Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti 9 Pssst, minst til børnini Russiski forsetin gav sær stundir til at lurta eftir, hvat hendan gentan hevði at siga, tá ið hann vitjaði í einum ítróttardepli í russiska býnum Penza. Seks vikur eru til forsetavalið í Russlandi, og tað kann verða, at hendan gentan kundi geva Putin onkur góð ráð um valstríðið. (Mynd: Putin) skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Einmansherur – sjálvandi hálvur føroyingur Lindberg hølvaði Kroatia av Portalurin Tað má vera rundur fiskur Sundaberg hevur rundað tey 100 tonsini Vikublaðið Rudda forsíðuna Oljuleitingar í Grønlandi kunnu oyðileggja umhvørvið Dimma Havið sjálvi bát við Opið neyst fyri øllum áhugaðum leygardagin Norðlýsið Gongur skeivan veg Løgtingið vorðið tvey ár yngri Dimma Tað gongur galið Bremsilongdin er 30 ár Vinnuvitan Fyrr hevði Postverkið veitingarskyldu, nú hava teir bara tagnarskyldu. Gamalt var at bera yvir við mistøkum - ikki at bera tey út! Faldarin bleiv, ið hvussu er borin kristiliga út til øll húski! Fransmenn kunnu senda kjarnorkuavfallið við Postverk Føroya. Teir slatra ikki, hvør eigur tað. Lýsingarnar fáa ein kappingarneyta til næsta val. Dulnevnd addressuleys lesarabrøv. Í 1918 høvdu vit addressumálið. 90 ár seinni hava vit fingið ADDRESSULEYSA málið. Sjálvandi vil Poul Michelsen FRYSTA blokkin. Hann hevur kapasitetin. Tel upp í 10 – ella 8 Tann, sum skrivaði myndatekstin til hesa myndina, ið liggur í myndasavni á Portalinum, hugdi neyvan nóg væl eftir myndini. Jú, víst fekk Tjóðveldi átta tingfólk á løgtingsvalinum fyri viku síðani, men “tey átta tingfólkini” eru tó ikki øll á myndini. Jól alt árið Ein gløggur surfari á netinum hevur funnið fram til, at tað ber til at senda jólafjarrit í Útvarpinum langt út í januar. Í øllum førum hevði heimasíðan hjá Útvarpinum nú um dagarnar framvegis eina tænastu til fólk, sum vilja senda jóla- og nýggjársfjarrit. Spurningur er so, um tað er til farnu jólini ella tey komandi. Kelda: Nym.fo Leyst og fast um stórt og smátt