Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 18 - 25. januar 2008 ] Kann VÍF steðga StÍF? Stóri spurningurin hetta vikuskiftið er, hvørt VÍF megnar at venda gongdini, og taka stig frá sera væl spælandi StÍF, og á tann hátt økja um spenningin oddinum HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Vestmenningar hava havt vónir um at lið teirra fór at finna stevið og stápla nakrar sigrar á rað saman, men tað hevur gingið striltið, og lið teirra er á einum skuff­ andi fjórða plássi, heili átta stig aftanfyri mótstøðuliðið um vikuskiftið. Seinast strandingar vóru á vitjan í Vestmanna endaði tað við seks málum á muni, 22­28, og tað man neyvan hava komið væl við hjá vestmenningum. Spurningurin hesa ferð, er tí um VÍF kann endurfinna spælið, ið so mangan hevur vunnið teimum sigur, ella um StÍF hinvegin fer enn longer frá hinum liðunum í deildini. Hjá VÍF verður vónað, at strandingar ikki eru komnir alt ov høgt at flúgva eftir stórsigur móti gamla Kyndla­ liðnum í steypakappingini. Samstundis verður vónað at liðið finnur stevið, teir vístu, tá Neistin var á vitjan í Vestmanna. Tað ferðina vann VÍF. Kyndil hevur takið Seinast Kyndil var og vitjaði hoyvíkingar í Atlantic Airways­kappingini, endaði tað við sigri til teir grønu uppá 28­25. Og í gjárkvøldið vóru teir aftur á vitjan, tað ferðina í Coca Cola­steypakappingini, og aftur tað ferð­ ina vann Kyndil ­ í tí førinum31­25. Um vikuskiftið er aftur dystur á skránni, og í Kyndli ætla teir sær óivað at endurtaka bragdið, men tað vilja hoyvíkingar ikki lata sær linda. H71 liggur í løtuni á einum triðja plássi, fimm stig aftanfyri Neistan, meðan Kyndil er á einum fimta plássi. Tætt hjá kvinnunum Hjá kvinnunum er eisini sera tætt, og ein sera spennandi dystur verður í Vági, tá VB tekur móti Neistanum, í einum braki um silvurkrúnurnar, og harvið sess í FM­ finaluni. Wilbæk: Nú eru vit har! Danmark eru klárir til hálvfinalu eftir sigur móti Slovenia í síðsta dystinum í Miðumfarinum HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Tað bleiv til sigur móti Slo­ venia og harvið sikraði Dan­ mark sær oddasessin og hevur møguleikan til at náa finaluna, ið liðið so longi hevur stílað eftir. ­ Eg eri sera fegin um at vit hava nátt hálvfinalusessi. Nú hava vit møguleikan fyri at náa finalusess, og tað er júst tað, vit hava stríðst fyri. Tað síðsta hálva árið hava vit havt eina ”finaluætlan”, t.e, at vit miðvíst hava ar­ beitt fram móti hesari støðu, vit her standa í, sigur ein ovurhondsfegin Ulrik Wil­ bæk, landsliðsvenjari eftir dystin í gjárkvøldið. Trupul dystur ­ Í dag haldi eg, at tað var eitt trupult mótstøðulið at spæla móti, tí teir høvdu ikki so góðan hug at fara í álop. Teir drógu ferðina úr dystinum, og so runnu teir kontra allan dystin á tamb, segði Ulrik Wilbæk eftir dystin. Danska álopið var ikki heilt tendrað í gjárkvøldið, í mun til dystirnar móti Kroatia og Póllandi. – Í álopinum sást væl, at vit vóru við at gerast troyttir. Tað var ikki gott, men teir eru eisini truplir at spæla móti. Men vit høvdu fult tamarhald á dystinum allan vegin. Vit klára at skora akra tá tað krevst, og so var vegurin til hálvfinaluna vís­ ur sigur Ulrik Wilbæk, ið áður hevur verið landsliðs­ venjari hjá danska kvinnu­ landsliðnum og hjá Viborg HK. Serlig evnir Wilbæk hevur serlig evnir tá tað kemur til at vinna heiðursmerkir, og tað hevur hann prógvað ferð eftir ferð. Í øllum endaspølum, hann hevur verið við í, hev­ ur hann megnað at vunnið sær eitt heiðursmerki, og tað er óivað júst hetta, ið hevur fingið Danska Hond­ bóltssambandið at fingið sær fatur á Ulriki á sinni. Nú hevur hann so tveir dystir, og harvið tvær roynd­ ir at náa heilt til tops, og onki er at ivast í at danir ynskja sær eitt meira glitr­ andi heiðursmerki enn eitt úr bronsu. Federer úti av Australian Open Roger Federer er liðugur í Australian Open, eftir at hann tapti hálvfinaluna í trimum settum móti Novak Djokovic, tá teir spældu fríggjadagin. Serbiski spælifuglurin, sum er kendur fyri at parodiera hinar toppspælararnar, vann 7­5, 6­3 og 7­6 móti Federer. Kampurin bleiv avgjørdur orsakað av betri nervunum hjá Djokovic. Hann vann 4 av sínum 11 breakbóltum, og á tann hátt fekk hann leiðsluna 5­1 í næsta setti, tá tað byrjaði at síggja út sum útspæling av heimsins besta (sambært styrkislistanum). Tað eydnaðist tó Federer at spæla seg inn aftur í dystin, men schweizarin dugdi bert at útnytta tveir av sínum 11 møguleikum at bróta servuna hjá serbanum, umframt at hansara tveir settbóltar í triðja setti eisini vóru misnýttir. Eftir hetta kundi Djokovic taka sigurin í tiebreakarunum. Hann møtir Jo­Wilfried Tsonga í finaluni, sum í hinari finaluni basti Rafael Nadal.