fríggjadagur 25. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 18 - 25. januar 2008 ]
Mjølnir-kapping fyri ung
Leygardagin 26/1 verður árliga Mjølnirkappingin fyri yngri
deildir í Klaksvík. Umleið 60 lið eru tilmeldað, og skulu 80
dystir spælast. Serliga hjá teimum heilt ungu, dreingir og gentur
10, eru nógv lið. Spælt verður í fimleikarhøllunum, í KÍ-høllini
og í Badmintonhøllini. Fyrstu dystirnir byrja klokkan 9, og teir
síðstu verða væntandi spældir um 17-tíðina. Fyrireikarnir vóna,
at kappingin fer at ganga skjótt og væl, tí umstøðurnar í
Klaksvík eru vorðnar so nógv betri nú, eftir at Badmintonhøllin
er komin afturat hinum hallunum.
Fimleikadagur hjá Støkk
Leygardagin 26. januar skipar STØKK fyri einum rimmar
fimleikadegi fyri børn í aldrinum 1. – 7. flokk. Øll børn í
hesum aldri kunnu verða við - bæði tey sum íðka fimleik og
tey sum ikki hava roynt tað fyrr. Dagurin verður hildin í
ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 10.30 til kl. 14.00. Byrjað
verður við at Silvi hitar upp og síðani sleppa børnini at royna
seg í airtrack,springbana, bita, ringum, trampolin, springbana,
ringum, forskotnari barr og í estestiskum fimleiki, so tey fara
neyvan at keða seg. Kostnaðurin fyri barnið er 50 kr., og er
okkurt leskiligt aftaná strævna dagin tá eisini íroknað.
Eftir fyrru hálvu
av kappingini í
Meistaradeildini hjá
monnum, var støðan
tann at SÍ var greitt á
odda, men tað er nú
broytt, og nýggjur og
spennigur tykist at
vera komin í bestu
flogbóltsdeildini hjá
monnum
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sum tað einasta liðið í bestu
flogbóltsdeildini hjá monn-
um, mangla ÍF at spæla
dyst í seinnu hálvu, og tískil
gerst tað teimum eitt stræv-
ið vikuskifti, tí teir skulu
spæla bæði leygardagin og
sunudagin, móti ávíkavist
Mjølnir og Fleyr.
Kunnu taka
oddasessin
Skuldi tað gingist ÍF eftir
vild, kunnu teir gera sær
tann stóra beina at gerast
oddalið eftir vikuskiftið.
Sum er liggur ÍF á einum
triðja plássi við fýra stigum,
og tað er eitt minni enn SÍ
og trý minni enn Mjølnir.
Júst Mjølnir koma á vitjan
á Kambsdali, og skuldi tað
eydnast verður tað lagt upp
til eitt satt brak í Havn sunnu-
dagin, tá ÍF skal á vitjan hjá
Fleyr, ið við styrkinum frá
Fram herfyri, veruliga tykist
at vera raknaðir við aftur.
Tveir triðingar
avgreiddir
Eftir vikuskiftið eru tveir trið-
ingar av kappingini hjá kvinn-
unum spældir, og tað merkir
at stigini verða hálveraði.
Hetta merkir, at tað nærum
verður til eina nýggja kapp-
ing, og ikki er lætt at spáða
um hvat har fer at henda. Eitt
er tó púra vist, og tað er at í
tveimum av teimum fyrstu
triðingunum hevur kvinnu-
liðið úr Sørvági verið nógv
tað besta liðið, og liggja tær
eisini á ovastu rók. Stóri
spenningurin
verður
so
hvussu fer at hilnast í seinasta
triðinginum.
Spenn-
ingurin
bara
økist
Mjølnirmenninir hava staðið seg sera væl og hava lagt seg á odda í bestu flogbóltsdeildini
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF í dysti móti Mjølnir
Savnsmynd