Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti 19 Frálíku húsini standa sera væl fyri á Flatabø, við útsýni yvir Vatnið – Mølina – og landsins hægstu tindar. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin tá tú kemur til økið er at hetta er ein serligur býlingur í bygdini, øll húsini eru gjørd í sama sniði og grannalagið er hugnaligt. Húsini Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi, og dygdin er avbera góð. Betondekk millum hæddirnar, Ljós og luft Húsini standa væl fyri, í friðaligum umhvørvi. Har er veðurgott og tú hevur útsýni oman á Vatnið. Mølina, og uppá landsins hægstu tindar. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er nýmótans, lættur og ljósur. Alt er gjørt úr góðum tilfari. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar, tær nýtist einki at gera. Alt er sum tað eigur at vera. Úr stovuni kemur tú beinleiðis út á eina stóra terassu, har er laga mannið at sita við einum kaffimunni, og njóta frálíka útsýnið og sólina, frá tí hon kemur upp à Mølinií, og til langt út á kvøldið. Urtagarður og umhvørvið Garður við stakitti er rundan um húsini, og stórur grasvøllur er niðanfyri , har eru góðir møðuleikar at planta runnar, trø og annað. Parkeringsøkið til fleiri bilar er niðanfyri húsini. Húsini standa í barnavinarligum umhvørvi og tó mitt í bygdini. Barnagarður er í gerð tætt við. Og ætlanin er at gera eitt stórt stadionøkið beint niðanfyri. Hugnalig tvíhús á Eiði Fakta Húsini eru eini tvíhús í trimum hæddum – samlað búvídd umleið 135 fermetrar, umframt ein krúpikjallara íð er 30 fermetrar, og ein hjall íð er 5 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1959, men miðhæddin og stórur partur av ovastu hæddini eru heilt gjørd av nýggjum – m.a. eru innveggjir, gólv, køkur, baðirúm, el, ketil og bjálving skift, Vindeyguni eru skift í 1988. Í miðhæddini er gongd, stórur køkur, stova og terassa. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 2 kømur og hjúnarúm. Í niðastu hædd er goymslurúm, kjallararúm, fýrrúm/vaskirúm og krúpikjallari. Prísuppskot 1.1 mill.