kemur, sigur SamVit