fríggjadagur 25. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Skeið fyri øll hjún
Filadelfia: 31. januar byrjar eitt
hjúnabandsskeið í Filadelfia,
sum Filadelfiasamkoman skipar
fyri. Skeiðið verður grundað á
hjúnabandsskeiðið frá Alpha, og
skeiðluttakararnir fáa allir hvør
sína undirvísingarbók. Skeiðið
verður hvørt hóskvøld og umfatar
sjey undirvísingar, og varir fram
til 13. mars. Endamálið við
skeiðnum er millum annað at
menna hjúnabandið, so parið fær
hækkaðan samlívskvalitet, og at
fyribyrgja og loysa trupulleikar í
hjúnabandinum.
Vetrarstevna á
Sandoynni
Skopun: Hesa vikuna hevur
missiónshúsið í bygdini skipað
fyri árligu vetrarstevnuni. Møtini
byrjaðu mikukvøldið í missión
húsinum og halda fram hetta
vikuskiftið í bygdarhúsinum
Samljóð. Høvuðstalari á møtunum
er Føroyavinurin Eivind Frøen úr
Noregi, sum hevur vitjað her ótelj
andi ferðir. Umframt bønarløtur og
lovsang luttaka fleiri sangbólkar,
millum annað Ecclesia úr Klaksvík
og Oasubrøðurnir úr Havn.
Tey ungu fara á
legu
Vatnsoyrar: Umframt at skipa fyri
teimum vanligu ungdómsmøtunum
í samkomunum Ebenezer í Havn
og í Lívdini í Hoyvík hvørja viku,
fyrireika tey ungu í samkomuni
nú seg til at fara saman á ung
dómslegu í Zarepta í Vatnsoyrum.
Evnið á leguni, sum verður viku
skiftið 8. til 10. februar er “Hvat er
at óttast Gud?”. Tekningarfreistin
er úti 1. februar.
Átak gav 25
nýggjar limir
Blái Krossur: Undan jólum skipað
nevndin í Bláa Kross Ungdómi fyri
einum átaki at útvega fleiri limir.
Hetta átakið gav felagsskapinum
25 nýggjar limir. Til tess at skapa
áhuga fyri átakinum var boðað
frá lutakasti millum teir nýggju
limirnar um ein Ipod. Hepni
vinnari var Elsebet A. Ellingsgaard
(myndin) úr Klaksvík. – Eg haldi,
at Blái Krossur ger eitt gott og
gagnligt arbeiði, sigur hon við
heimasíðuna hjá felagsskapinum.
Liðið er á náttina, og dag
urin er í nánd. Latum okk
um tí leggja av verk myrk
ursins og lata okkum í her
klæði ljósins
Rom. 13, 12
Tað er evsta dag, Paulus her
hevur í huganum. Nær hann
kemur, veit eingin. Jesus
visti tað ikki sjálvur. Tí er tað
burturspilt tíð at royna at rokna
út, nær heimurin skal ganga
undir, og Jesus kemur aftur.
Tann dagur kemur ikki at standa
í álmanakkanum. Dagurin kemur
eins og tjóvur á nátt, heilt
óvæntað. Eingin fær at vita tað
frammanundan.
Men tað ræður um at fyri
reika seg til hendan dag hvønn
einasta dag, at hann ikki verður
okkum ein ræðsludagur. Vit eiga
ikki at seta okkum aftur á og
brúka tað dýrtkeyptu tíðina til
nyttuleysar útrokningar; men vit
eiga at liva soleiðis, at vit, nær
tað skal vera, eru til reiðar at
møta Jesusi, tá ið hann kemur.
Tað gera vit best við at lurta
eftir áminningini hjá ápostlinum
um, at leggja av verk myrkursins
og lata okkum í herklæði ljósins.
