Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 18 • 25. januar 2008 víðari frá blómunum til næstu uppgávu. Hevði eitt tema við “Beinum í Rom”, har eg avmynd­ aði bein í Rom í fleiri dagar, arbeiddi síðan við fotomyndunum á stórum plansjum, sum eg setti saman til eina heild, tað var sera stuttligt. Ofta seti eg fleiri myndir saman, sum eitt putlispæl, men einstaka myndin skal altíð kunna takast burturúr heildini og virka einsamøll. ­ Og náttúran er altíð ein inspiratión, allir hesir smáu partar og brot, sum skapa heildina, náttúran er saftin og kraftin í myndunum, sum tá tú t.d. zoomar inn á eitt lendi ella ein klett. Og grasið, hesi hárfínu strøgini. Mær dámar ikki at verða sett í bás, hóast listafrøðingar og onnur ofta gera tað, vilja so fegin vita, hvar tey hava ein. Eg haldi, tað hevur stóran týdning, at vit sum listafólk kunnu yvirraskað, helst allatíðina, og taka pulsin á tíðini vit liva í. Tí líkasælan í einum verki verður ofta skapað av endurtøkuni, sigur Aggi. Hon er sera rólig av lyndi, men eitt, ið fær hana upp úr stólinum, er tosið um listina og frælsi. – Tað skelkar meg, at ein ávísur politiskur flokkur tosar um bert at stuðla “uppbyggjandi” list. Allar royndir at avmarkað listina er at niðurbróta hana. Vit skulu hava frælsið til at lýsa øll evni og helst flyta mørk. Eitt nú varð filmurin Natural Born Killers, ein kultfilmur á høgum listarligum støði, sensureraður í Føroyum, tað helt eg vera undir alt lágmark. Eg vildi fegin livað av sjálvari málningalistini, men so skuldi eg havt møguleika at luttikið í kappingum um ymiskar uppgávur, eitt nú í samstarvi við arkitektar og onnur. Ynskiligt hevði verið, at listin og vinnan gingu meira hond í hond, sum t.d í Danmark, har størri fyritøkur vanliga hava eitt listafelag. Men tað tykist, sum virkir og stovnar, so smátt, eru farin at bjóða listini innum, trupulleikin er bara, at listafólkini verða vald frammanundan. Ein sera spennandi uppgáva hevði eisini verið at sloppið og gjørt eina altartalvu, og tí sakni eg fríu kappingina, har vit øll kunnu senda tilfar inn, og vísa hvat vit kunnu. Eitt gott break Aggi var millum listarfólkini, ið vórðu biðin um at myndprýða Smyril. Eina myndarøðin hjá henni, Carpe Diem, sum merkir “gríp dagin”, telur 8 málningar, allir í ymiskum liti. – Myndarøðin symboliserar lívið, og tað at liva í núinum. Allir málningarnir hava hvør sín høvuðslit og søgan byrjar við tí reyða, føðingini, passiónini, og endar við tí hvíta, eftirtankar um deyðan. Harímillum er t.d. ein lilla málningur yvir filmin Colour Purple, kvinnusakin og javnstøðan, og ein svart/hvítur málningur, sum ber brá av asfaltstrípuni tú sært, um tú ímyndar tær, at tú sker hol á dúrki í bilinum, meðan tú koyrur 280 km/t, eitt minnið um allir túrarnir, vit lógu, sum í sardindós, og koyrdu millum bygdir í dans her suðuri fyri 20 árum síðan. Vit hildu okkum vera ódeyðilig. ­ Hin myndarøðin, Land of maybe, eru tveir gráir mjørkakend­ ir málningar við “brúgvaløgum”. ­ Suðuroyarfjørður ger, at vit eru so upptikin av veðrinum, og brúgvaløgini eru næstan sum kenningar, hóast eg ikki skilji tey serliga væl. Veðrið er sanniliga við til at halda pottin á kóki. ­ Eg livi í núinum, ræðist forútsigiligheit, elski at vakna um morgunin og ikki vita, hvat dagurin hevur at bjóða, altso umframt tað at vera mamma at trimum deiligum børnum, hava ein mann, eitt heim o.s.fr. Tað ræður um at grípa dagin og fáa sum mest burturúr. Og tað tíðina, tú situr umborð á Smyrli, skal tú ikki náa nakað, kanst bara vera til, hevur góða tíð at hugsa og kanska seta tær spurningar, uttan at fáa nakað svar, eitt gott break! Og útsýnið á leiðini er fantastiskt. Tað er ein kuriositetur í sær sjálvum, at siglast skal til Suðuroynna. ­ Frá barnsbeini av, havi eg hoyrt, at Suðuroyggin skal vera øðrvísi enn hinar oyggjarnar, vit skuldu til Suðuroynna, tí har var so vakurt, søgdu tey vaksnu. Og mamma ferðaðist kring alt landið við okkum, har havi eg savnað nógvar góðar upplivingar, sigur Aggi. ­ Suðuroyggin hevur eitt stórt potentiali. Eg haldi, tað ljóðar sera skilagott at arbeiða fram ímóti eini heilsu­ og rekreatiónsoyggj. At vit eisini kunnu skapað eitt listaumhvørvið her, er sjálvsagt. Einaferð beyð Ferðaráðið mær at koma og undirvísa einum ferðafólkabólki á Selatrað í 14 dagar. Tíanverri bar ikki til hjá mær, tí børnini vóru so smá, eg bað tey heldur koma til Suðuroynna, men tað bleiv av ongum. Eg hugsi, vit høvdu væl kunnað skipað fyri skeiðum, workshops, her suðuri, “listaferðum”, har fólk høvdu møguleika fyri at arbeiða intensivt. Tá tú sum listarfólk ferðast, hevur tú bara ein ryggsekk við tær, krevur onki luksus, størsta kravið er ein inspirerandi náttúra, og hana hava vit. ­ Kanska kundi Loranstøðin verðið nýtt sum karmur um tílíkt skeiðvirksemi. Um summarið hitti eg bæði listarfólk og onnur á Ruth Smith savninum, og mínar royndir eru, at tað skal ikki so nógv til, fyri at geva teimum eitt gott upplivilsi. Plagdi at vísa teimum á Eggjarnar, biða tey fara til gongu líka niðaná. Og ofta støkka tey inn aftur á gólvið og takka so hjartaliga fyri leiðbeiningina. Tað, sum er umráðandi er, at røttu fólkini verða funnin at arbeiða við røttu, vælgrundaðu ætlanunum, í eini framtíðar ferðavinnu. - Eg máli allatíðina í tonkunum, hóast eg havi tíðarbil, har eg ikki vitji verkstaðið. Tað mest umráðandi hjá mær er at tora at standa við tað, eg geri og vera mín egin