Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 av libanum. Hesin bólkur hevur samstundis verið tann fátækasti, tann mest kúgaði og tann, ið hevur liðið mest undir borgarakrígnum og í stríðnum ímóti Ísrael, sum jú liggur sunnan fyri landið. Nú hevur hesin bólkurin av álvara fingið politiska umboðan í tinginum í Beirut, serliga við felagsskapinum Hizballah. Núverandi kreppan Núverandi kreppan botnar í einum stríði millum sunni og shia-muslimar, ímeðan teir kristnu eru deildir einastaðni ímillum teir báðar størru part- arnar. Men í Miðeystri eru tað ofta heilt aðrar maktir, enn sjálvt umtalaða samfelagið og tess fólk, ið gera seg galdandi. Meðan tann sitandi samgongan stiðjar seg til USA, Saudi Arabia og Frakland, so stendur Sýria aftanfyri andstøðuna, har Hizballah standa sterkast. Í farnu viku segði tingformaðurin Nabih Berri við libanska blaðið Daily Star, at bólturin nú lá hjá Sýria og Saudi Arabia. So skjótt hesi báðir partarnir funnu fram til eina semju, so fór ein loysn at koma fram í Beirut. Og loysnin liggur í tingmannabýtinum. Seinasti leisturin, ið samráðingarmenn royndu, ljóðaði á eitt ting- mannabýti við 10-10-10. Her skuldi forsetin fáa avgerandi atkvøðuna og sostatt skuldi hann geva politisku skipanini javnvág, og honum sjálvum sera týðandi leiklut. Men tað sigst, at Hizballah ikki vildi góðtóka hendan leistin. Í libansku kreppuni er tað sum við øðrum politiskum kreppum, her er nógv uppá spæl: støðan mótvegis Ísrael, ávirkanin av útlendskum statum/stuðlum og so valdið, ið skal býtast út til politisku eindirnar í landinum. Um andstøðan, við m.ø. Hizballah, fær minniluta í tinginum kann t.d. hin serligi altjóða dómstólurin, ið skal døma í málinum um drápið á fyrrverandi forsætisráðharran, sunnimuslimin Rafiq Hariri, fara av bakkastokki og fáa avleiðingar yviri í Damaskus. Fyri stjórnina í Damaskus hevur tað týdning, at forsetin er vinarliga sinnaður. Men býtið av tingmonnum hevur serstakliga nógv at siga hesum viðvíkjandi. Um býtið verður til fyrimuns fyri núverandi andstøðuna, ið Sýria stuðlar, so kann altjóða dómstólurin hjá ST blíva tamur og avleiðingarnar minni álvarsligar fyri sýrar. Og sum nú er, kann Hizballah fyrireika seg til valið í mai 2009 ella bíða inntil eitt betri tilboð verður lagt fram, tí teir hava lítið at missa. Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti Nasrallah langar út eftir Ísrael Tað er meiri enn eitt ár síðan, at leiðarin av Hizballah, Hassan Nasraallah, alment hevur víst seg uttandura. Hetta var í samband við shiamuslimsku minningarhátíðina, »Ashura«, sum var hildin í farnu viku. Og hann varð væl móttikin av eini stórari áhoyrarafjøld, sum, sambært sjónvarpsrásini hjá Hizballah, taldi eina millión. Í røðu sínari eyðmýkti hann ísraelska partin við at kunngera, at hansara vápnaði felagsskapur hevur líkrestir av ísraelskum hermonnum í sínari varðveitslu. Við fleiri slíkum ógvusligum útsøgnum sipaði hann til, at ísraelski herurin lat hermenn liggja eftir á, hinumegin markið. Hann legði eisini afturat, at Hizballah var til reiðar til næsta bardagan ímóti ísraelum, men hesaferð fara hansara menn at gera varandi broytingar á alt økið í Miðeystri. Beirut Downtown Mynd: JJ