fríggjadagur 25. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 18 - 25. januar 2008
Vasið, sum uppstóð
í morgun við
útmeldingini hjá
Poul Michelsen um
»time-out« í ABC-
samráðingunum,
var altíð væntandi.
Tað sigur ein av
sigursharrunum hjá
Fólkaflokkinum til
valið, Annika Olsen
samgongusam
ráðingar
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Poul Michelsen slepti einari
lítlari politiskari bumbu í
morgun, tá hann á heimasíðu
síni mælti til eitt »time-out«
í verandi samráðingum mill-
um eina ABC-samgongu.
- Í samráðingunum við
Sambandsflokkin og Javnað-
arflokkin var einki sum
bendi á, at hesir flokkar
vilja ganga Fólkaflokkinum
á møti. Teir vilja ikki minka
blokkin. Og verður ikki
byrjað at minka blokkveit-
ingina nú, skal ikki nógv
fantasi tila t duga at rokna
út, at ongin sjálvberandi
búskapur verður 2015 ella
nakað ár har í nánd, sigur
Poul Michelsen á heimasíðu
sínu.
Við útvarpið segði Poul
Michelsen í morgun, at
Fólkaflokkurin
hevur
skyldu til at royna aðrar
leiðir. Hann vísir á, at flokk-
urin ikki fær tað burtur úr í
verandi samráðingum, sum
hann eigur.
- Skulu vit gerast sjálv-
bjargin í 2015 má blokk-
stuðulin tillagast í komandi
samgongu, sum er helvtin
av tíðini fram til 2015,
segði Poul Michelsen við
útvarpið.
Hann vísti somuleiðis á,
at hann langt frá stóð einsa-
mallur við hesi áskoðan í
Fólkaflokkinum, og at tað
eru mong í baklandi floks-
ins, sum stuðla honum.
Vísir aftur
Jørgen Niclasen, formaður
Fólkafloksins, vísir pástand-
unum hjá Poul Michelsen
aftur. Hann sigur, somuleið-
is við útvarpið, at floksfel-
agin als ikki kann vita, hvat
gongur fyri seg í samráðing-
unum, heilt einfalt tí, at
hann ikki hevur tikið lut í
teimum.
- Tingbólkurin gevur ikki
eftir og gevst í hálvum
gekki.
Politikkurin
hjá
flokkinum á sjálvstýrisleið
er í stuttum at tøma yvirtøku-
lógina fyri málsøki, og at
skapa Føroyum fíggjarligt
frælsi, sigur Jørgen Nicla-
sen við ÚF.
Men fyri at vinna fram á
hesum máli er neyðugt við
einari breiðari politiskari
semju, og hon er møgulig
við einari ABC-samgongu,
heldur Jørgen Niclasen.
- Vit fara sjálvandi eftir at
fáa so nógv sum til ber av
okkara politikki við í eitt
samgonguskjal, men tað
fara hinir flokkarnir eisini.
Og eg vænti ikki, at vit
megna fíggjarligt frælsi í
einari
ABC-samgongu,
men vit samráðast í løtuni,
og hvussu hesar samráðingar
fara at enda, ber av góðum
grundum ikki til at siga,
segði Jørgen Niclasen við
ÚF.
Formaður Fólkafloksins
sigur eisini, at fyri at fáa
eina politiska semju er neyð-
ugt við samráðingum, og
tað vinnist einki í slíkum
samráðingum við at brenna
brýr, sum hann tekur til.
Góðar vónir enn
Sosialurin hevur spurt ein
av nýggju tinglimunum hjá
Fólkaflokkinum, sum eisini
hevur verið roknað at hoyrt
til á sjálvstýrisvonginum í
flokkinum, Anniku Olsen,
um viðmerking til útmeld-
ingina hjá Poul Michelsen.
- Hetta hevur bara verið
ein spurningur um tíð. Eg
havi vita hetta í einar tveir
dagar. Men eg haldi, tað er
ógvuliga býtt av einstakling-
um at melda út á hendan
hátt, sigur Annika Olsen.
Hon heldur eisini, at tað
er ógvuliga óheppi at fara í
fjølmiðlarnar á henda hátt,
tí at fólk fara í sjálvdrátt
kann bara skaða samráðing-
unum.
Og Annika Olsen hevur
framvegis góðar vónir fyri
hesum samráðingum, sum
hon heldur hava gingið rími-
liga væl.
- Vit hava nátt langt í sam-
ráðingunum, eisini á sjálv-
stýrisleið. Mann skal altíð
hava góðar vónir í einari
samráðingartilgongd,
og
tað havi eg eisini, sigur
Annika Olsen.
Hon fór sostatt við góðum
treysti aftur til samráðingar-
borðið klokkan tíggju í
morgun.
Annars má staðfestast, at
Poul Michelsen ikki í øllum
førum hevur drigið somu
línu, sum restin av Fólka-
flokkinum í farna valskeiði,
tá Poul Michelsen fleiri
atkvøddi ímóti restini av
samgonguni.
Mátti koma frá Poul
Annika Olsen heldur tað vera býtt av Poul Michelsen soleiðis í sjálvdrátti at melda út á henda hátt. Men tað var, sambært henni, bert ein spurningur um tíð, nær
tað hendi
Ilt við at koma at
Ljósið í stórum parti av bygdini í Nólsoy var farið í
morgun, millum annað á molanum. Hetta førdi við sær,
at atløguplássið hjá Rituni lá í myrkri. Hetta órógvaði so
nógv, at tað gekst ógvuliga strilti hjá Strandferðslubátin-
um at leggja at. Fríska lotið, sum var, hjálpti sjálvandi
heldur ikki til, og tað gekk meginparturin av einum
korteri, áðrenn Ritan var komin at kei. Hinvegin var
veðrið gott at sigla um fjørðin í morgun.
Bert smávegis
Á Politistøðini hava tey merkt lítið til nógva vindin, sum
hevur verið í nátt. Í hvussu er hava tey ikki fingið nógvar
fráboðanir um skaða. Fýra vórðu tær tilsamans, og í
trimum førum var talan um takplátur, sum vóru rivnar.
Tvær av hesum fráboðanum komu úr Havn og ein úr
Vági. Annars er bert ein onnur fráboðan komin, og hon
snúði seg um okkurt smávegis á onkrum arbeiðsplássi,
sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Skaðar, sum
verða uppdagaðir seinni út á morgunin verða vanliga ikki
fráboðaðir løgregluni.