fríggjadagur 25. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2008
37
Cup 2008
HB bjóðar øllum dreingjum og gentum at
gera lið til innandurakapping í fótbólti, í
høllini á Hálsi í døgunum 1.- 2. februar.
Aldursbólkar........... Føðiár
Gentur 8-10 .............. 98-99-00
Gentur 10-12 ............ 96-97
Smágentur 12-14 ..... 94-95
Gentur 14-17 ............ 91-92-93
Pinkulingar................ 00-01
Smápiltar .................. 98-99
Piltar ......................... 96-97
Smádreingir .............. 94-95
Dreingir ..................... 92-93
Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Í deildunum gentur 14-17 og dreingir eru bert 4
leikarar. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri hvørt
liðið. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn. 3 tey fremstu liðini í hvørjum aldursbólki
fáa heiðursmerki.
Havnar Bóltfelag
Seinasta freist at melda seg til er
mikudagin 30. januar kl. 20.00.
Tilmelding hjá:
Oddmar Andreasen
Tel 310760 / 585300
Jesper B. Nielsen
Tel 556005
Skrivari
til Deildina fyri Arbeiðs-
og Almannaheilsu
Søkt verður eftir skrivara, hálva tíð at byrja
skjótast til ber.
Vit søkja ein virkisfúsan persón, sum kann
taka sær av vanligum skrivarauppgávum,
men sum eisini kann arbeiða sjálvstøðugt,
við m.a. projektstýring og samskifti við út-
lendskar granskingarstovnar.
Tað, sum vit kunnu bjóða, er eitt arbeiðspláss
við nógvum avbjóðingum og skiftandi upp-
gávum.
Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:
• viðkomandi útbúgving
• góðan kunnleika til føroyskt, danskt og
enskt mál
• góðan kunnleika til arbeiði við teldum
• kunnleika til bókhaldsskipan landsins
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• lætt við at samskifta og er fleksibul
Uppgávurnar eru:
• ymiskar skrivarauppgávur, t.d. at skriva
eftir diktafon
• roknskapar- og fyrisitingarligar uppgávur
• viðlíkahald av bóka- og greinasavni
• journalisering/arkivering
• fyrireiking av fyrisitingarligum málum til
støðutakan
• sjálvstøðugt samskifti úteftir, bæði
munnliga og skrivliga, á føroyskum,
donskum og enskum
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er
deild innan sjúkrahúsverkið. Arbeiðsupp-
gávurnar hjá deildini eru at kanna ein-
staklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum,
at meta um arbeiðsførleika, serliga í samband
við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkis-
ráðgeving, at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og
Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurn-
ingum, at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arb-
eiði og at fremja granskingarvirksemi innan
arbeiðs- og almannaheilsu.
Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í
1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirk-
semi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólka-
heilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í
neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa,
USA og Asia, er fíggjað við peningi frá
almennum í Føroyum, USA, ES og Danmark.
Ein megintáttur í granskingini er, hvussu
dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna
hjá føroyskum børnum – og nú eisini hjá
vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 15
fólk.
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála
millum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. nr. 316696,
tosa við Elsu Olsen, skrivara, ella Pál Weihe,
yvirlækna.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
øðrum upplýsingum skal sendast til:
Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu,
Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5,
Postsmoga 14, FO-110 Tórshavn ella við
telduposti til dfaa@health.fo í seinasta lagi
15. feb. kl. 12.00.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya
Sigmundargøta 5 · Postsmoga 14 · FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 31 66 96 · Fax: +298 31 97 08,
www.health.fo · dfaa@health.fo
Eysturoyar apotEk
Farmakonomur
Eysturoyar Apotek søkir eftir farmakonomi, til
avloysarastarv, frá 1. apríl 2008 til 1. sept. 2008
Vit vænta:
• At tær dámar at avgreiða viðskiftafólki
• At tú ert álítandi og arbeiðsom
• At tú hevur góð samarbeiðsevni
• At tú arbeiðir sjálvstøðugt
Vit bjóða:
• Gott arbeiðsumhvørvi
• Góðar starvsfelagar
• Fjølbroytt arbeiði
• Fulltíðarstarv
Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
farmakonomfelagið.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 1. mars 2008
Meiri fæst at vita, við at ringja til apotekið á tlf:
471200 og spyrja eftir Hjalta Gunnarstein,
apotekera (hjalti@apotek.fo) ella Marjan Niel
sen, leiðandi farmakonomi
Skrivlig umsókn saman við Farmakonomprógvi,
CV og møguligum ummælum skulu sendast til:
Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
620 Runavík
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarðar kommunu verður arbeið
ið í samband við útstykking Vestur í Bø í
Fuglafirði boðin út í almannari útbjóðing.
Arbeiðið umfatar, gerð av umleið 250 metrar
av útstykkingarvegi, við tilhoyrandi kloakk og
vatnleiðingsarbeiði.
Lisitatiónin verður í Býráðshúsinum í Fuglafirði
tann 19. februar 2008 kl. 11.00, og kunnu teir í
boðið hava verða hjástaddir.
Útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Fugla
fjarðar kommunu, tlf. 737700, teldupostur
patur@fuglafjordur.fo, móti veðhaldi kr. 7.000,
sum verður at gjalda inn á konto í Føroya
Banka nr. 6460 2205965.
Fuglafjørður 24-01-2008
Fuglafjarðar
Kommuna
Lastbilførari
Søkt verður eftir lastbilførara
at byrja beinanvegin
IR Lastvognar
Tlf. 58 11 26
lýsingar