Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 18 - 25. januar 2008 - Føroyar eru seinasta para- disið á jørð, sig­ur týski ferða- maðurin og­ skóg­- fútin Carsten Schröder, sum í farnu viku var á stuttari vitjan í Føroyum Vitjandi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Norðdepil: Tað er helst ikki ofta, at tey á fiskavirki­ num NORÐFRA fáa vitjan av útlendingum í januar mánaði. Hetta hendi kortini hós­ dagin í farnu viku, tá ein bilur við týskari nummar­ plátu koyrdi oman til virkið í Norðdepli. Í bilinum vóru eini týsk hjún – Barbara og Carsten Schröder – sum vóru komin higar við einum einasta ynski: At keypa góðan før­ oyskan fisk, sum verður framleiddur her á virki­ num. ­ Vit fingu at vita frá Tróndi Leivsson (stjóri í Skógrøkt Landsins) at tit hava heimsins besta og rein­ asta fisk. ­ Henda fiskin vildu vit fegin sleppa at smakka, og tí eru vit her nú. Um ein løtu fara vit við Norrönu til Danmarkar, sigur Carsten, sum er útbúgvin skógfúti. Sjálvur ætla hann og kon­ an Barbara at eta fiskin heima við hús, men tey ætla eisini at bjóða vinfólkum at royna føroysku vørurnar. ­ Og hvør veit – kanska tey eisini fara at koma higar at vitja, og kanska tey eisini vilja keypa tann føroyska fiskin. Hann er í øllum før­ um góður, slær Carsten fast. Oyggjaland í kulda Frá ungum árum av hevur Carsten havt eitt ynski um at vitja í Føroyum. Ikki fyrr­ enn í 2008 gjørdist tað veru­ leiki. ­ Nú er ein gamal dreymur gingin út, sigur hann við Sosialin. Tey hava leingi fyrireikað seg til hesa ferðina, og enda­ málið var eittans: ­ Vit ynskja at sígga, hvussu tit sum fólk liva í harmoni við náttúruna, sigur hann við einum stór­ um brosi. Tey hava bæði hvør sín innfalsvinkul til henda ”lesnaðin” um ein kann siga tað so: Hon er lækni og hann er skógfúti. ­ Tit hava eitt heilt ótrú­ liga vakurt land – ja, sjálvt í bítandi kulda í januar mán­ aði, sigur hann við einum brosi. Besti fiskurin Tað er kortini ikki av tilvild at hjúnini bæði eru komin higar til oyggjarnar so mangar ferðir. Tá hann las til skógfúta, var hann eitt skifti og ar­ beiddi í Grønlandi. Hetta var heilt afturi í 1975, og hoyrdi tá eitt sindur um hitt oyggjalandið í ríkisfelags­ skapinum, Føroyar. Hinvegin so dáma teimum Tit hava heimsins besta - Eg vóni at sleppa til skips við onkrum skipi í heyst, sigur týski skógfútin Carsten Ikki so skemtiligt longur Sandur: Tað stendur illa til við árliga føstulávintsskemtinum, ið plagdi at vera í Virkinum á Sandi. Sitandi nevnd sær seg ikki føra fyri at standa fyri nøkrum skemti, orsaka av at tey eru so fáment. Størstiparturin av nevndini stendur eisini fyri nývali. Á nevndarfundi, ið verður í dag skal avgerast, hvussu verður við føstulávint og øðrum, skrivar heimasíðan bkv.fo. Frá Virkinum siga tey kortini, at um onnur eru, ið hava hug at skipa fyri skemti ella øðrum, so eru tey meira enn vælkomin at venda sær til nevndina. Møtir í Mentanarhúsinum Fuglafjørður: Á hvørjum ári skipar missiónshúsið Thabor fyri missiónsviku. Soleiðis verður eisini gjørt í ár, tá missiónsvikan byrjar nú sunnukvøldið. Í fjør byrjaðu møtini í missiónshúsinum og vórðu síðani flutt oman í Mentanarhúsið um vikuskiftið. Hetta eydnaðist so mikið væl, at ein ætlar at endurtaka succes’ina aftur í ár. Talari á møtunum um vikuskiftið er danski presturin og bíbliuskúlalærarin, Erik Holmgaard.