Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 18 - 25. januar 2008 fisk ” Eg og Barbara vit koma so í øllum førum aftur. Tit eru øll so vinarlig og blíð ímóti okkum sum ferðafólk báðum sera væl at ferðast kring oyggjar okkara, av teirri einfaldu orsøk at her eru eingi trø. Men er tað nakað, sum hevur hugtikið Carsten og Barbaru er tann góði fisk­ urin, sum vit so fegin vilja at onnur skulu fáa smakk fyri. ­ Vit hoyrdu um, at tit høvdu tann besta fiskin í øllum heiminum. Og hann vildu vit sleppa at royna, sigur Carsten, sum býr í týska býnum Rosdorf. Meðan prátið fer fram, tekur hann ein pakka av frystum fiski fyri og annan eftir og leggur inn í viðføris­ rúmið á bili sínum. Tað ræður um at skunda sær, tí um eina løtu skal hann verða á havnarlagnum í Ánunum, tá teir byrja at koyra bilarnar umborð. Koma aftur Nú hava tey bæði verið her sum ferðafólk, men kanska ráddi tilvildin, at Carsten ikki longu á ungum árum kom higar oftari ­ og kanska gjørdist føroyskur statsborg­ ari. Sjálvur hevði hann leingi við eini hugsan um at gerast sjómaður. ­ Ja, var tað ikki tí at eg fór at lesa til skógfúta, hevði eg helst verið sjómað­ ur í dag! ­ Eg havi ein dreym – og hann havi eg eisini nevnt fyri Tróndi – og hann er, at eg ynski at læra, hvussu veruligur fiskiskapur er. Eg ynski at koma aftur í heyst, og vóni tá at sleppa til skips við onkrum skipi, sigur týski skógfútin. Nógv fólk í Týsklandi eru sera áhugað í londunum norðanfyri – ikki bert í Ís­ landi og Grønlandi, men eisini Føroyum. ­ Fyri meg er eingin ivi um, at í framtíðini fara alt fleiri og fleiri týskarar at vitja vøkru oyggjar tykk­ ara. ­ Eg og Barbara vit koma so í øllum førum aftur. Tit eru øll so vinarlig og blíð ímóti okkum sum ferðafólk, sigur hann. Sjálvur var hann bert á eini stuttari vitjan hesaferð: Tey komu við Norrönu sunnudag og skuldu longu av landinum aftur fýra dag­ ar seinni. Tað lá so væl fyri henda dagin, at Norröna lá í Ánu­ num, beint hinumegin báðar tunlarnar á Borðoynni. ­ Nú mugu vit skunda okkum. Vit skulu vera umborð á Norrönu um ein tíma, sigur Carsten. Nýggj træsløg í Føroyum Sum skógfúti hevur Carsten sjálvandi hugt nógv at viðarlundum og øðrum vøkstri, nú hann ferðaðist kring oyggjarnar við bili sínum. Í hesum sambandi fekk hann eisini høvi at hitta starvsfelaga sín, stjóran á Skógrøktini, Trónd Leivsson. Hesin var fegin at sleppa vísa teimum á nakað av tí arbeiði, tey gjørdu. Eitt annað sum upptekur skógfútar nógv er, hvussu broytingarnar í veðurlagnum fara at ávirka føroyska samfelagið í framtíðini. Hetta verður í stóran mun lýst við negativum lýsingarorðum, men sjálvur vísir Carsten á, at onkrir “fyrimunir” eisini eru við hesum. – Eg vænti, at hækkandi hitin fer at føra við sær at ymisk ókend sløg av træsløgum, sum ikki hava havt vakstrarlíkindi her áður, nú kunnu fáa tað. Vit hava longu sæð tær fyrstu royndirnar av hesum í Havn, har ein hevur roynt at innflyta trø úr so ymiskum støðum sum Chile, Argentina, Latínamerika og norðaru pørtunum av Europa. Tað vísir seg, at fleiri av hesum træsløgunum kunnu vaksa her hjá tykkum, so tað verður spennandi at fylgja við, hvørjar avleiðingar broytingarnar í veðurlagnum fara at fáa her, sigur hann. Av tí at tit liggja so fjarskotin, hava Føroyar ein serstakan áhuga hjá okkum, sigur Carsten. ” Eg havi ein dreym og hann er, at eg ynski at læra, hvussu veruligur fiskiskapur er. Eg ynski at koma aftur í heyst, og vóni tá at sleppa til skips við onkrum skipi Tað er ikki á hvørjum degi – í januar! – at týsk ferðafólk vitjan í Norðdepli Føroyski fiskurin er heimsins besti. Nú skulu týskarar fáa hann at smakka, sigur Carsten Vesturskin landaði í gjár Sørvágur: Vesturskin, sum byrjaði túr seinasta fríggjadag, landaði í Sørvági í gjáramorgunin. Vesturskin landar til Landingarmiðstøðina í Sørvági í morgun. Frammanundan mettur seg at hava 90.000 pund, helmingurin er upsi, hin helmingurin er ein blanding av toski, kongafiski og svartkalva, skrivar heimasíðan www.joanisnielsen.fo. Vesturskin byrjaði túr fríggjadagin 18. januar, so teir hava stuttan túr. Á túrinum hava teir bara roynt eystanfyri. Meirilutin stuðlar Pálli Sandur: Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, fær fullan stuðul frá meirilutanum í sam­ bandi við kærur frá minnilutanum, skrivar Kringvarpið. Borgarstjórin og meirilutin í Sands bygdarráði hava nú svarað Innlendismálaráðnum um kærurnar frá minnilutanum. Og Páll á Reynatúgvu fær fullan stuðul frá meirilutanum í tveimum kærum, sum minnilutin hevur um ein FIFA­vøll og pening, sum er goldin til barnagarðin á Teiginum. Um FIFA­vøllin og niðurtikna bygningin hjá Timburhandlinum sigur borgarstjórin millum annað, at hann metir seg hava virkað innan allar skrivaðar og óskrivaðar heimildir, og hevur handlað bæði til fíggjarligan fyrimun fyri kommununa og fylgt sakkunleikans tilráðingum við fullum politiskum stuðli frá meirilutanum. Um goldnu rokningina hjá barnagarðinum sigur borgartjórin millum annað, at kommunustýrið fleiri ferðir er kunnað um fíggjarligu støðuna í barnagarðinum, bæði á fíggjar­ nevndarfundi og í nevndini fyri barnagarðin, har bæði meiriluti og minniluti hava umboðan.