Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 18 - 25. januar 2008 Runavíkar Kommuna søkir eftir Námsfrøðingum og hjálparfólkum til Dagstovnin í Skálafirði Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1. apríl 2007, á stovninum eru 2 vøggustovur normerað til 12 børn í hvørjari. Vit eru ein stovnur undir Runavík- ar Kommunu og halda til í leigaðum hølum í Kelduni í Skálafirði. Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru rúmlig og ljós og vit liggja tætt við haga og fjørðu. Vit søkja eftir 4 námsfrøðingum og 2 hjálparfólkum at starvast 30 – 40 tímar viku, at seta 1. apríl og 1. mai 2008 Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur góð samstarvsevni • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Um eingin námsfrøðingur søkir størvini verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252. Umsókn, við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 7. februar 2008, kl.12 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Postboks 139 FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo lýsingar Fíggjarleiðari til Vágs kommunu Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Vágs kom­ munu at byrja skjótast tilber. Talan er um eitt áhugavert fulltíðarstarv og fevnir um at fyrisita m.a.: • dagliga bókhalds­, roknskapararbeiði og avstemming. • umsita og avstemma ognara­og skuldarabókhaldið. • ábyrd av at innkrevja útistandandi. • uppseta mánaðar­ og ársroknskapir og fíggjarætlanir. • fíggjarstýra lán og innistandandi. • menna mannagongdir og edv v.m á fíggjarliga økinum. • ráðgeva í fíggjarligum viðurskiftum. • annars alt vanligt skrivstovuarbeiði. Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, tí er tað avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi­, rokni­, roknskapar­, og telduarbeiði. Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði, ið setur stór krøv til tann menniskjansliga og fakliga førleikan, er hetta tað rætta starvið. Hevur tú áræði, kann virka sjálvstøðugt, góð samstarvsevni og hevur hollar royndir innan bókhalds­, roknskapar­, og fíggjaryrki, við ástøðiligari útbúgving, eitt nú HA, HD ella aðra viðkomandi útbúgving, so er tú tann vit søkja. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry ella Kirstin á telefon 37 30 24. Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum og ummælum verður at senda inn áðrenn 11. februar 2008 kl. 12.00. Vágs kommuna tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ov fáir umsøkjarar eru til starvið. Vágs kommunu Vágsvegur 22 FO-900 Vágur Viðm. Fíggjarleiðari Vágs Kommuna Pedagogur til Frítíðarskúlan við Margáir, Streymnes Søkt verður eftir einum pedagogi at byrja 15.02.08 ella eftir nærri avtalu. Størvini at søkja eru: 1 pedagog 30 t/v. Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum, barnavinar­ ligum umhvørvi, frammi við fótboltsvøllin í Streymnesi, har tann vælkenda áin rennur, eisini liggur tætt við. Vit ynskja • At tú hevur hug at arbeiða við størri børnunum. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara frítíðarskúla. • At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvsstøðugt. Vit bjóða • Eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika. • Ein stovn ið er í støðuari menning. • Eitt arbeiðsplass har tú kemur at hava eina avirkan. • Vit nýta trin for trin í okkara arbeiði. Frítíðarskúlin hevur eitt tætt samstarv við røkt­ arheimið Mørkin í Streymnesi, og við barna­ garðin við Kráir, Hvalvík. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Um eingin pedagogur søkjur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkaðstarv. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nancy Poulsen leiðara, á tlf. 772021/422717 ella Marsannu Eikhólm deildarleiðara, á tlf. 772022 Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til: Barnagarðin við Kráir FO – 430 Hvalvík e­mail: nosi@post.olivant.fo Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 04.02.08 Hús til sølu ella umbýting við íbúð Stór 1. planshús, ný renoveraði við íbúð, í friðarligum umhvørvi. Bill. mrk. 230108-001 www.sosialurin.fo