Tað eru nógv sløg av verkum,
menniskjan fremur, ið ikki tolir,
at ljósið skínur á tey, so at øll
kunnu síggja, hvat tað er, tey
havast at. Slíkir døkkir gerningar
eiga ikki at finnast í lívi hins
kristna. Tað skal kennast á
okkum sum børn at ljósinum, at
liðið er á náttina. Er tað okkurt
í lívi okkara, sum vit helst vilja
hava fjalt í myrkrinum, er ikki
í lagi hjá okkum. Vit eiga at
leggja slíkt av. Vit kunnu ikki
samráðast við Guð. Sælan fæst
ikki fyri niðursettan prís. Tá ið
hann fyrigevur okkum syndir
okkara, eiga vit eisini at fara
í bardaga móti syndini fyri at
sleppa frá henni.
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Sum tjóvur
á nátt
Ein danskur granskari fer
at skanna heilar hjá limum
í Hvítusunnukirkjuni, sum
standa upp ímóti náttúru
vísindini og trúgva á
grøðing gjøgnum bøn
Hvat fer fram í heilanum hjá
einum menniskja, sum trýr meiri
á grøðing gjøgnum bøn ella á
læknarnar og náttúruvísindina?
Henda spurningin vónar Uffe
Schjødt, sum er cand. mag og
ph.d.lesandi at fáa meiri greiðu
á. Hann er í hesum døgum í ferð
við at skanna heilan hjá ungfólki
úr Hvítusunnukirkjuni í Danmark,
skrivar Kristelig Dagblad.
Heilaskanningin er ein partur
av royndini at siga frá, hvussu
átrúnaður ávirkar heilan og hvar
hesin depil er at finna. Áður hava
ung úr donsku Indre Mission
(Heimamissiónin) verið í eini
líknandi skanning, sum varð gjørd
meðan tey vóru í bøn.
Í hesi nýggjastu royndini skulu
teir ungu limirnir í Hvítusunnu
kirkjuni kortini ikki biðja undir
skanningini. Henda verður ístaðin
gjørd, meðan tey lurta eftir eini
ljóðupptøku, har biðið verður fyri
teimum tað sum rópt verður
forbøn.
Tey flestu religiøsu menn
iskjuni viðganga markið millum
náttúruvísindina og tað andaliga.
Men Hvítusunnukirkjan er
áhugaverd, tí hon er í beinleiðis
kapping við náttúruvísindina.
Her trýr ein á grøðing gjøgnum
forbøn og heldur, at ein kann fáa
bæði armar og bein at vaksa út
umvegis bøn og rætta trúgv á
Gud, sigur Uffe, sum er knýttur
at gudfrøðideildini á Aarhus
Universitet.
Kemisk prosess í
Gudi
Á altjóða støði hevur eisini
verið ein vaksandi áhugi fyri
granskingini innan staðsetingina
av religiónini í heilanum.
Bæði religiónskritikkarar og
ateistar eru javnan frammi við
úttalilsum um, at religiónin er ein
tvangstanki og er meiri at meta
sum ein „virus“ á heilanum.
Sjálvur metir Uffe Schjødt seg
sum ikkitrúgvandi, men hevur
einki ynski um at avlíva religi
ónina gjøgnum royndir sínar.
Mítt ynski er at koma fram
til eina vísindaliga frágreiðing
um religión. Eg ætli mær tó á
ongan hátt at avmarka hana. Men
sohvørt sum vit gerast betri til
at greiða frá religiónini, kunnu
religiøs menniskju eisini byrja
at skilja millum trúgv og vísind,
soleiðis at hesi bæði hugtøkini
ikki verða blandað saman, sigur
hann.
Tonny Jacobsen, sum er
formaður í leiðslubólkinum í
Hvítusunnukirkjuni og fyri Frikirk
enet heldur ikki, at ætlanin hjá
heilagranskingini at staðbinda
religiónina hóttir hansara persón
ligu trúgv.
Eg haldi sjálvur, at religiónin
kann lýsast biologiskt, men ikki
einans biologisk. Heilagranskarar
og ateistar kunnu kanska ávísa,
at religión bara er ein kemisk
prosess í heilanum. Fyri mær finst
nevniliga ein frágreiðing um, at
tann kemiska prosessin yvirhøvur
er til. Og tann frágreiðingin eitur
Gud, sigur Tonny Jacobsen.
Heilagranskari vil
leita eftir bønini
- Hvat hendir í heilanum, tá hendurnar verða hildnar saman í bøn? Henda spurning vil ein danskur granskari hava eitt
svar uppá